hósdagur 2. januar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. januar 2014 · Nr. 1
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gott nýggjár. Nýggj byrjan og tað lýsir í eystri. Og
aftur degnast.
Okkum untist enn einaferð at siga einum ári farvæl,
og við spenningi og vónum bjóða einum nýggjum ári
vælkomnum.
Við ársbyrjan er spenningur og gleimur í hásæti.
Soleiðis er, og soleiðis eigur tað at vera.
Vit vóna, at okkum - og okkara kæru, fer at gangast
væl. Vit hava vónir og ynski. Alt gongur kanska ikki
eftir vild, ella júst so, sum vit ætla, men lagar komandi
tíðin seg bara nøkulunda eftir vild, so eru vit nøgd.
Verður nøkulunda javnvág á flestu økjum, andaligum
eins og tímiligum, so verður helst ikki so galið. Vit eru
nøgd, og eiga vón um, at bara vit eiga tíð, so er vón.
Men nýggjárshald hevur eisini stundur við sær, har
vit í djúphugsni meta um tað farna. Vit takka fyri tað
brátt farna, men óivað spøkir í okkara menniskjasligu
sálum eisini hugsan um tað, ið kundi verið betri, ella
okkurt, sum ikki untist okkum í farna árinum.
Ein sálmur, ið nógv er nýttur til jarðarferðir, men sum
er bólkaður í sálmabókini undir lovsangir, er Takk,
Guð, fyri alt, sum hendi.
Óivað hevur sálmaskaldið megnað at vakt mangan
kirkjugangara úr andaligum dvala, og málsligari
líkasælu, tá sungið verður:
Takk, Guð, fyri tað, eg læri
Fyri alt í duldum hekk,
Fyri bøn og bønarsvarið,
Fyri tað, eg ikki fekk!
Tí hvat er hetta fyri orðavavstur?. At takka fyri tað,
ið ein ikki hevur fingið? Her má onkur villa vera í!
Kanska eru hetta fyrstu hugsanir okkara, tá hesar
reglur koma fyri. Men eitt er vist: hesar reglur seta
hugsanir í gongd!
Og júst hetta er ein grundhugsjón í okkara mentan,
ein hugsan, sum verður mett sum ein dygd í okkara
mentan. Hetta, at vera eyðmjúkur, at gleðast um tað,
einum untist, um enn tað kanska ikki var so nógv. Og
nú eisini at fegnast og takka fyri tað, ið ein ikki fekk.
Tí tað kundi jú verið so nógv verri, ikki sannheit?
Hóast vit óivað eru ósamd politiskt, hóast vit hava
havt vánaligt veður við vindi og regni, og hóast øll
merkja, at samfelagshjólini ikki mala so skjótt, sum
tá tey gingu uppá tað besta, og kreppan merkist hjá
teimum flestu, so kundi alt verið so nógv verri!!
Vit kundu t.d. fingið tað, sum onnur hava upplivað
at fingið í farna árinum. Vit kundu havt eina verri
politiska skipan, vit kundu havt fingið oyðandi ódnir,
ið tóku hús og mannalív, og vit kundu merkt hungur
og hall.
Nýggj byrjan og tað lýsir í eystri. Og aftur degnast.
Takk fyri nýggjan dag og nýggjar møguleikar.
Vert er eisini at takka fyri alt tað, ið vit ikki fingu!
Dagfinn Olsen
lærari
EYGA
MÁLIÐ
Takk fyri tað
eg ikki fekk
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Er frælsið fjart?
Regin Winther
Poulsen
Formaður Unga
Tjóðveldsins
Politiska landslagið seinastu
árini hevur verið dapurt.
Fólkaræðisliga skipanin er
vanvird, og politiski leik
vøllurin er merktur av ein
staklingum, ið einans ynskja
framburð fyri seg og síni. Tær
stóru visjónirnar eru lagdar á
hillina, og reformanir innan
fiskivinnuna og sosiala geir
an, ið einans kunnu fremjast
við breiðum meiriluta, bera
ikki til, tí at politiska skip
anin hevur prógvað seg
óbúnað at fremja tað í verki.
Men politiska máttloysið
ræður
ikki
ímillum
øll.
Hóast tað tykist burturmist
í meldrinum, og hóast tað
er langt ímillum framstigini
í hesum tíðum, so hava øll
ikki gloymt. Vit eru fleiri, ið
minnast tað týdningarmesta
málið, um framburður aftur
skal vera um hetta landið. Vit
eru fleiri, ið minnast loysing
ina.
Tað er undarligt at í okk
ara framkomna landi, ið er
fult av dugnaligum fólki,
einum ríkum náttúrutilfeingi
og øllum møguleikum, hava
vit valt at byrgja okkum
inni, heldur enn at luttaka í
altjóða samfelagnum. Hóast
vit hava møguleikan, so hava
vit valt, at vit vilja ikki taka
lut. Vit hava valt eitt annað
land, og eitt annað fólk sum
okkara avmarking, og vit
hava lagt okkara álit á, at
um vit innibyrgja okkum
heima, uttan at fara út, so
skulu vit nokk vera trygg.
Men í sama viðfangi hava vit
gloymt, at tað eru bara vit,
ið kunnu stýra okkara landi
best. At vit mugu út í heim
sum sjálvstøðug tjóð, um
vit skulu skapa framburð.
Er tað ikki so klokkuklárt,
at tað er sambandið í ríkis
felagsskapinum, ið forðar
samband við allan heim? At
hesin sokallaði ríkisfelags
skapur, ikki er okkum til
gagns, men hvønn dag forðar
okkum í at vaksa okkum
sterk?
Farna árið fer í søguna
sum árið, tá ið landsins
hægstu frásøgdu sær ábyrgd
og hækkaðu ríkisveitingina.
Tá landsins hægstu sendu
eitt signal til allar føroyingar,
um at tey ikki trúgva uppá,
at føroyska fólkið er nóg
dugnaligt, til at føroyska
fólkið kann stýra sjálvt. Teir
søgdu, at Føroyska fólkið
hevur ikki førleikarnar, og tí
mugu vit innibyrgja okkum í
ríkisfelagsskapin.
Hóast tað vánaliga signal
ið, eru vit fleiri, ið trúgva, at
Føroyingar kunnu eins væl
og øll onnur fólkasløg ráa fyri
egnum borgum. Tí fer Unga
Tjóðveldið í 2014 at royna alt,
hvat vit kunnu at aktivera
allar Føroyingar, ið trúgva á
frælsi. Fullveldisrørslan hev
ur meiri enn nakrantíð brúk
fyri øllum kreftum innan
øll samfelagsøkir, tí at full
veldisrørslan verður vunnin
millum fólkið - ikki millum
politikkararnar. Tað er fólkið,
ið skal taka avgerðina, og tí
byrja vit í Unga Tjóðveldinum
í 2014 við einum rópi út til
alt Føroya fólk. Til øll, frá
íttróttarfólkinum til yrkj
aran. ”Vilt tú vera við í stríð
num fyri framburði?”
Við frælsiskvøðu!
Ítróttasamband
Føroya
Starvsnevndin
Ítróttasamband
Føroya
takkar øllum Føroya fólki
fyri árið, sum fer, og ynskir
okkum øllum alt gott í nýggja
árinum.
Vit eru takksom fyri allar
tær góðu ítróttarløturnar,
vit høvdu í 2013 – bæði sam
an við okkara bestu ítrótta
fólkum, sum vunnu heiðurs
merki, men eisini í tí dagligu
venjingini hjá børnum og
ungum.
Oyggjaleikirnir á Bermuda
standa sterkt í minninum –
fantastiska umhvørvið og
løttu løturnar á ítróttarligu
tindunum, eins væl og saman
haldið í føroyska hópinum
undir leikunum, og tá vit
heimafturkomin í vanlukku
mistu tveir av okkara ídn
astu ítróttarleiðarum. Vit
drýpa høvur og minnast
Høgna Carlsson og Vilhjálm
Gregoriussen – minnini eru
sterk og góð.
Øll tit, sum so ella so eru
partar av føroyska ítrótt
arheiminum, eiga størstu
tøkkina uppbornað. Sjálv
bodna arbeiðið kring landið
er grundarlagið undir øllum
ítrótti.
Vit eru sera takksom fyri,
at landsins myndugleikar
stuðlaðu
oyggjaleikunum
á Bermuda á ein serligan
hátt, samstundis sum teir
hava stuðlað so trúliga undir
ynskinum at fáa oyggja
leikirnar hendan vegin aft
ur. Vit fegnast eisini um, at
Løgtingið nú í heyst valdi
at hækka játtanina til úr
valsítrótt og ÍSF. Okkara
ynski er eisini, at ítróttur
og rørsla mugu fáa størri
innivist í skúlanum, t.d. við
ítróttabreytum, har øll, uttan
mun til førleikar, kunnu vera
við.
Vit fegnast um arbeiðið,
sum kommunur, feløg og
einstaklingar kring landið
áhaldandi gera fyri at betra
um karmarnar hjá ítróttinum.
Verkætlanir, sum eru í gongd
ella ávegis, eru millum ann
að: nýggja fimleikahøllin
í
Runavík,
rennibreyt
í
Klaksvík
og
dupulthøll,
golfvøllur og svimjihylur í
Havn og langhylurin í Vági.
Harumframt eru betraðir
karmar hjá fótbóltinum við
nýggjum graslíki og ábøtur á
felagshøli.
Ítróttasamband
Føroya
vil senda eina serliga heilsan
til miðlarnar, sum so trúliga
og av einslistum fortelja
okkum góðu søgurnar frá
ítróttinum, og sum gera tað
møguligt hjá okkum at fylgja
við – á netinum, í bløðum, í
útvarpi og sjónvarpi, og til
teir mongu sponsorarnar,
stórar sum smáar, sum geva
av hjarta, fyri at ítróttinum
skal vera lív lagað.
Vit gleða okkum til kom
andi árið. Føroyskur ítróttur
er fjølbroyttur, og fer 2014
uttan iva at bjóða okkum
nógvar spennandi uppliving
ar her heima og úti í verð.
Okkara vón er, at vit øll
– umframt at fylgja við og
fylkjast um ítróttin – eisini
finna okkum ein aktivan leik
lut, sum leiðari ella íðkari.
Gott nýggjár!
Nýggjárs
heilsan