hósdagur 19. desember 2013síða 56
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
18
VIKUSKIFTI
100 ára minni
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í hesum mánaðinum eru hundrað ár
síðani tann størsta skaðamánaðin í
útróðrarsøguni hjá norðoyingum og
størsta skaðamánaðin í føroyskari út
róðrarsøgu yvirhøvur.
Tað var í desember 1913, at fýra
bátar úr Norðyggjum fórust, og at 25
menn í bestu árum sjólótust. Ein bátur
var úr Svínoy, ein var úr Norðdepli,
ein var úr Kunoy, og ein var av Skarði.
Svínoyarbáturin fórst 13. desember, og
hinir tríggir fórust tollaksmessudag.
Av teimum 25, sum ikki bóru boð í
bý, vóru 15 familjumenn, og eftir teir
sótu fimtan einkjur og 39 børn sum
faðirloysingar.
Hetta var sætti svínoyarbáturin,
sum fórst í einum stórum hálvthundrað
ára tíðarskeiði, og á Skarði varð hesin
feigdardagurin mønustingurin fyri
bygdina. Lítla smfelagið hóðraði ikki
undan, at tríggir bátar vóru burtur
gingnir og tilsaman 16 menn vóru sjó
lætnir í 1835, 1872 og í 1913.
Tað rakar meint hjá tí, sum missir,
um tað so er í stórbýi ella í lítlari bygd.
At hesir missirnir vóru so ógvuliga
meinir fyri bygdirnar og samfelagið alt
verður undirstrikað, tá ið talið á teimum,
sum fórust í bestu arbeiðsárum verður
samanhildið við fólkatalið í bygdunum.
Sambært fólkateljingini í 1916 búðu 200
fólk í Svínoy. Í Kunoy búðu 146 fólk, og
á Skarði búðu 21 fólk.
Á Skarði
J. Símun Hansen sigur í Havið og vit
soleiðis um tollaksmessudagin 1913 á
Skarði, tá ið sjey menn fórust í aldrinum
15-51 ár:
Tollaksmessudagur kom, ein avbera
vakur morgun, dýrdarveður, og hópur
av bátum leitaði til havs, eisini skarðs
menn. Men skjótt er Harranum um.
Brádliga sum eitt skot brendi hann á av
landnyrðingi, og tað ikki við eirindum,
skrið stóð eftir sjónum og kolasvart í
kavaroki. Har hjálptu hvørki kreftur
ella skil, um teir vóru staddir út frá
landi, sjálvt mætastu sjógarpar máttu
lúta í so ójøvnum bardaga.
Tað einasta og seinasta, sum vistist
um bátin av Skarði, var, at ein kunoyar
bátur henda sama morgun róði fram
við kíkum og øðrum, sum teir hildu seg
kenna og vera av Skarðbátinum.
Seks vóru húsini nú á Skarði, og
sum í 1835 mistu tey øll forsyrgjaran
henda sorgardag. Av mannkyni var
bert Jóannes eftir, hann var tá 70 ár og
lagstur burturúr, og tríggir dreingir,
tann elsti konfirmeraður.
Fyrstu árini sóust ongi tekin til, at
nakar fór at rýma, og lívið gekk sína
gomlu gongd. Ein maður úr Kunoy flutti
norður til Skarðs at búgva, men vetrarnar
1917 og 1918 fóru nøkur húski heim til
Haraldsunds og onnur yvir til Kunoyar
at vera. Tey komu tó aftur til Skarðs móti
sumri, og í 1918 varð ein drongur føddur
har norði. Veturin 1918-19 fluttu aftur
nøkur húski burtur, og tað hjálpti sum
vera man ikku um arbeiðslíkindini hjá
teimum, sum eftir sótu. Henda veturin
reyk bert í trimum húsum, og so gjørdu
eisini tey av at rýma.
Tann 26. januar 1919 fóru tey at
bera seingjarklæði og húskiráð oman
á Kleiv... Eina løtu eftir legði ein tigandi
bátur frá landi við børnum og aldrandi
kvinnum innanborða, 9 í tali. Leiðin
gekk norður um nakkin og yvir til
Kunoyar, meðan tær síðstu gløðurnar
sortnaðu á grúgvuni. Síðani tá hevur
verið øskukalt á Skarði, sigur J. Símun
Hansen um avleiðingarnar fyri bygdina
fyri hundrað árum síðani.
Í summar var hátíðardámur á Skarði,
og nógv fólk var savnað, tá ið minnis
varði varð reistur í bygdini.
Kunoy
Tvær av teimum trimum bygdunum í
Kunoy mistu bátar og fólk feigdardagin,
sum tollaksmessudagur fyri hundrað
árum síðani var.
Heimi í bygdini í Kunoy fórust seks
menn í aldrinum 16-50 ár. J. Símun
Hansen skrivar soleiðis um henda
dagin í Kunoy:
Tað var ein avbera vakur dagur, tá ið
hann kom úr kavi og lokkaði mangan
bátin til havs. Men ofta býr fals undir
fríðum skinni. Komnir á fiskileið brendi
hann á av landnyrðingi og kølsvart
kavaok. Tá ið vestfallið kom, gjørdist
sjóvarillskan við oyggjarendarnar ov
stór fyri opnar bátar. Tveir vóru bátarnir,
sum fóru úr Kunoy henda morgunin.
Annar var komin inn undir land, tá ið
veðrið kom, og sleit heim í bygdina,
men seksmannafarið Samløgan kom
ikki aftur.
Norðdepli
Við norðdepilsbátinum fóru henda
tollaksmessudagin seks menn í aldr
inum 16-46 ár.
J. Símun Hansen sigur, at teir høvdu
egndan reiðsskap frá degnum fyri, men
teir vandaðu veður og settust aftur.
Henda morgunin hildu teir líkindini
vera frægari og fóru út millum
Grynnurnar. Teir høvdu sett, tá ið
hann brast á um sjeytíðina á morgni í
myrkri og komandi vestfalli. Stutt eftir
róku árar og onnur bátsútgerð á land
á Viðvík, og menn ivaðust ikki í, at tað
var av norðdepilsbátinum.
Svínoy
20. desember í 1912 varð Svínoy rakt av
ófatuliga stórari vanlukku og nívandi
sorg, tá ið fimm unglingar sjólótust, tí
báturin, sum teir vóru á útróðri við,
varð niðursigldur av brestkum trol
ara.
Og í jólamánaðinum árið eftir,
tann 13. desember fyri hundrað árum
síðani, varð bygdin aftur rakt. Henda
dagin fórst Havgásin við seks monnum.
Harvið misti bygdin í eitt ár ellivu
menn í besta aldri.
Svínoy var óført útróðrarpláss. Har
er tvírøtt, og henda 13. desember í 1913
vóru seks bátar á útróðri. Ein bar ikki
boð aftur í bý. Hinir fimm komu undan.
Hvussu tað kendist hjá teimum sæst í
frágreiðingini á næstu síðu.
Desember mánaði 1913 fór illa við Norðoyggjum, tá ið Skarð fekk
møgustingin og Svínoy annan jólamánaðin á rað misti fleiri av sínum
raskastu monnum, og eisini bátar úr Norðdepli og Kunoy fórust
á útróðri fyri 100 árum síðani
25 fórust
Í summar varð minnisvarði reistur á Skarði. Bygdin varð avtoftað
í 1919. Hon kom ikki undan feigdardegnum á tollaksmessu
fyri hundrað árum síðani, tá ið triði skarðsbáturin fórst