hósdagur 19. desember 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
10
VIKUSKIFTI
Bókahátíðin
Jólatíðin er bókahátíð. Óteljandi bøkur verða givnar út, og vit
keypa og lesa bøkur sum onga aðra ársins tið. Her peika vit á
nakrar góðar bøkur, tú kanst lesa ella geva í gávu í desember
Alt av kærleika
Dagny Joensen hevur vitjað fýra
føroyskar kvinnur, sum blaðungar
fóru av landinum við amerikanskum
monnum, sum vóru komnir til Føroya
at arbeiða í Mjørkadali. Kvinnurnar
greiða frá sínum lívi í USA, og hvussu
tað var at rýma frá øllum tí heimliga og
kenda og finna seg til rættis í nýggjum
landi og skapa eina tilveru har.
Dagny Joensen: Alt av kærleika
Skemtitekningar hjá Óla P
Óli Petersen hevur í 25 ár teknað
skemitekningar til baksíðuna á Sosialinum,
og á hvørjum ári hevur Sosialurin savnað
hesar tekningar í bók, sum er givin út
ímóti ársenda. Tekningarnar eru eitt
slag av viðmerkingum til árið, ið fór.
Óli P: Skemt 2013
3 gullkorn um dagin
Óli Breckmann hevur savnað klók orð
í eini bók, hann kallar »3 gullkorn um
dagin«. Bókin er sett upp við trimum
sitatum til hvønn dag. Kendir politikarar,
vinnulívsfólk, listafólk, rithøvundar
og onnur verða endurgivin í bókini,
sum kann seta tankarnar í gongd.
Óli Breckmann: 3 gullkorn um dagin
Eg eri næstur
Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað 53 yrkingar, sum er
smáir løgasteinar, sum gingið verður eftir – summir hálir, summir
ikki. Oddfríður hevur skrivað yrkingar og stuttsøgur og hevur
verið við til at ritstjórna skaldskapartíðarritinum Vencili.
Oddfríður Marni Rasmussen: Eg eri næstur
Poetisk mynd av at eldast
Ein kvinna mitt í trýssunum stendur millum lítla
ommubarnið og gomlu mammuna. Frásøgukonan
í søguni »Hinumegin er mars« missir spakuliga
mammuna, sum fær heilabløðing, verður dement
og fjarar burtur. Men hon missir ikki bara
mammuna, hon sær eisini sína egnu ellisframtíð.
Tveir veruleikar, sum tey fæstu vilja ella duga
at seta orð á. Nýggj føroysk skaldsøga.
Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars
Lætt og leskiligt
Enn ein bók í røðini »Lætt og leskiligt« er nú
komin út. Hesaferð eru 84 heilsugóðar og
leskiligar uppskriftir í bókini. Høvundarnir
hava raðfest, at uppskriftirnar er fjølbroyttar,
sunnar og lættar at gera, og tær hava fingið
íblástur úr útheiminum til uppskriftirnar.
Jóhanna á Tjaldrafløtti & Elisabeth
Akursmørk: Lætt og leskiligt 4
Eitt skendskt morð verður framt
Líkið av eini ungari kvinnu verður funnið uppi við Oyggjarvegin. Ungi
løgreglumaðurin Einar Meyer verður settur á málið og skal saman við
ríkisløgregluni leita eftir einum ísakøldum psykopati. Páll Nolsøe hevur
skrivað spenningssøgu, sum gongur fyri seg í heimligum umhvørvi.
Páll Nolsøe: Brot
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Trolarin, ið sakk
Í 1972 sakk trolarin Sundaberg í Ný Foundlandi. Birgir Waag
Høgnesen hevur tosað við menn, sum vóru við hendan túrin, og
teir greiða í bókini »Tá Sundaberg sakk« frá tilburðinum. Hevur tú
áhuga fyri skipum og fiskiskap, er hetta ein uppløgd bók til jólini.
Birgir Waag Høgnesen: Tá Sundaberg sakk
Søgan um brøðurnar
Brøðrarørslan hevur eitt serligt pláss í føroyskari søgu. Hon kom til
landið síðst í 19. øld og brúkti ymsar partar av føroyskari mentan,
serliga málið, til at evangelisera. Í Føroyum er hægsta tal av brøðrum
í heiminum, og viðfevnda luttøkan hjá rørsluni í almennum og
mentanarligum viðurskiftum er uttan líka aðrastaðni. Tórður Jóansson
hevur granskað søguna hjá brøðrarørsluni, sum nú kann lesast í bók.
Tórður Jóansson: Brøður í Føroyum