Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tórbjørn Jacobsen Tíðargrein síða 9 Løg­ mað­ur á ørvarenda Um nýggjársrøðu løgmans síða 14-15 Góð og væl pol­ erað røða At pengar og fíggjarlig áhugamál í størri mun enn fyrr stýra raðfesting í fjøl­miðlunum er sjón fyri søgn. Serliga pínlig er støðan viðvíkjandi Kringvarpinum, ið seinastu tíðina rætt­i­liga hevur verið á útsølu, so álv­ars­liga, at trúvirðið hjá stovn­i­ num er sett upp á spæl. Higanifrá hava ákoyringarnar ikki trot­ið – tí niðurbræðingin av Kring­varpi Føroya sum public ser­ vice stovni merkist beinleiðis á botn­linj­uni hjá okkum sum privat­ um miðli, sum einans hevur inn­ tøk­u av sølu. Kringvarpið krevur inn skatt frá fólki, sum við lóg eru tvung­in at gjalda 3.625 krónur í kring­varps­ skatti. Tí er tað ikki rætt, at hesin stovn­ur kappa­st við privatu miðl­ar­ nar á lýs­ing­ar­markn­að­i­num. Harvið verða privatu miðlarnir veikari. Men ólukkan við komm­ers­i­al­i­s­ er­ing­ini av Kringvarpi Føroya hev­ur nógv víðari avleiðingar enn sum so. Bara prinsippið um, at summmi fólk keypa sær atgongd til sendiflatuni hjá sjón­varpinum er eitt. Annað er, at tað verður gjørt nátúrligt, at ein veit­ari bara kann koma til Kring­ varp­ið við einum góðum hugskoti, og so fær hann fríar ræsur til alla sendi­út­g­erð, sendinet, starvsfólk í Kringvarpinum. Øll duga at síggja, at her er ein miðvís niðurlaging í gongd. Kringvarpið kann ikki gera eina sending, uttan at vit skulu vita, hvør hevur goldið fyri hana og hvør hevur latið vertinum klæðir. Tað ringasta av øllum er, at kring­varps­stjór­in sjálv­ur er for­ tal­ari fyri hesi niðurbræðing – og so at kring­varps­stýri og lands­stýr­ is­mað­ur­ við ábrygd av stovninum ikki rætta hond frá síðu. Tá Kringvarp Føroya og øll tann pol­itiska skipanin soleiðis gongur á odda, so er gróðrarbotnur skaptur fyri, at tað eisini er í lagi, at aðrir miðl­ar verða boðberar fyri ávís sjón­ar­mið. Tíðin er langt síðani far­in frá gomlu floksbløðunum. Men vit síggja tíðindaportalar, sum við av hand­a­hógvi merkt­um journ­a­l­i­stikki gera júst tað sama, sum gamla flokspressan gjørdi. Vit síggja eisini, at ónevnd, sterk fíggj­ ar­lig áhugamál keypa seg inn í eitt nú portal.fo. Hendan gongdin er ikki heppin – og tað er ikki heppið, at okkara al­ menna Kringvarp gongur á odda. Hetta er eitt skráplan fyri tíð­ ind­a­flutningin í Føroyum. Vit í Miðla­hús­i­num vita, hvat tað er at verða undir ávirkan av eigara, sum vil hava ávís sjónarmið fram. Tí var Miðla­húsið gjørt óheft av øllum pol­it­isk­um sum handilsligum á­huga­mál­um í 2006. Fjølmiðlar á skráplani 20 ára gamla Linda Dahl og unnustin, Høgni Midjord vóru úti á miðnátt og skutu rakettir, tríggjr og ein hálvan tíma seinni var lítli drongurin komin í verðina Leo Poulsen Tað gekk ótrúliga skjótt fyri seg, tá Linda Dahl átti sín fyrsta fødda. Vit vóru úti og skutu ra­ kettir upp á miðnátt, men tá vit vóru komin inn aft­ur máttu vit ringja út á Lands­ sjúkrahúsið og so var tað bara at skunda okkum, sigur Høgni Midjord. Hann var sjálvur inni við, tá Linda átti. Tað var sjálvandi eitt ser­ ligt upplivilsi. Barnið varð tikið við keisarasnitti, tí puls­ ur­in á Lindu var so høgur, sig­ur Høgni Midjord. Hann sigur, at tað, at verða fyrsta barnið, sum føtt var í árinum, eisini var nakað heilt serligt. Tað er altíð nakað serligt at fáa børn, men tað er eyka stutt­ligt, at han skuldi vera fyrsti føddi í ár. Men tað er eis­ini ein eitt sindur undarlig kensla, tí tú kennir seg so hjálp­ar­leysan inni har, sigur Høgni Midjord. Drongurin vigaði 3540 gramm og var 53 sentimetrar lang­ur. Tað gekk ógvuliga skjótt fyri seg. Nú eri eg jú ikki von við at eiga børn, men tað var eitt sindur skelkandi og ó­for­ vænt­að, sigur Linda Dahl. Tey vænta, at Linda slepp­ ur heim sunnudagin ella mán­a­dagin. Lítli beiggin var føddur heil­ar 17 dagar ov tíðliga. Tað var sjálvandi nakað heilt serligt, at gerast tey fyrstu foreldrini í árinum, sig­ur Linda Dahl. Høgni Midjord er fót­bólts­ spæl­ari og spælir við B36. Og hvør veit, um hesin ikki ein dag eisini fer at spæla við B36, sigur Høgni Midjord. Men tað verður neyvan so, um abb­in fær nakað at siga. Kom 17 dagar ov tíðliga Hóast meg­in­ part­ur­in av ting­ fólk­u­num stóðu á list­a­num yvir tey, sum ikki hava møtt á hvørjum fundi, so eru tað tó fleiri tingfólk, ið møta væl upp – so væl, at tey eru til arbeiðis á hvørj­um fundi Annan jóladag kunngjørdi in.fo listan við teimum 23 ting­fólk­u­num, sum ikki hava møtt á hvørjum fundi. Tann, ið hevði verið oftast burt­ur, var Bárður Nielsen úr Sam­bandsflokkinum, sum hevði verið burtur frá sjey ting­fund­um, svarandi til eitt frá­veru­prosent upp á 16,3. Næst­ur var Bjarni Djur­ holm, sum hevði verið burt­ ur frá fimm fundum, seins og Poul Michelsen. Teirra fráveruprosent var 11,6. Poul Michelsen segði við Rás2 í síðstu viku, at hann var misnøgdur við mátan, sum tingið førir protokoll upp­á. Hann hevði verið burt­ur ein ávísan dag. Tá vóru hildnir tríggir ting­ fund­ir, og tað helt hann vera órímuligt. Men tey, sum hava møtt til all­ar teir 43 fundirnar, eru hesi. Listin er í bók­stav­a­røð: 1. Aksel V. Johannesen 2. Alfred Olsen 3. Bill Justinussen 4. Eivin Jacobsen 5. Gunvør Balle 6. Helgi Abrahamsen 7. Høgni Karsten Hoydal 8. Kári Páll Højgaard 9. Kristina Háfoss 10. Páll á Reynatúgvu 11. Rósa Samuelsen 12. Sirið Stenberg 12 tingfólk møta á hvørjum fundi Eingin tekur á­byrgd av trupulleikanum við KvF Linda og Høgni saman við soninum á stovu 7 á føðideildini Mynd: Álvur Haraldsen