hósdagur 19. desember 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
2
VIKUSKIFTI
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Prent:
Prentmiðstøðin
Forsíðumynd:
Kaj Leo Holm Johannesen / Mynd: Eydbii Myndir
Snið og umbróting:
Sosialurin / Pætur Eyðunsson Jensen
Jólaklumma
Nú eru jól. Seinastu vikurnar hevur
jólastákan, jólapynt, jólatiltøk og
jólatónleikur sett dám á okkara sam
felag og gerandisdag. Og nú kemur alt
í hæddina við sjálvum jólahaldinum,
sum er beint fyri framman.
Tað verður stundum funnist at jóla
haldinum, at vit gera ov nógv burturúr,
at vit krevja ov nógv av okkum og
øðrum, og at alt er blivið so handils
ligt, at veruliga jólahaldið og jólagleðin
druknar í øll hesum.
Men tað er væl upp til okkum
sjálvi at gera av, hvussu vit halda jól.
Krøvini eru har, jú, og stundum verður
nógv kravt og forvæntað, men taka vit
ikki sjálvi ábyrgdina av okkara jóla
haldi, er vandi fyri, at vit fáa eini
strævin jól.
Okkum nýtist ikki at taka jólini fyri
meira, enn tey eru, men hinvegin eru
jólini eitt gylt høvi at brúka til nakað
meira enn gerandisknoss, skundmiklar
máltíðir og sjálvsrøkt.
Á jólum leiða allir vegir heim.
Traditiónir, minni og familja hanga
óloysiligt saman við okkara jólahaldi,
og líkamikið, hvussu okkara støða er
hesi jólini, kunnu vit ikki renna un
dan hesum. At jólatíðin eisini leggur
upp til, at vit minnast tey gloymdu,
tey einsomu og tey vilstu ger bara, at
týdningurin og virðið í jólahaldinum
veksur.
Sjónleikarin og tónleikarin Dale
Evans helt fyri, at jólini eru kærleiki
í verki. Og vónandi er tað soleiðis hjá
okkum, at vit geva menniskjaligan hita
rundan um okkum, eru góð við okkum
sjálvi og tey rundan um okkum, og
njóta løturnar hesa deiligu ársins tíð.
Í hesum jólablaði bjóða vit tykkum
samrøður, góð ráð og og siðsøguligt
tilfar. Vit hava verið á vitjan hjá
landsins leiðara og fingið hann at
siga frá, hvussu hann upplivir sín
leiklut sum løgmaður, hvør persón
ligi kostnaðurin er av starvinum, og
hvussu hann upplivin ágangin, sum
hann ofta er fyri. Vit hava eisini vitja
eina familju, sum herfyri mátti fara
til Danmarkar við sjúka barninum,
sum komandi árini skal hava viðgerð
fyri blóðkrabba. Harafturat siga vit
søguna um álvarsamar bátsvanlukkur í
Norðoyggjum fyri hundrað árum síðani,
og vit geva góða ráð til tína jólastákan
og jólakeyp.
Við hesum blaði ynskja vit
øllum okkara lesarum eini
gleðilig jól og eitt gott nýggjár!
Sosialurin
Brúkið jólini til tað góða
Í desember 2003 sat 38-ára gamla
Joyce Vincent framman fyri sjónvarp
inum og pakkaði jólagávur inn. Løtu
seinni sakk hon niður í sofuna og doyði.
Ongin saknaði hana, tá hon ikki kom
at halda jól, ongin saknaði hana heldur,
tá páskirnar komu. Tað skuldi ganga
heili trý ár til hann, sum hon leigaði frá,
breyt hurðina upp og fann Joyce.
Joyce búði í London, og nú er ein
filmur gjørdur um hennara løgna lív,
har gamlir vinir sita sum spurnartekin.
Hvussu kundi hetta henda? Hvar er
heimurin ávegis? Hví saknaði ongin av
okkum Joyce?
Hetta kann ikki henda í Føroyum,
hugsa vit ivaleyst. Og nei, eg vænti
faktiskt ikki, at hetta kann henda í
Føroyum, sum nú er. Tí er tað nakað,
sum er jaligt við Føroyum, so er tað, at
fólk duga rættiliga væl at síggja hvørt
annað.
Men samstundis haldi, eg at vit
skulu lata lagnuna hjá Joyce verða ein
áminning. Tí hendan tíðin, vit liva í, har
selfies og statusar á Facebook er tað,
sum nógv av okkum ganga høgt upp í,
og egoið er meiri dyrkað enn nakran-
tíð, so er vandi fyri, at vit ikki hugsa um
tey, sum kanska ikki hava so
nógva familju og vinir rundan
um seg.
Ongin helt, at Joyce Vincent var
einsamøll, hon goymdi tað við einum
smílandi andliti, vøkrum klæðum og
einari sjarmerandi medferð.
Tey, sum eru einsamøll, skammast
yvir sína støðu, og tað ger tað oftani
bara verri.
Tí er ábyrgdin eisini okkara, at síggja
okkara medmenniskju og bjóða teimum
inn í felagskapin. Ein heilsan frá tær er
kanska júst tað, tey hava brúk fyri hesi
jólini.
Gleðilig jól!
Blaðfólk:
Eyðun Klakstein
Eydna Skaale
Óli Jacobsen
Inna Törnroos
Jóannes Hansen
Eirikur Lindenskov
Simona Weihe
Tín heilsan kann gera munin
Inna Törnroos