hósdagur 19. desember 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. desember 2013 · Nr. 147
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fáir dagar eru til jólar og mong, serliga børnini, gleðast
um at fáa pakkar. Jólahald hava verið í mongum
plássum, og hjá summum eru jólagávurnar komnar til
høldar, meðan onnur eiga á, at keypa jólagávur.
Hendan tíðin er merkt av eini árstíð, sum ikki gevur
serliga nógv ljós frá sær, og tískil er tað kærkomið við
jólaperum. Ljósið gevur vón og fyri nógv kennist tað
hugaligt at vita, at stytsti dagur er fyri framman. Vit
vita, at so er vón fyri ljósari tíðum.
Jólini eru gleðilig, ein bjart tíð. Hugnalig fyri summi
og hugtung fyri onnur.
Vit eru komin at kenna felagsskapin í Menniskjum
góður tokki, og tað hevði neyvan komið nøkrum
til hugs fyri fáum árum síðan, at tað eru so nógvar
familjur, sum ikki hava orku til at gleðast um jólini.
Tey stúra eyka nógv fyri jólunum.
Heldur enn at gerast gleðilig, verða jólini ein marra
fyri summi. Tey vita ikki síni livandi ráð, og í nógvum
førum vilja tey bara hava, at hendan gleðistund skjótt
fer framvið.
Heima hjá okkum hava vit ofta tosað um jólini, og eg
havi hildið tað verið so sera týdningarmikið, at børnini
komu at skilja, at á jólum hátíðarhalda vit, at Jesus
varð føddur. Gávurnar eru bara eitt eyka bonus, sum
ger tað hugnaligari. Tað er altíð stuttligt at fáa gávur
og vita, at onkur hevur hugsað um teg. Tað er altíð
stuttligt at fáa jólakort og síggja, hvussu nógv fólk,
sum tú ikki sært til dagligt broytast.
Nú ein dagin tosaðu vit aftur um jólini. Týdningin av
at geva sær stundir og steðga á eina løtu fyri at merkja
eftir og møguliga gera okkurt eitt sindur øðrvísi. Seta
sær spurningin, um hvat jólini hava at týða.
Hvat er hetta fyri ein tíð? Hví halda vit jól? Viðhvørt
seti eg eisini spurnartekin við, um tað ikki bara hevði
verið best, at jólini bara fóru framvið, og man slapp
undan at halda tey.
Men jólini eru har hvørt ár, og spurningurin er, hvat
man velir at leggja í tey. Hvørji virði ynski eg, at vit í
okkara familju sita eftir við á jólum?
Jólini fyri okkum skulu vera ein gleðilig tíð og ein
friðarlig tíð. Ein tíð, har vit sita eftir við eini góðari
kenslu.
Men soleiðis er tað ikki fyri øll. Fyri partar av
fólkinum eru jólini ein tíð við stúran og fyri onnur eru
jólini alt annað enn friðarlig. Fyri tey er stúranin langt
síðan byrjað. Verður friður á jólum? Hvussu koma vit
gjøgnum jólini hesuferð? Allir hesir tankar órógva og
tískil gerast jólini ótrygg og ófriðarlig.
Latið okkum lata hjørtuni upp fyri teimum, sum ikki
hava tað gott á jólum. Ikki bara hugsa um tey, sum ikki
hava tað gott men geva eina hjálpandi hond.
Gleðilig jól øll somul. Eg ynski fyri okkum øll somul, at
jólini verða góð og gleðilig. Túsund takk til eldsálirnar
aftan fyri tiltakið í Menniskjum góður tokki. Takk fyri
at tit hava latið eyguni hjá okkum upp og takk fyri at
tit gera nakað munandi fyri at hjálpa øðrum.
Eyðgerð Mørkøre
Kruse
lesandi
EYGA
MÁLIÐ
Latið hjørtuni
upp á jólum
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Annita á Fríðriksmørk
Tá ið stórmál eru til við
gerðar í Løgtinginum, eru
samgongutingfólk
javnan
samd um at ongin skal taka
orðið ella í mesta lagi ein
fyri hvønn flokk. Í øðrum
lagi er avgjørt at skunda
mál í gjøgnum uttan at geva
málinum ta tíð, tað eigur
sambært tingskipanini. Og
í triðja lagi uttan at geva
málum ta løgfrøðiligu eftir
kannan, sum mál eiga at fáa.
Onkur vil kanska siga, at
soleiðis hevur tað altíð verið.
Men tað er ikki rætt. Soleiðis
hevur tað ikki altíð verið.
Hetta er nakað, sum hevur
vundið uppá seg seinastu
árini, og við tíðini er tað
nærum blivið legalt at seta
tingskipan til viks og legalt
at undirgrava fólkaræðisligu
prinsippini. Hetta minnir
ikki sørt um søguna um
froskin, sum varð sleptur í
kókandi heitt vatn, og hann
sprakk uppúr aftur sjálvur,
tí hann brendi seg. So varð
froskurin koyrdur í kalt vatn
og vatnið varð síðani hitað so
líðandi, til tað at enda kókaði.
Tá var froskurin liggjandi
í vatninum og merkti ikki
upphitanina, og har lá hann
til hann av hitanum.
Samráð
Nú fólkaræði var til viðgerðar
í kjakinum í Degi og Viku
týskvøldið, varð høvuðsevnið,
um vit ikki áttu at fingið eina
skipan við opnum samráð.
Til tað er at siga, at vit
kunnu fáa so nógvar skip
anir, sum vit vilja. Tað, sum
tó hevur týdning, er, at tær
skipanir, sum eru, verða
virdar. Og her er spurning
urin um vit ikki eru á skeiv
ari kós í løtuni. Tað er sum
um, at tað gerst meira og
meira legalt ikki at virða
tingskipanina, m.a. við at
skúgva
fólkaaræðisligu
rætningslinjurnar til viks.
Fólkaræði átti annars heldur
at verið nakað, sum javnan
varð tikið upp til viðgerðar,
so týdningurin av tí sat
rimmarfast í tilvitanini hjá
løgtingslimum.
Haldi sjálv, at tað sita nógv
vitug fólk í løgtinginum, -
hetta sigi eg, hóast eg ofta
hoyri tað mótsatta. Hóast
skilagóð tingfólk er virðingin
fyri parlamentarisku skipan
ini sloppin á glið.
Førleiki at taka støðu
Hóast fólkaræði merkir, at
fólkið ræður, so vita vit eis
ini, at tað ber ikki til, at alt
fólkið skal taka avgerðir í
øllum málum. Vit hava tí
eina skipan við fólkavaldum
umboðum. Í parlamentinum
sita hesi fólkavaldu fólk, sum
hava til uppgávu at viðgera
og tosa um mál, sum eru til
viðgerðar.
Tað er sjálv viðgerðin,
sum er hornasteinurin í Løg
tinginum. At debatera og
skaffa sær nýggja vitan. Og
so til síðst at taka støðu, sum
byggir á vitan. Eina vitan,
sum eisini er atkomulig fyri
almenninginum.
Tey flestu løgtingsmálini
fáa tríggjar viðgerðir, fara í
nevnd, álit verður skrivað,
og so og so leingi skal verða
ímillum hvørja viðgerð. Alt
fyri at verja fólkaræði, fyri
at tryggja, at mál ikki verða
skrumblað ígjøgnum. Í so
máta er fólkaræði gamaní ein
rímiliga tung og ofta stirvin
skipan. Men, “fólkaræði er
ikki gott, men tað finst onki
betur”, segði Churchill. Og so
leingi vit ikki hava funnið
eina betri skipan, eiga vit at
virða hana vit hava og hjúkla
um hana.
Samgonguleiðarar,
sum sita í lands
stýrinum, stýra
løgtingsfólkum
Ein dagin skrivaði ein sam
gongutingmaður
soleiðis
á facebooksíðu síni: “ Helst
hugsa nøkur, hví so fá
samgongufólk tóku orðið á
Tingi í dag um broytingar
í
hjúnabandslógini.
Sam
gonguleiðararnir
høvdu
avrátt, at bert framsøgufólkið
hjá
hvørjum
flokki
sær
skuldi taka orðið, og hesum
tók samgongan undir við.
Tí vóru tað einans 3 fólk úr
samgonguni, sum tóku orðið:
Elsebeth Mercedis Gunn
leygsdóttur, Reimund Lang
gaard og Jenis av Rana.”
Uppgávan
hjá
okkara
fólkavalda
Parlamenti
er
at verða fólksins eftirlits
myndugleiki við stjórnini. Tí
er tað ikki í lagi, at floksfor
menn, sum m.a. sita í lands
stýrinum krevja, at tingfólk
onki siga í einum tingmáli.
Enn verri er tað, at tingfólk
tiga, tí tey, sum tey hava eftir
lit við, krevja tað!
Og ironiskt var tað, at
meðan tingfólk fáa munnkurv
brúkti ein deildarleiðari í
miðfyrisitingini høvi at siga
sína hjartans meining við
Løgtingið um sama mál.
Ikki tí, eg haldi at tað er í
fínasta lagi, at deildarleiðarar
siga sína meining. Embætis
fólk mugu eisini hava tali og
skrivifrælsi. Men at loyva
deildarleiðara at skriva Løg
tinginum eitt skriv, um eitt
mál har tey fólkavaldu – tey
sum eru lønt og vald til at
siga sína meining – verða
biðin um at tiga, tað gevur
í minsta lagi eina fatan av,
at her er farið at skeikla í
býtinum millum lóggevandi
og úttinnandi valdið.
Er samráð svarið?
Í Degi og Viku týskvøldið
var evnið fólkaræði. Mesta
av kjakinum snúði seg um,
hvørt vit skuldu hava eina
skipan við samráði ella ikki.
Havi skilt, at Samráð virkar
væl, har tað er. Men tá vildi
eg fyrst mælt til skipað varð
so fyri at politikarar fingu
høvi at kjakast um fólkaræði,
og hvussu hetta eigur at
virka í løgtinginum, og hvat
kann henda, um vit ikki virða
tað. Hava vit ikki politikarar,
sum virða tær skipanir, sum
vit hava og hjúkla um tær, so
vil ein nýggj skipan neyvan
loysa nakran trupulleika.
Munnkurvin
Bjarni Djurholm
løgtingsmaður
Løgtingið samtykti miku
kvøldið á fíggjarlógini fyri
2014 at breiðka vegin frá
havnalagnum á Oyrareingj
um og út á Signabø.
Hetta er annað árið á rað,
at Løgtingið játtar pening til
ábøtur á vegakervið í Kolla
firði.
Til jóla í fjør samtykti
Løgtingið at betra til- og frá
koyringina við Sjógv í Kolla
firði. Arbeiðið fór í gongd í
heyst og verður liðugt aftan
á ársskiftið. Tá arbeiðið er lið
ugt verður ein av vandamiklu
ferðsluteinunum á landsveg
num munandi tryggari - til
stórt gagn fyri bygdafólkið
og fyri ferðsluna, sum koyrir
framvið.
Tá
vegateinurin
út
á
Signabø er breiðkaður verð
ur hetta eisini til stóran
bata fyri trygdina á leiðini,
umframt at tunga og lætta
ferðslan fer at hava munandi
betri umstøður.
Oyrareingir - Signabøur