hósdagur 19. desember 2013síða 62
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
24
VIKUSKIFTI
svínoyarbátar
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Seks svínoyarbátar við umleið 40
monnum vóru á útróðri 13. desember
1913 ella fyri hundrað árum síðani. Ein
bátur, Havgásin, bar ikki boð í bý, og
seks menn sjólótust.
Ein av teimum, sum komu úr
vandanum henda dagin, var Jógvan
Justinussen ella Jógvan Uppi í Húsi, sum
hann varð nevndur. Fyri hálvthundrað
árum síðani, greiddi hann Roberti
Joensen frá um hendingina. Í jólabókini
Hugnalig jól hetta sama árið stendur
frágreiðingin, sum tað her verða tikin
brot burturúr.
Jógvan var við rúmliga seksmanna
farinum Beskytteren. Um heystarnar
róðu svínoyingar úr víkini við seks
mannaførum, og umframt Havgásina,
sum gekk burtur, og Beskytteren, vóru
hesir bátar á útróðri henda dagin fyri
hundrað árum síðani: Oddur, Ormurin
Langi, Svanurin, Svínoyggin og Gamla
Laura.
Jógvan Uppi í Húsi greiddi soleiðis
frá:
Henda morgunin stóð barometrið í
botni, og vit fóru í myrkri og settu fyri
lýsing Úti í Miðhavi hjá svínoyingum.
Veðrið var hampuligt, meðan vit settu
línurnar, men hann stóð sum ein
ímpottur sunnanfyri, og skjótt gjørdi
hann nógvan vind á útsynningi. Vit
settu í suðurráki fýra langar línur, 50
stykki tilsaman. Hjá okkum vórðu
línurnar drignar inn av kraft, og eingin
talaði um at ganga frá. Vit fingu passa
liga tungan bát av sløgdum fiski og
kastaðu grótið út.
Siglingin
Vit vóru norðasti bátur, og eftir um
støðunum lógu vit ringast fyri, tá ið
innaftur skuldi farast. Tað var okkum
øllum greitt, tá ið seglið skuldi setast,
at hetta kom at vera ein vandaferð, um
tað eydnaðist okkum at skera inn fyri
broddin. Tað vil siga at koma inn um,
áðrenn broddurin kemur, so at neyðugt
verður at leggja á broddin.
Her var eingin tíð út at geva.
Jóhannes í Ovasta húsi fór til róðurs,
og seglið varð sett. Sivar sat í læborði á
rúmbekki og skuldi oysa, Poul Jóhannes
sat í luborð á lærbekki, Símun sat í
luborð á rúmbekki, Poul Hans Michael
sat í luborð á bógbekki, og Oliver sat
í luborð á toftubekki. Hann sat við
dragið, sum gekk inn undir bógbekk, og
eg sat í læborð á toftubekki, hattleysur
og helt hendurnar inn í seglið – í
honkina, sum eg skuldi toga í, um segl
skuldi lækkast.
Sivar mælti til at repa seglið, men
einki varð svarað til hetta. Eina løtu eftir
at seglið var sett, og báturin hevði fingið
ferð, kom ælið norður eftir havinum og
á bátin. Tá tognaðu spennini so nógv, at
seglið mátti leggjast, og tá ið ælið kom
á okkum, var vindurin helvtina meira,
enn hann hevði verið, stormur at kalla.
So nógv vóru spennini tognað, at tey
máttu spennast heilt av nýggjum, og so
varð seglið aftur sett.
Broddurin
Áðrenn vit komu inn ímóti broddinum
á Fugloyarfirði, sum okkum ikki eydn
aðist at skera inn fyri, rópti ein av báts
skipanini, at ein táttur í blokkinum, sum
dragið gekk ígjøgnum, brast, og tað
gekk meiri sjógvur á bátin tá í løtuni,
enn oysast kundi út um aftur.
Sivar bóndi, sum var í rúminum,
segði eisini fyri mongum manni, at
so nógv stóð á bátinum undir hesari
sigling, at stundum stóð sprænurin upp
millum súðirnar í rúminum á hesum
væl bygda báti. Og sjálvur sá eg, at so
nógv gav báturin seg, at stundum var
snældan minst ein tumma niður frá
bógbekki. Men siglast mátti, skuldu vit
hava vónir um at koma inn um broddin.
Frætt havi eg frá øllum monnum, sum
við vóru, at vit roknaðu allir við at
doyggja, tá ið lagt varð á broddin.
Tá ið fyrsta stóra brotið kom á okk
um sunnanífrá úr broddinum, spurdi
Olivar meg, um hann ikki skuldi
lækka seglið og geva út av dragnum.
Eg svaraði nei. Tí tók róðursmaðurin
bátin norð móti Fugloynni, so at hesin
sjógvurin hevði brotið tvær ferðir,
áðrenn vit fingu hann. Í somu stund
tók eitt annað brot seg upp so nær
bátinum, at ikki bar til annað enn at
halda ímóti. Tá spuredi bróður meg
aftur, um hann ikki skuldi lækka seglið.
Eg svaraði, at hann skuldi ikki lækka
seglið, fyrrenn róðursmaðurin rópti á
hann so at gera.
Hvussu vit komu ígjøgnum hetta
brot, dugi eg ikki at greiða frá, men
uppfyri komu vit, og tá ið vit komu
uppfyri, slongdust tríggir toskar úr
bógrúmi og aftur í rúmið. Sivar syfti
hesar toskar aftur í skut.
Vit sluppu inn um broddin og úr
vandanum. Tá ið vit vóru komnir væl
innum, hugdu vit eftir bátunum, sum
sigldu sunnanfyri, og tá sóu vit, at
eitt segl restaði. Sum so mangan her
á landi kom sorg í mangt heimið í
Føroyum hetta árið upp undir jól, og
var tað eitt undur, at mangir við mær
sluppu úr vandanum, greiddi Jógvan
Justinussen Uppi í Húsi í Svínoy frá
fyri Roberti Joensen fyri hálvthundrað
árum síðani.
Hugsaðu sítt
Poul Jóhannes Poulsen, Pollarin nevnd
ur, mundi vera hin seinasti av teimum,
ið vóru á útróðri henda dagin, sum
fór undir grønu torvu. Hann var væl
kendur maður, var skemtingarsamur og
visti frá mongum at siga frá.
Jukim Olsen, sáli, segði, at svínoy
ingar minnast, at hann skuldi siga, at
hann – sum altíð – sat við einari skrá
í munninum, tá teir sigldu inn. Tá teir
komu í broddin, var hann so fullvísur
í, at teir ikki fóru at bera boð í bý, at
hann spýtti skráina fyri borð. Hann helt
ikki, at tað hóskaði seg at sjólátast vit
skrá í munninum!
Svínoyingarnir sigldu undan
deyðanum
Jógvan uppi í Húsi greiðir frá, hvussu hann upplivdi siglingina, sum galt lív og
deyð hjá honum og teimum, hann var saman við og fýra øðrum Svínoyar bátum
Svínoyingar hava varðveitt nógvar av gomlu útróðrarbátunum, og tá ið
útoyggjastevnan var í Svínoy í juni 2012, vóru fleiri teirra sýndir fram
Á ólavsøku í ár vóru fleiri av bátunum, sum svínoygar róðu út við, sýndir fram