hósdagur 19. desember 2013síða 60
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
22
VIKUSKIFTI
lagt til rættis: Eydna Skaale
Gomlu føroysku jólasiðirnir
Sum halda enn í dag
Um ikki at bera jólini útaftur
Jólatrøll
Blíðskapur og jól hanga saman. Vit geva
okkum stundir at vitja hvønnannan hesa tíðina,
men vit leypa eisini inn á gólvið – serliga
dagarnar undan jólum – tá vit bera gávur út
til familju og vinir og ynskja gleðilig jól.
Tá er týdningarmikið at vit ikki bera jólini
útaftur – tað merkir, at vit ikki fara tómhent útaftur.
Gamalt var, at um gestir – eisini teir, sum bara
stukku inn á gólvið – fóru tómhent útaftur, bóru
teir jólini við sær avstað. Og tað er ikki lukkuligt.
Hóast stundir ikki eru til tann stóra
og hugnaliga drekkamunnin við tíggjutals
smákøkum og konfektsløgum afturvið, so kann
ein mandarin ella ein karamella, sum verður
stungin í hondina, gera allan munin, so jólini
framhaldandi vera verandi eftir í húsinum.
Men tað er ikki nóg mikið, at tað verður
boðið – gesturin má undir ongum umstøðum fara
tómhentur avstað aftur. Tað er tí ikki lukkuligt
at siga nei takk, hóast vit øll munnu vera full
uppundir anga hesa tíðina. At taka av tí, sum
verður boðið, er ein alneyðug skylda – um ikki
annað, so fyri ikki at bera jólini útaftur.
Eru øll handalig arbeiði, sum ikki eru liðug
áðrenn klokkan 18 jólaaftanskvøld. Jólatrøllini
vórðu hongd upp til spott og speð, og tískil
kýttu fólk seg av øllum alvi, fyri at fáa tað
frá hondini, sum tey vóru byrjað uppá.
Jólatrøllið er ein góð áminning um, at vit
ikki skulu byrja uppá meiri, enn vit klára at gera
liðugt – serliga hesa ársins tíð, tá vit øll hava
meiri enn nóg mikið. Raðfesting er lykilin, og
tað sum ikki náa, skulu vit bara lata vera ógjørt
– jólini verða heilt víst eins góð allíkavæl.
At verða jólaskekil
Jólavættrar
Ein jólaskekil er eitt barn, sum er flongt
undan ella á jólum. Tað var hildið at
vera stór skomm at verða jólaskekil,
og tað var eisini nýtt sum ein hóttan,
fyri at fáa børnini at vera góð.
– Um tú ikki gevst í stundini, endar
tað við, at tú verður jólaskekil!
Nú munnu tað vera fá børn, sum
ræðast hóttanir um at verða flongd,
tí tað er sum kunnugt ikki loyvt.
Men man kundi kanska hugsað
sær, at jólaskekilin í dag varð tað
barnið, sum skikkar sær so mikið
illa, at i-paddurin verður tikin frá
tí. Tað er helst ein hóttan og ein
skomm, sum dagsins børn betri
skilja, og sum tey vilja gera alt
fyri at sleppa undan at uppliva.
Langt áðrenn jólamaðurin flutti til Føroya,
búleikaðust vættrar og huldufólk her.
Huldufólkini vóru grá, og vættrarnar vóru
eisini í gráum klæðum, men høvdu reyða
húgvu og skegg. Sum heild livdu føroyingar í
sátt og semju við bæði huldufólk og vættrar,
men tey vóru hevnisom, um onkur gjørdi
teimum ónáðir ella ikki fór væl við teimum.
Vættrarnar búðu í steinum og hjálptu
fólki, sum vildu teimum væl.
Nógv seinni kom jólamaðurin til Føroya, og
hann var tá ikki í reyðum klæðum, men í koti
og knæbuksum. Hann búði hvørki í Grønlandi
ella á Norðpólinum, men í fjøllunum.
At fara væl um umhvørvið fer
helst aldri av móta – og tað gera
jólavættrarnar – ella jólamaðurin fyri
tann saks skyld – vónandi heldur ikki.
Jólaknettir
Tey royndu av øllum alvi at sleppa á flot,
fyri at tryggja sær jólaknettini, soleiðis,
at tey skuldu fáa okkurt fekst á jólum.
Aftansfiskur var tiltikin, og jóladag
borðreiddu tey, ið áttu kjøt, við tí – antin
gás ella røstum kjøti. Men at fáa fekst hesa
ársins tíð var forkunnugt, og tí var nógv lagt
fyri, so at jólaknettini skuldu koma í hús.
Jólaknettini vóru oftast etin annan dag.
Í dag eru ikki bert jólini, men allur desember
mánaður – við øllum jólaborðhaldunum,
ið har til hoyra – tjokkaður av kjøti og sós.
Eftir øll jólabroðhaldini koma sjálvi jólini við
gás, dunnu, røstum kjøti, steikum og øðrum
tungum døgverðum, og tað er tí vælsignað
fyri bæði kropp og sál at fáa ein døgverða
við feskum fiski omaná alt jólakjøtið.