hósdagur 19. desember 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
6
VIKUSKIFTI
staðfest hjá umleið einum til tveimum
børnum annað hvørt ár. Umleið annað
hvørt av hesum børnunum fáa diagnos
una »leukæmi«. Talið av børnum, sum
í Føroyum fáa leukæmi, er sostatt 0.5
árliga. Viðgerðin er sterkt kemoterapi
í langa tíð, og øll føroysk børn verða
send niður til viðgerðina.
Í Danmark fáa umleið 50 børn
diagnosuna ALL árliga, og Danmark
er sera frammaliga, tá um gransking og
viðgerð til krabbasjúk børn ræður.
Viðgerðin hjálpir,
hóast hjáárin
Eingin ábending er um, hví summi
børn fáa leukæmi, og Napoleon og
Nina hava heldur onga frágreiðing
fingið um, hví sjúkan skuldi raka júst
Yanu. Men vánirnar eru góðar.
– Sjúklingarnir verða býttir í tríggjar
bólkar: »standard«, »medium« og
»high risk«. Yana er tíbetur í bólkinum,
sum eitur »standard«, og tað merkir, at
hon hevur góðar møguleikar at koma
seg. Vit hava fingið at vita, at 80-90% av
øllum børnunum í hennara bólki koma
seg eftir viðgerðina, greiðir Napoleon
frá.
Fyrstu dagarnar á Ríkissjúkrahús
inum skuldi Yana ígjøgnum óteljandi
kanningar, har tey serliga kannaðu
blóðið og mergin.
– Hetta var gjørt fyri at finna útav,
hvussu viðgerðin skuldi skipast. Síðani
varð hon sett í eina aggressiva viðgerð
við ymsum sløgum av kemo. Fyrsta
mánaðin fekk hon kemo einaferð um
vikuna, men nú er tað umleið triðju
hvørja viku.
– Eftir fyrsta mánaðin fingu vit at
vita, at hon tók væl ímóti viðgerðini, og
at allar krabbakyknurnar vóru deyðar.
Men hon skal allíkavæl hava viðgerð
í hálvttriðja ár afturat, fyri at tryggja,
at hon er ordiliga frísk. Vit eru eisini
ávarað um, at stórur vandi er fyri
afturstigum, og at krabbin kann koma
aftur hesi árini, inntil viðgerðin er púra
liðug, vísir Napoleon á.
Hóast læknarnir hava staðfest, at
kemoviðgerðin drepur krabbakyknur
nar, og at viðgerðin sostatt virkar, sum
ætlað, hevur Yana verið sjúk av nógvu
hjáárinunum, sum standast av tí eina
slagnum av kemo.
– Vit hava stórt sæð verið á sjúkra
húsinum, síðani vit komu niður. Vit
hava skilt á lagnum, at vit við tíðini
sleppa út av sjúkrahúsinum ímillum
viðgerðirnar, men tað eru vit næstan
ikki sloppin enn, tí Yana hevur verið
sjúk, og tá sleppa vit ongan veg.
– Hon hevur havt fepur, og í løtuni
er hon ússalig, tí hon hevur fingið
bruna í brisið. Nú fær hon antibiotika
og morfin fyri tað. Hon hevur nakað av
pínu og svevur fyri tað mesta. Tey taka
blóðroyndir av henni fýra ferðir um
døgnið, sigur Napoleon hugtungur.
– Men tey hava sagt okkum, at tað
er vanligt at børnini fáa nógv hjáárin,
tí kemo er so hart fyri kroppin. Tey
hava eisini greitt okkum frá, at tað er
serliga hart í fyrstuni, tí tey byrja við
sera sterkum kemo, men seinni verður
tað veikari.
Eitt annað hjáárin, sum ofta verður
tengt at kemoviðgerð, er, at hárið dettur
av.
– Í fyrstuni misti hon nakað av hári,
men nú er tað steðgað. So hon er ikki
blivin púra skallut, hóast hárið er blivið
øgiliga tunt. Vit vita ikki, um tað man
fara at detta heilt av.
Vóru júst flutt heim
Napoleon og Nina Vestergaard vóru
annars júst flutt aftur til Vágs at búgva
– bert ein mánað frammanundan, at
lítla Yana bleiv sjúk. Tey høvdu búð í
Teilandi, síðani tey giftust í 2009, men
keyptu hús í Vági í september í ár og
skuldu nú festa búgv í heimbygdini hjá
Napoleon.
– Men vit náddu ongantíð at flyta
inn. Vit keyptu húsini, seinast eg var
heima – bert tveir dagar áðrenn eg fór
avstað aftur - og vit náddu bara at flyta
nøkur ting inn. Vit skuldu flyta inn av
álvara, tá eg kom heim aftur. Nú verður
tað so ikki fyrr enn um hálvttriðja ár,
staðfestir hann.
Napoleon og Nina hava einki fingið
at vita um, nær tey kunnu sleppa heima
ftur til Føroya at vitja. Men tey vita, at
viðgerðin tekur 2,5 ár – og tað er, um
alt gongur væl. Í løtuni bíða tey eftir at
fáa eina íbúð á sjúklingahotellinum, og
komandi árini verður tað heim teirra.
– Síðani vit komu niður, hava vit
stórt sæð bara verið á sjúkrahúsinum.
Vit hava eina stovu fyri okkum sjálvi,
og eg sovi á bóli á gólvinum. Nina er
við barn – hon er sett at eiga 16. februar
– so hon hevur stóran búk nú og er
rættiliga besverað, so tað er gott, at vit
bæði kunnu vera um Yanu.
– Vit hava onga familju her í Keyp
mannahavn, men foreldrini hjá mær
eru niðri í løtuni, tí pápi mín eisini er
í viðgerð fyri krabbamein her á Rìkis
sjúkrahúsinum. Tá hann vónandi hevur
fingið tað betri, vera tey verandi her
hjá okkum – í øllum førum inntil Nina
hevur átt, greiðir Napoleon frá.
Hjúnini hava ikki fingið hjálp ella til
boð um at tosa við nakran ráðgeva ella
sálarfrøðing. Tey tosa nógv við læknar
og sjúkrasystrar, sum eru vinarlig og
skiljandi Og tey hava tosað nógv við
eitt annað føroyskt par har á deildini,
hvørs dóttur hevur verið sjúk av blóð
krabba, men nú er vorðin frísk. Eisini
er ein bólkur á Facebook fyri foreldur,
sum hava børn við leukæmi, og har
hava tey leitað sær góð ráð frá hinum
foreldrunum.
– Tað er ótrúliga gott at hava onkran
at tosa við, sum kennir til støðuna, stað
festir hann.
Eingin jólahýrur
Fyri tey flestu er henda ársins tíð merkt
av jólahugna og -stákan. Men fyri fam
iljuna Vestergaard, sum í løtuni er á
semi-intensivu barnadeildini á Ríkis
sjúkrahúsinum, fylla jólini ikki nógv.
– Tað hevur verið svingandi, hvussu
Yana hevur havt tað, orsakað av nógvu
hjáárinunum. Fyri tíðina er dagurin
fullur av kanningum, blóðroyndum og
læknavitjanum. Tað fyllir alt.
Napoleon heldur ikki, at lítla diddan
heilt skilir, hvat tað er, sum hendir, og
hví tey nú skulu vera á sjúkrahúsinum
allatíðina. Hon er bert tvey ára gomul,
og dugir ikki ordiliga at tosa enn, so
tað er torført at vita, júst hvussu nógv
hon skilir.
– Vit ganga bara her á hospitalinum
og mala og hava ikki verið nakrastaðni
úti. Vónandi fáa vit íbúðina fyri jól, og
vónandi fær Yana tað betri, so vit kunnu
sleppa eitt sindur út av sjúkrahúsinum,
heldur Napoleon og leggur afturat,
– Eg veit ikki. Dagarnir ganga bara,
og vit hopa og bíða. Tað er ikki so nógv
annað at gera.
Fyri trimum mánaðum síðani vóru Napoleon, Nina og lítla Yana ein púra vanlig familja. Tey vóru júst flutt heim til Føroya og høvdu keypt hús – og tey
gleddu seg at festa røtur í Vági. Men tann 23. oktober broyttist alt eftir fáum tímum. Tá varð staðfest, at lítla Yana hevði krabbamein í mergi og blóði
mynd: privat