hósdagur 19. desember 2013síða 70
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2013
32
VIKUSKIFTI
yrking
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Dagur dettur av degi, og nú restar
lítið í, inntil sólin aftur fer at hækka
á luftini. Náttin millum 21. og 22.
desember er tann longsta. Tá er sólin
hægst á luftini hjá teimum sunnanfyri
ekvator ella linjuna, sum vit plaga at
siga, og tá stendur hon lægst á luftini
her hjá okkum á norðaru hálvkúlu.
Hon stendur lágt og tíðligani skýmir,
hundurin burtur úr túninum rýmir
og inni situr kúrandi Óli, tók Hans
Andreas Djurhuus til.
Hóast hon stendur lágt, so kennist
tað fjálgt at síggja hana, og vónirnar
birtast um, at eftir jólini og ofta køldu
og buldraligu januar og februar fer tað
aftur at vára, og um eitt stórt hálvt ár
verður aftur jóansøka.
Janus Djurhuus eigur eina yrking,
sum hann nevnir Vetrarsól. Yrkingin
var fyrstu ferð frammi upp undir jól í
1943 ella fyri júst 70 árum síðani. Hon
var fyrstu ferð at síggja í jólablaðnum
Jólastjørnan. Hetta jólablaðið kom út
fyrstu ferð í 1942, og tað varð útgivið
fram til og við 1973. Tey seinnu árini
var tað Nýggi Bókhandil, sum var út
gevari.
Tey fyrru árini var tað Norrønu
Forlagið, sum gav út. Menninir
handan hetta felagið vóru Christian
Christiansen ella Kissa, sum hann varð
nevndur, og svágur hansara, Petur W.
Háberg.
Umframt at geva Jólastjørnuna
út, gav felagið fleiri bøkur út. Eitt nú
Bumbur yvir Føroyar: Føroyar undir
enskari herseting, sum kom út longu
í 1946.
Í Jólastjørnuni fyri 70 árum síðani
eigur J. H. O. Djurhuus hesa yrkingina,
sum so mangan verður sipað til, og
sum tað so mangan verður tikið til
hesa ársins tíðina, tá ið sólin tíðliga á
degnum er á veg í kav og sást roða so
vakurt á luftini
Í hesi vikuni hevur ikki verið so
nógv at sæð til sólina, men fleiri dagar
í síðstu viku, tá ið henda myndin varð
tikin, sást vetrarsólin.
Tað var í jólablaðnum Jólastjørnuni, at yrkingin hjá Janusi
Djurhuus var at síggja fyri fyrstu ferð upp undir jól í 1943
Vetrarsólin 70 ár