mánadagur 6. januar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Livar Nysted
kjak síða 27
Liva
um hav
rógving
Eiler fagraklett
Kjak síða 24-25
Ein
reyður
plettur...
Tað eru sera álvarsamar skuldset
ingar, ið Portalurin og Kringvarpið
hava sett fram ímóti Jørgen Nicla
sen, fíggjarmálaráðharra. Báðir
miðlarnir siga, at fíggjarmálaráð
harrin tilvitað hevur svikað við tolli
fyri góðum 20 árum síðani.
Tá brotsverk eru firnað, kunnu
vit altíð kjakast um, hvussu rætt
og viðkomandi tað er at taka
tey uppaftur so nógv ár seinni.
Men í hesum føri eigur Føroya
fólk at fáa eina frágreiðing frá
løgmanni og frá Jørgen Niclasen
um, hvat tað er, sum er farið fram.
Tí hesar skuldsetingar eru ímóti
fíggjarmálaráðharranum. At siga,
at Jørgen Niclasen var so ungur,
at hann ikki kundi kenna ábyrgd,
tað nyttar ikki. Jørgen Niclasen var
hóast alt ikki yngri enn so, at hann
kundi sita á løgtingi.
Vit vita væl, at hetta er eitt eymt
mál hjá løgmanni at taka upp, tí
hann hevur sjálvur verið uppi í
vinnuvirksemi, sum hevur kostað
landinum pengar, og sum hevur
kosta øðrum kreditorum stórar
milliónaupphæddir. Men løgmaður
er ikki skuldsettur fyri at hava gjørt
nakað ólógligt. Tað er ikki ólógligt
at fara á húsagang. Tá Sosialurin í
2012 bað um innlit í búroknskapir
og trotabúsviðgerðir hjá øllum
feløgunum hjá løgmanni sást, at
eingin greiða var fingin á nøkrum.
Øll feløgini, sum løgmaður varðaði
av – uttan eitt reklamuvirki, sum
hann var nevndarformaður í – vóru
strikað uttan nakran búroknskap.
Feløgini áttu ikki so mikið av
pengum, at tað kundi loysa seg at
gera ein roknskap sum kundi vísa,
hvussu skilið var – ella um alt var
farið rætt fram.
Hesi feløgini vórðu strikað úr
partafelagsskrásetingini,
meðan
Kaj Leo Holm Johannesen var løg
maður.
Tí er tað kanska serliga sárt hjá
løgmanni at taka Jørgen Niclasen
undir luppin. Jørgen Niclasen er eis
ini krumptappurin í samgonguni.
Fellir Jørgen, fellur samgongan – og
so fellur løgmaður eisini.
Men fólkið hevur krav upp á at
fáa at vita, um vit hava ein reiðilig
an fíggjarmálaráðharra. Hetta er
ein spurningur um trúvirði og álit.
Valla hevði nakar ráðharri í nøkrum
øðrum landi verið sitandi við slík
um
skuldsetingum
ímóti
sær.
Spurningurin er so, hvar markið
hjá løgmanni gongur. Løgmaður
kann ikki venda skútsinum ímóti
teimum, sum skuldseta. Tì fyri fyri
fólkið er tað ein spurningur um álit
á politisku skipanina – og tað er
uppgávan hjá løgmanni at tryggja
hetta álit.
Frágreiðing um jørgen takk!
Við eini framgongd upp á 41
prosent er Citroen komin
upp á fyrsta pláss av seldum
persónbilum í Føroyum í
fjør.
Tað vísir uppgerðin hjá
Aktstovuni yvir seld akfør í
Føroyum í 2013. Næstur eftir
Citroen kemur Toyota, sum
vanliga er mest seldi bilur í
Føroyum. Í fjør vórðu seldir
239 persónbilar av Toyota. Á
triðja plássi kemur Kia við
142 bilum.
Listin
yvir
seldar
persónbilar í Føroyum í fjør
sær soleiðis:
1. Citroen
260
2. Toyota
239
3. Kia
142
4. Ford
123
5. Nissan
93
6. Volvo
65
7. Mercedes-Benz 56
8. Opel
54
9. Volkswagen
53
10. Peugeot
45
11. Suzuki
41
12. Mitsubishi
38
13. Hyundai
36
14. Honda
35
15. Mazda
30
16. Audi
16
17. Skoda
13
18. Fiat
12
19. Lexus
11
20. BMW
10
21. Renault
10
22. Chevrolet
8
23. Ssangyong
4
24. Land Rover
2
25. Seat
2
26. Subaru
2
27. Dacia
1
28. Kymco
1
Citroen er mest seldi
persónbilur í Føroyum
Síðst í hesum mánaðinum
verður tað gjørt av, hvør
skal vera næsti danski dóm
arin í europeiska mann
arættindar dómstólinum
í Strasbourg. Tað verður
nevnd, mannað við polit
iskum umboðum fyri tey
47 londini sum eru partur
av mannarættindar dóm
stólinum – teirra millum
fimm danir – ið fer at gera
hetta av. Nevndin mælti 11.
desember 2013 við greiðum
meiriluta
til,
at
næsti
danski dómarin verður Jon
F. Kjølbro.
Jon F. Kjølbro er av før
oyskari ætt. Mamman, Alv
dis, er úr Kunoy, og pápin,
Jógvan, var úr Klaksvík.
Jon er beiggi Evald Kjølbro,
landsverkfrøðing.
Hann
er løgfrøðingur. Eftir lest
urin arbeiddi hann í ellivu
ár í løgmálaráðnum við
serligum fokus á manna
rættindum, áðrenn hann
varð dómari. Eitt skifti ar
beiddi hann í Føroya Rætti,
og síðani 2003 hevur hann
verið dómari í Eystara
Landsrætti.
Tað eru tveir aðrir væl
skikkaðir umsøkjarar, sum
Jon Kjølbro er uppi ímóti.
Jens Elo Rytter, sum er pro
fessari í grundlógarrætti á
lærda háskúlanum í Keyp
mannahavn, og sum reglu
liga viðmerkir í danska
blaðnum Information, sig
ur, at um tað hevði borið til
at vedda um hetta, so hevði
hann veddað, at tað verð
ur Jon Kjølbro, sum næstu
níggju árini verður danska
íslettið í europeiska mann
arættindar dómstólinum í
Strasbourg.
Jon Kjølbro hevur skriv
að verkið, sum sambært In
formation verður mett at
vera høvuðsuppslagsverkið
hjá løgfrøðingum, tá ið tað
snýr seg um mannarættind
akonventiónina. Talan er
um múrstein upp á túsund
síður.
Jon Kjølbro hevur konu
úr Føroyum. Guðrun er
dóttir Judith og Osvald
Kjærbo, sála, í Havn.
Jon Kjølbro kanska
dómari í Strasburg
Tað er ein spurningurin um
álit á politisku skipanina