leygardagur 29. mai 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
39
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Yamaha Virago 1100
Árg. 94, km 35.400.Til sølu fyri 80.000 kr.
Tlf. 317996 ella 283996
Landsliðsvenjari
í hondbólti
Søkt verður eftir landsliðsvenjara til A-landsliðið hjá
monnum í hondbólti. Seinasta freist at søkja er 4.
juni 2004. Umsóknin skal sendast til:
HSF
Postboks 1023 · 110 Tórshavn
Tlf. 319669
-tað
loysir
seg
Tórshavnar
Kommuna -
Løkatún
PDF
Universitetsútbúgvingar
á Náttúruvísindadeildini
Í summar kanst tú byrja at lesa á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Útbúgvingarnar eru:
• BSc í ravmagnsverkfrøði
• BSc í kolvetnisverkfrøði
• BSc í jarðalisfrøði
• BSc í teldufrøði
• BSc í lívfrøði
Verkfrøðingaútbúgvingarnar taka 3 1/2 ár,meðan hinar taka 3 ár.Útbúgvingarnar
eru skipaðar í modulum, og tí ber eisini til at melda seg til og taka prógv í
einstøkum lærugreinum.
Upptøkutreytir
Fyri at lesa lívfrøði krevst antin stødd-, alis- og evnafrøði á B-stigi ella B-stig í
stødd- og alisfrøði saman við C-stigi í evnafrøði og A-stigi í lívfrøði. Fyri at sleppa
inn á hinar fýra útbúgvingarnar krevst stødd-,alis- og evnafrøði á ávikavist stigi A,
B og C. Aðrar fortreytir kunnu koma upp á tal eftir nærri meting í hvørjum
einstøkum føri. Kunning um upptøkukrøv til einstakar lærugreinir fæst frá
Náttúruvísindadeildini ella á heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum www.setur.fo
Umsóknarbløð
Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum ella við at venda sær
til Náttúruvísindadeildina. Á heimasíðuni er kunning um útbúgvingarnar.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til Náttúruvísindadeildina, Postboks 2109, FO 165 Argir.
Umsóknarfreistin er 1.juli 2004.Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi 16.juli
2004. (Næstu ferð, tikið verður upp, verður í 2006).
Meir fæst at vita um lestrarmøguleikarnar við at vitja á Náttúruvísindadeildini í
Nóatúni 3 í Tórshavn ella við at ringja á telefon 352550.
C
M
Y
K
39
38
Pedagogar og hjálparfólk
til nýggja dagstovnin í Løkjatúni
Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir pedagogum og hjálparfólki til
dagstovnin í Løkjatúni at byrja 1. august 2004 ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eftir
- tveimum pedagogum at arbeiða 40 tímar um vikuna
- trimum pedagogum at arbeiða 35 tímar um vikuna
- tveimum hjálparfólkum at arbeiða 25 tímar um vikuna
Vit vænta
at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og
starvsfeløgunum. Dentur verður lagdur á, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
og megnar at taka avgerðir í tínum arbeiði.Vit vænta, at tú ert opin fyri
bygnaðarbroytingum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Charlottu á Váli Olsen, stovnsleiðara, tlf.
314989/257216 ella Katrin Petersen, samskipara, tlf. 315160
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 14. juni 2004. Viðmerkið umsóknina: "Pedagogur Løkjatún".
- tveimum hjálparfólkum at arbeiða 40 tímar um vikuna
www.torshavn.fo
Dagstovnurin við
Løkjatún
Í dagstovninum í
Løkjatúni fara at
ganga 72 børn í
aldrinum 0 til 8 ár
Stovnurin er skipaður í
eina vøggustovu og
eina barnagarðsstovu,
harumframt hýsir
stovnurin børnum úr
1. flokki í Argja skúla.
Vit bjóða
9 áhugaverd størv, har
starvsfólkið, saman við
leiðaranum fær
møguleika at seta sín
dám á stovnin og taka
lut í øllum tí, sum krevst
fyri at stovnurin skal
virka eftir ætlan