Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-12-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. desember 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. desember 2013 · Nr. 148 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Hjalti í Jákupsstovu Kjak síða 12 Pisa ella ikki pisa... Margit M. Baadsager Kjak síða 12 Komið øll og skrivi til Anniku Kringvarpið trilvar í blindum, á veg út á kringlutar og kreativar leið­ir. Nú verður øll útgerð, gold­in av skatt­ gjald­a­r­u­n­um, latin einum privatum smá­part­a­felag til fría nýtslu. Tað sama við øllum starvsfólkunum á stovn­u­num, sum fáa fría at­gongd til at arbeiða fyri sama smá­part­ a­fel­ag. Alt redaktionelt tilfar fer sama veg og kann frítt nýtast av sama felag. Og sendiflatan er lat­in víð­op­in – er enntá til sølu til hægst­ bjóð­andi. Tann, sum klárar at gjalda mest í pengakassan hjá priv­ata smápartafelagnum, fær at­gongd til sendiflatuna í almenna Kring­varp­ i­num. Er hetta sakligt og óheft, soleiðis sum kring­varps­lógin lovar okkum aft­ur fyri kringvarpsgjaldið? Svarið er nei. Afturat hesum sera kre­a­ti­va sátt­mála, kemur so tann veru­leiki, at bara ein fær hetta til­boð um lykl­ ar­nar til Kringvarpið. Kring­varps­ stjór­in og stjórin í Sp/f Fjølvinna eru, sam­bært sær sjálvum, av tí greiðu fatan, at eingin triði partur hev­ur sýnt ver­u­ligan áhuga at fram­leiða nýggj­ár­s­send­ing­ina. Vit loyva okk­ um at spyrja, hvat grundarlag ein slík meting byggir á. Allir almennir stovnar hava skyldu til at bjóða út keyp av vør­um og tænastum, sum hava eitt virði á meira enn 50.000 krónur. Boð­ini komu við rundskrivi úr Fíggj­ar­mál­ a­ráð­num 1. oktober og eru eis­ini galdandi fyri Kringvarpið. Tað gongur tó sjón fyri søgn, at kring­varps­stjórin er farin at selja burtur av øllum grundarlagnum undir okkara almenna public ser­ v­ice stovni. Hann hevur longu selt alla­n ítróttin til ÍSF og FSF, sum stýra send­i­flat­uni í KvF á tí økinum. At kalla all­ar sendingar skulu hava sín spons­or, áðrenn tær sleppa í luft­ ina. Nú gevur hann lyklarnar til eitt smá­part­a­fel­ag, sum fær frí­ar teym­ ar til at selja sendiflatu í al­menna sjónvarpinum og koyra peng­ar­nar í egnan lumma. Í­meðan snorksvevur Kring­ varps­stýr­ið. Rúni Heinesen, stýr­ is­for­mað­ur, dugir einki skeivt at síggja í nøkr­um av tí, sum fer fram. Kringvarpsstýrið, sum skuldi tryggja armslongd og ó­heftni millum public service og vald­ið, er ístaðin vorðin ein dýna, sum køv­ir all­an kri­tikk móti tí stovni, sum allir før­oyingar við lóg skulu gjalda fyri. Í meðan sleppa smart­ir sátt­mál­ar og fíggj­ar­ lig ser­á­hug­a­mál púra ótarnað at máa burt­ur alt trú­virði undan okkara public service stovni. Uttan trúvirði og óheftni er pub­lic service bara eitt eiti, og tá er argumentið fyri kring­varps­skatt­i­ num burtur. Um Kringvarpsstýrið ikki traðk­ ar í kar­ak­ter og tekur ábyrgd av hes­um stovn­i­num, so er bara at leggja frá sær. Vit hava ikki tørv á eini dýnu til at verja tað virksemi, sum í løtuni fer fram í tí stovni, sum hevur lógartryggjaðan rætt at krevja inn 3625 krónur frá hvørjum húski í landinum. Kringvarpsstýrið spæl fallit Hóast øll politisku bløðini eru farin á húsagang – uttan Sos­ial­ ur­in, sum í staðin gjørdi Javn­ að­ar­flokk­in til Før­oya rík­asta flokk, tá blað og flokkur skilt­ust við privatiseringini av gamla floksblaðnum, so livir gamla pol­it­iska pressan sítt fríska lív á neti­num. Í Klaksvík situr for­mað­ur­in í Norð­oya Sambandsfelag og stýr­ir Norðlýsinum – har sam­ bands­hógv­ar viðhvørt skína í­gjøgn­um, hóast blað­ið meira má metast sum lok­al­blað. Men tann sum ber prís­in, er gamli hondlangarin hjá Óla Breck­ mann í Sørvági, Ólav­ur í Beiti, sum saman við Gunn­ari Skúv­ a­dal nú rek­ur Vág­a­port­al­in. Og størri pol­it­isk­an boðfret finnur tú ikki. Bestu dømini um, hvussu Vág­a­port­alurin førir fólka­floks­ journ­a­li­stikk, er við­gerð­in av Jørg­en Niclasen í sam­bandi við, at Port­al­u­rin og Kring­varpið hava lagt fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­ an und­ir at vera ein óreiðiligan toll­svindl­ara. Sambært Beiti & Skúv­a­dal, so ger Jørgen Nicalsen ong­an feil. Tá hann verð­ur út­hongd­ur sum toll­svindl­ari á Portalinum og í Kring­varp­i­num, so finna Beiti & Skúv­a­dal skjótt ein eyg­ leið­ara, sum held­ur, at Jørgen Nicl­a­sen kom stryktur frá skuld­set­ing­u­num. Sjálv­andi er »eyg­leið­ar­in« dul­nevnd­ur, tí hann er jú ikki til. Og sjálv­andi kem­ur ein fíggj­ar­mála­ráð­harri ikki styrktur frá at verða skuld­ settur fyri svik. Og sjálv­andi hevur Jørgen Nicl­a­sen eitt stórt problem av has­um máli­num. Í síðstu viku høvdu Beiti & Skúv­a­dal aftur ein »floks­pol­ it­isk­an« vinkul upp á Jørgen- mál­ið. Hesaferð høvdu teir funn­ið fram ein »advokat«, sum metti, at Kring­varp­ið og Port­al­ur­in kunnu revast fyri skuld­set­ing­arnar um toll­svik. Men heldur ikki hesaferð hevði »advokaturin« nakað navn, tí tað er sjálvandi eingin ad­vo­ kat­ur, sum sigur slíkt – uttan kanska Annfinn Vitalis Han­ sen. Tað margháttliga av øll­um er tó, at tað var á Vága­port­al­i­ n­um at Jørgen Niclasen fyrst var skuldsettur fyri at hava snýtt landið fyri pengar. Tað var í einum lesarabrævi 26. mai í fjør, sum redaktørurin á Vága­ port­al­i­num gloymdi at lesa, áð­r­ enn hann legði tað út. Har vóru bæði løgmaður og Jørgen Nicl­ a­sen skuldsettir fyri at hava kostað landinum pengar. Í fjør heiðraði felagið hjá fjøl­miðl­a­fólkum fjølmiðlar fyri góð journ­a­listisk avrik. Dimma plagdi í hinum endanum at geva árs­ins neyðrakett til onkran, sum hevði gjørt okkurt býtt – sein­ast var tað blaðstjórin sjálv­ ur, sum var neyðrakettin, og tað er hann helst enn. Men er ikki onkur prísur, sum Ól­av­ur í Beiti og Gunnar Skúv­a­dal kunnu fáa fyri at royna at blæsa lív í annars stein­deyðu part­a­pol­it­isku press­una? Tað kundi kanska ver­ið »Árs­ins boð­fret­ur«? Hvør verður ársins boðfretur? Sum víst verður á í odd­a­ grein­ini om­an­fyri, so held­ ur Sosialurin at kring­varps­ nevnd­in hevur spælt fall­it við síni vánaligu hand­far­ ing av øllum pro­blem­a­tikk­ i­num við útsølini í Kring­ varp­i­num. Tað kunnu vit bara harm­ast um og vóna, at hasi fólk­ini skjótt leggja frá sær, ella at lands­stýr­is­maðurin í ment­a­mál­um sjálvur vakn­ar. Í síðsta enda er tað hann, sum hev­ur á­byrgd­ina av nið­u­r­bræð­ing­ini, sum stovn­ur­in er í fer­ð við. Í hesum døgum liggur eitt mál á ting­borði, sum kann hjálpa upp á fíggj­ar­ liga trup­ul­leik­an hjá Kring­ varp­i­num – og privatu miðl­ u­num. Tað er upp­skotið um at taka rættin at selja lýs­ ing­ar frá Kringvarpinum, at frí­taka kring­varps­gjald­ ið fyri mvg, so stovn­ur­in fær um 11 milliónir meira í kassa, uttan at kring­varps­ gjald­ar­in rindar meira í kring­varps­gjaldi. Men hetta uppskot ætla sam­gong­u­fólk­ini at fella, hóast Bjørn Kalsø, lands­ stýr­is­mað­ur, hevur nevnt somu loysn í einum skrivi til fíggj­ar­nevndina. Men av tí at talan er um eitt and­støðuuppskot, so skal tað bara fellast. So­leið­ is arbeiða samgongur í Før­ oy­um. Trupulleikin hjá privatu miðl­u­num verður tí bara tað størri. Tí nú skal uttan iva ganga í minsta lagi eitt ár, til Bjørn Kalsø kemur við sín­ari loysn, sum helst verður lík hesari. Men so skal Fólk­a­flokk­ ur­in helst skava eitt sindur brut­ur­av, so Kringvarpið ikki fær alt mvg'ið... Sum tíðin gongur, viknar trú­virði hjá Kringvarpinum. Stovn­urin missir sína støðu sum public service rás, tí alt er til sølu. Um eitt ár verður krav­ið helst at lata stovnin sigla sín egna sjógv, og at kring­ varps­gjaldið verður avtikið. Pol­it­isk­ur gróðrarbotnur er í tinginum fyri hesum ráki – sum kringvarpsleiðslan so íðin kyndir undir við sínum út av lagi vánaliga public service leiðsluhátti. Kringvarps­ gjaldið í vanda Skjótt er einki argument fyri at rinda kringvarpsgjald Eitt ávist afturhvarv hómast, tá tú lesur Vágaportalin. Partapolitiska pressan, sum langt síðani er steindeyð – livir sítt fríska lív við journalistikkinum hjá Beiti & Skúvadal