Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Allar Føroyar fylgdu við í sjónvarps­ sendingini »LS«, tá Nina og Napoleon Vestergaard fingu boðini um, at tvey ára gamla dótturin, Yana, hevði blóð­ krabba og mátti sendast akutt niður til viðgerð. Nú, knappar tveir mánaðir eftir at upp­tøkutólið varð sløkt, eru sjúka, kemo­viðgerðir og læknakanningar vorðnar gerandisdagur hjá lítlu fam­ iljuni. Tað, sum byrjaði við eini lækna­ vitjan í Vági, hevur higartil havt eina tveir mánaða langa útlegd á Ríkis­ sjúkra­húsinum við sær – og enn eru meiri enn tvey ár, áðrenn tey koma á mál. Eftir fáum tímum varð lívið vent fullkomiliga á høvdið, og familjan roynir nú sum frægast at fóta sær í nýggju tilveruni. Høvdu ongan illgruna Tað kom sera óvart á familjuna, at lítla Yana var so álvarsliga sjúk. Týsmorgunin 22. oktober fór Nina Vestergaard á læknamiðstøðina í Vági við tvey ára gomlu Yanu, tí hon hevði havt forstoppilsi í eina tíð. Hon ætlaði at vita, um læknin ikki kundi geva Yanu okkurt fyri at seta gongd á magan aftur. Umframt harða magan hevði Yana eis­ini verið móð og bleik seinastu tíðina, men tað var ikki nakað, nakar hugsaði stórvegis um. Tíbetur tók læknin tað tó í álvara, at lítla Yana var bleik og móð. Læknin tók blóðroyndir av henni og sendi tær til sjúkrahúsið á Tvøroyri til kanningar. Møðgurnar fóru síðani heim aftur frá læknanum í Vági og høvdu ongan illgruna um nakað. Akutt til Danmarkar Men brádliga gekk alt sera skjótt fyri seg. – Seinnapartin ringdu tey av sjúkra­ hús­ium á Tvøroyri. Tey vildu hava Yanu norður til kanningar beinanvegin, greiðir Napoleon Vestergaard, pápi Yanu, frá. Sjálvur var hann staddur í Norra, har hann siglir við einum supplyskipi hjá Thor. Mamma Napoleon koyrdi Ninu og Yanu til Tvøroyrar, men meðan tær koyrdu, ringdu tey aftur av sjúkra­hús­ inum og søgdu, at tyrlan bíðaði eftir teimum, og at tær skuldu fara beinleiðis til Havnar. – Mamma ringdi tá umborð til mín og segði mær, at tær skuldu við tyrluni til Havnar við Yanu, men at eingin visti nakað meiri um, hvat tað var, sum bagdi, greiðir Napoleon frá. Nakað seinni ringdi hann til Ninu, fyri at vita, um tey høvdu frætt nakað í Havn, men tá bíðaðu tey framvegis eftir svari. Hann dregur andan tungliga og minnist aftur á løtuna, tá hann fekk boðini. – Eg bíðaði bara eftir at frætta aftur frá teimum, tá Elmar Ósá, barnalæknin, ringdi til mín og segði, at Yana hevði leukæmi. Hann tosaði leingi, men tað einasta, eg hoyrdi, var, at Yana hevði leukæmi. Eg hoyrdi einki av tí, hann segði eftir tað. Napoleon var einsamallur føroyingur umborð, so hann hevði ongan at tosa við, eftir at hann hevði fingið boðini. – Eg græt ræðuliga illa, men eg fekk ringt til reiðaríið og tað seismikkfelagið, sum vit sigldu fyri júst tá, og tíbetur vóru øll sera skiljandi. Vit vóru staddir langt norðan fyri Hammerfest, men settu beinanvegin kósina til lands, og tey fóru alt fyri eitt undir at fáa meg heim, sigur Napoleon. Morgunin eftir fóru Yana og Nina niður við fyrsta flúgvaranum. Nina hevði einki tikið við sær, tá tær fóru heimanífrá, tí tær skuldu jú bara til kann­ingar á Tvøroyri. So tær fóru av­ stað júst soleiðis, sum tær stóðu, og høvdu hvørki klæði, tannbust ella onn­ ur ting við sær. Beiggi Napoleon, Vermund, sum býr í Vestmanna, og sum eisini hevði verið hjá teimum á Barnadeildini í Havn, fekk frí frá arbeiði, so hann kundi fara niður við Ninu og Yanu. Tey komu niður á Ríkissjúkrahúsið fyrrapartin 23. oktober, og longu sama kvøld var Napoleon hjá teimum. Blóðkrabbi Yana hevur fingið diagnosuna blóð­ krabba ella »Akut Lymfatisk Leukæmi«, stytt ALL. Hetta er ein aggressiv krabba­sjúka, sum rakar tær kyknurnar í merginum, sum framleiða blóðkyknur. So hvørt, sum sjúkan breiðir seg, setir hon frísku blóðgerandi kyknurnar til viks, og sjúkar leukæmikyknur koma í stað­in. Um sjúkan ikki verður uppdagað í góðari tíð, er hon lívshættislig, men verður viðgerðin sett í verk skjótt, er góður møguleiki at koma seg – serliga hjá børnum. Í Føroyum verður krabbamein – Útlitini eru góð, og vit hava fingið at vita, at millum 80 og 90% av teimum børnum, sum fáa blóðkrabba á sama støði, sum Yana hevur, gerast frísk aftur. Men viðgerðartíðin er hálvttriðja ár, so tað er langur vegur á mál, staðfestir Napoleon Vestergaard úr Vági, pápi at tvey ára gomlu Yanu, sum hevur fingið blóðkrabba Vit kunnu bara mynd: Sunnleif Andreasen Lívið er fullkomiliga endavent, síðani tað varð staðfest, at lítla Yana er sjúk av leukæmi. Læknakanningar, viðgerðir og sjúka fylla nú alt vóna og bíða