Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-19, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 2013síða 66

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2013 28 VIKUSKIFTI Jólagávur til hansara lagt til rættis: Eyðun Klakstein Nøkur Bóð upp á praktiskar, elegantar og øðrvísi jólagávur til mannin Franskur cafétónleikur Fá franskan café stemning í stovuna við gomlum klassikarum úr Fraklandi. Ein fløgupakki við trimum fløgum bjóðar 75 sangir við listarfólki sum Edith Piaf, Josephine Baker, Gilbert Bécaud, Jean Gabin, Fernandel og fleiri. Hugnaligur og avslappandi tónleikur at koyra frá, tá ið tú skalt taka tær av løttum við einum kaffimunni. Trúgv mær – eg lúgvi! Tá ið amerikumaðurin Ryan Holiday skuldi hava umtalu av einum filmi, gjørdi hann eina slatursøgu um, at ein skúli ætlaði at boykotta filmin, tí hann var um ungdóm og drykkjuskap. Hendan søgan fór beint í teir etableraðu miðlarnar. Hetta er bert ein av søgunum hjá Ryan Holiday, sum eina tíð livdi av at lumpa miðlarnar. Les um hansara upplivingar í bókini »Trust me I’m lying«. Maskina til tann praktiska Ein DeWalt skrúvumaskina kann loysa nógvar trupulleikar og gera nógv arbeiði lættari. Lurta væl Nýggi Solemate hátalarin frá fyritøkuni Jabra hevur fingið navn eftir undirsíðuni á hátalaranum, sum kann minna um eitt par av skóm. Hátalarin kann spæla tónleik í 8 tímar uttan steðg og samband fast við hann bæði við leidningi og tráleyst. Dior Homme Fyri tveimum árum síðani kom Dior við hesum eleganta luktilsi til menn. Nøsin handan luktin er Francois Demachy, og hann hevur rakt plett við einum rættiliga góðum kvøldarlukti, sum setur prikkin yvir i’ið, tá ið maðurin skal út millum fólk. Elegant slipsanál Brúkar maðurin javnan slips, kann tað vera, at hann hevur brúk fyri einari slipsanál, sum vil nakað. Millum kendu merkini, sum gera snøggar – og dýrar – slipsanálir er Louis Vuitton, sum kanska serliga kent fyri sínar taskur. Ein slipsanál frá Louis Vuitton fæst fyri einar 2000 krónur. Retro radio Ongantíð er nýggja tøknin so framkomin og umfatandi, at tú kundi hugsað tær at sløkt streymin – um hann ikki fer sjálvur – og farið aftur í tíðina. Her ber til at verða retro eina løtu við einum radio, sum skal vindast í gongd. Av merkinum Kikkerland. Lummafløska Ein lítil lummafløska kann verða hent at eiga – og hava uppi á sær. Tær finnast í nógvum skapum og litum. Hendan er gjørd úr kopari, men tær blonku stálfløskurnar eru eisini flottar og praktiskar at eiga. Lummaturriklæði Rættir gentlemen hava eitt lummaturriklæði uppi á sær. Tað er praktiskt og elegant. Tú ert næstan cool, tá ið tú ert forkølaður, og skalt tú turka ein vatndropa av borðinum, kanst tú av álvara flagga við tínum lummaturriklæði. Fangandi skaldskapur Valini, vit gera, ávirka fleiri komandi ættarlið. Eisini tey val, tú gert. Khaled Hosseini hevur skrivað eina bók um, hvussu vit elska, hvussu vit taka okkum av hvørjum øðrum, og hvussu vit særa og svika. Og ofta verða vit ovfarin av okkara nærmastu. Skaldsøgan »And The Mountains Echoed« fæst eisini á donskum máli.