hósdagur 19. desember 2013síða 54
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
16
VIKUSKIFTI
lagt til rættis: Inna Törnroos
Fiksa tað fínt
Alt nýtist ikki at vera, sum tað altíð hevur verið á jólum. Ein jólakransur
kann faktiskt gerast úr klemmum og eitt jólatræ av litríkum klisturbandi
Klemmukransur
Hetta kann verða heimsins lættasti kransur at gera
At eiga inni:
■ 80 cm av kraftigum stáltráði
■ 24 klemmur
■ Reyða, hvíta ella grøna máling
■ Lítlan pensil
■ Hvítar ella reyðar perlur
■ Reytt band
■ Grann
Jólatræ á vegginum
Um tú er troytt av dryssandi granni ella bara
hevur ein hvítan vegg, sum tú kanst gera okkurt
stuttligt við, er hetta eitt frálíkt hugskot
At eiga inni:
■ Litríkt klisturband – sokallað washitape
■ Jólatræspynt, ið kann klistrast á veggin
■ Lineal og blýant
Ger soleiðis: Mála klemmurnar í tí litinum, tú hevur
valt tær. Mála eina síðu í senn, og bíða til tað hevur
turkað. Drag eina perlu á stáltráðin og set eina klemmu
á tráðin við síðuna av perluni. Ger soleiðis annaðhvørt,
til allar klemmurnar eru nýttar. Bind stáltráðin saman
og goym endarnar við vøkrum bandi og granni.
Ger soleiðis: Nýt lineal og blýant at tekna eitt
jólatræ upp á veggin. Byrja síðani at klistra á veggin
– antin við einum slagi av klistribandi ella við fleiri
sløgum. Pynta við stjørnu ella jólatræspynti.