Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. januar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 3. januar 2014 2 VIKUSKIFTI Kongalig Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Danska Ekstrablaðið hevur kannað kalendaran hjá bretska, svenska, norska og danska kongshúsinum fyri at vita, hvussu nógvar arbeiðsdagar tey konguligu hava um árið. Frá 1. januar í 2013 og fram til árs­ skiftið hevði Margaretha drotning arbeitt 124 dagar, og við tí talinum er hon langt frammanfyri elsta sonin Fríðrik prins, sum sama tíðarskeiði ar­ beiddi í 90 dagar. Vanlig fólk arbeiða umleið 220 dagar um árið. Í bretska kongshúsinum eru tey heilt røsk. Charles prinsur var til arbeiðis 189 dagar í fjør, og mamma hansara, Elisabeth drotning, ið er 87 ár, var til arbeiðis 181 dagar. Prinsessan Märtha Louise var tann av teimum kongaligu, sum arbeiddi minst – 12 dagar í fjør. Danska kongshúsið letur heilsa, at tey halda onki um hesa kanningina og siga, at tað verða kongaligur ikki kann sammetast við at hava eitt 8-16 starv. Misbrúkta tolsemið Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Nýggjár 2014 / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Danska kongshúsið er eitt tað dovnasta í Evropa, og tey kongaligu í Bretlandi eru raskast No shitt, Sherlock! Tað er skemtandi útsøgn, sum t.d. kann brúkast, tá onkur fortelur tær okkurt, sum er so sjálvsagt sum at tvey + tvey er = fýra. Eg hugsi m.a. um, tá miðfloksmenn verða tráspurdir um teirra meining um ymisk etisk mál, hóast øll vita, hvørjum stevnuskráin hjá flokkinum stendur fyri. Tað tykist sum saklig viðgerð er ov keðilig, vit skulu heldur fáa undirhald: Hoyr og síggj, hvussu forstokkaðir teir eru! Tingmenn, sum snildisliga tosa uttanum, sleppa nógv lættari. Annaðhvørt manglar viljin ella evnini at fáa nakað veruligt burtur úr teimum. Tá situr tú ofta eftir við spurninginum: Var hann ella hon bæði fyri og ímóti? Eg haldi, at vit verða undirmett, um hildið verður, at vit helst vilja verða undirhildin. Tað eru saklig og upplýsandi tíðindi og viðgerð, sum vit ynskja. Ikki popput tíðindi, sum tosa til tað grunna, sum vit øll óivað hava í okkum. At eg nevndi Miðflokkin, er tí, at hann er eitt slag av syndabukki. Men vit uppliva eisini, at onnur verða »gjørd« eitt sindur smalsporað á tann hátt, sum tey verða lýst. Tað kann líkjast happing, og síggja út sum tú vilt hevda teg við at niðurgera og stigmatisera. Tá fer fokus, og vit kunnu á ein sníkjandi hátt taka slíka lýsing ella hugburð til okkum. Puha sum tað er vandamikið... At eg brúki etisk mál sum dømi, er tí, at tað er júst tá, at vit viðhvørt uppliva mesta óetiska atburðin, og tá verður orðið tolsemi ofta misbrúkt. Tolsemi er ikki at siga annan vera trongskygdan. Tó er tað júst tað, vit uppliva, tá etisk mál eru til viðgerðar. Um tað ikki umfatar øll, so verður orðið innantómt. Harð­astu viðmerkingarnar koma ikki frá teimum, sum eru ímóti t.d. liberaliseringum á etiska økinum. Tær koma frá teimum, sum vilja verða uppfatað sum tolsom. Og tað er ein andsøgn. Fjákuta patenttøkan av tolseminum er eitt sindur troyttandi í longdini. Somuleiðis pástandirnir um at vera á rættastu etisku leið. Tú kanst so siga, at hetta hevur ikki stóran týdning og er lítið av miklum í alheims høpi. Men í okkara verð skapar tað gjáir. Og taðar jørðildið fyri happing. So segði hon... So dovin eru tey kongaligu – Fáa vit gagnnýtt okkara velduga náttúrutilfeingi skilabetri og forloyst ta skapanarmegi, sum býr í hesum fólkinum, so er eingin ivi um, at Føroyar kunnu gerast eitt spennandi land, ið dregur fólk at sær Gunvør Balle, løgtingskvinna Danska kongshúsið fær ikki strongd av arbeiði Simona Weihe kelda: Ekstrablaðið Dagar tey kongaligu vóru til arbeiðis 2013: Charles prinsur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 189 dagar Elisabeth drotning . . . . . . . . . . . . . . . . 181 dagar Carl Gustav kongur . . . . . . . . . . . . . . . . 168 dagar Margrethe drotning . . . . . . . . . . . . . . . . 124 dagar Philip prinsur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 120 dagar Silvia drotning . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 134 dagar Camilla hertuginna av Cornwall . . . . . 124 dagar Haraldur kongur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 124 dagar Haakon krúnprinsur . . . . . . . . . . . . . . . 114 dagar Sonja drotning . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 63 dagar Fríðrikur krúnprinsur . . . . . . . . . . . . . . . . 90 dagar Mary krúnprinsessan . . . . . . . . . . . . . . . 90 dagar Victoria krúnprinsessan . . . . . . . . . . . . . 89 dagar Daniel prinsur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 89 dagar Heindrikkur prinsur . . . . . . . . . . . . . . . . . 63 dagar Mette-Marit krúnprinsessan . . . . . . . . . 47 dagar Carl Philip prinsur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 53 dagar William prinsur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 46 dagar Kate hertuginna av Cambridge . . . . . . . 35 dagar Joachim prinsur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 33 dagar Marie prinsessa . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 dagar Madeleine prinsessan . . . . . . . . . . . . . . . 22 dagar Märtha Louise prinsessa . . . . . . . . . . . . 12 dagar