mánadagur 6. januar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
S
o er ein langt, hart og spennandi ár farið
afturum. Tað hevur verið ótrúliga spennandi
at verið ítróttaráhugaður í 2013. Tað var
ítróttur frá ársbyrjan til ársenda. Her á
ítróttarsosialinum hava vit havt úr at gera við at
fylgja øllum.
Hondbólturin og flogbólturin er í hæddini eftir
ársskiftið. Tað eru bæði steypafinalur og FM finalur
á skránni. Í øllum førum var ítróttarsosialurin á
staðum og fylgdi gongdini. Vit vóru eisini til staðar,
tá stóri finaludagurin var í Badminton, Judo og
Borðtennis.
Fótbóltskappingarárið byrjaði longu 2. mars, og í
november mánaði spældu bæði A-landsliðið og U21
landsliðið dystir. So langt hevur einki kappingarárið
helst ongantíð verið. Umframt at landskappingin og
steypakappingin koyrdu í vanligum stíli, so spældu
bæði A-landsliðið og U21 landsdystir fleiri dystir.
Í Evropa komu bæði EB/Streymur og Víkingur
víðari. Serliga óvæntað var tað, at Víkingur skuldi
vinna á finsku mótstøðuni. Tað kom seinni fram, at
dómarin í seinna dystinum í Finnlandi hevði tikið
móti mutri. Hann skuldi tryggja veddarum, at bæði
liðini skoraðu. Tað var eisini um reppið, at HB vann
seg víðari móti ÍBV, meðan ÍF setti hol á kjak um
fótbóltsspælarar og feriu, tá teir manglaðu fleiri
spælarar til sínar dystir móti Linfield.
Kvinnulandsliðið spældi seg víðari til HM
undankappingina, meðan KÍ spældi Champions
League.
Í summar varð so farið til Bermuda, har
Oyggjaleikirnir vóru. Hetta var ein spennandi tíð fyri
Miðlahúsið, sum byrjaði av nýggju á internetinum
við in.fo.
Tað var ein stór avbjóðing at fáa dekkað alt, sum
hendi á Oyggjaleikunum, men tá alt kom til alt, so
rukku vit út til allar ítróttargreinarnar.
Tað hava eisini verið fleiri einstaklingar, sum hava
útmerkað seg í 2013. Teimum hava vit eftir førimuni
roynt at fylgt. Serliga Pál Joensen hevur fylgt nógv,
men tað er ikki so undarligt.
Vit á ítróttarsosialinum takk fyri 2013. Vónandi
verður 2014 eins spennandi og hendingaríkt. Vit
skulu so hvørtfall gera okkara til at seta ljós á
føroyskan og altjóða ítrótt í 2014!
Gott
nýggjár!
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
Tróndur Arge
Tað er sjáldan, at fólk í før
oyska fótbóltsheiminum eru
sinnaði at tosa um pengar,
tá talan er um sáttmálar og
spælaraskifti. Tað er eisini
tilfeldið, nú B68 hevur keypt
Jann
Inga
Petersen
frá
Víkingi.
– Eg havi onga viðmerking.
Tað er millum feløgini, sigur
Beinta Mikkelsen, forkvinna
í B68.
Keldir hjá in.fo siga, at
talan er um nakrar tíggju tús
und krónur, sum B68 hevur
goldið fyri at fáa Jann Inga
leysan úr sáttmálanum.
Beinta fegnast um at
Jann Ingi er komin aftur til
barndómsfelagið. Hon upp
lýsir eisini, at B68 hevur
leigað Bergur Gregersen frá
Víkingi. Bergur hevur spælt
tríggjar dystir í bestu deildini
fyri Víking.
– Vit skulu eisini hava
ein málmann, tað arbeiða
vit við í løtuni, sigur Beinta
Mikkelsen.
Siggi avkláraður
– Hann hevði eitt ynski um
at sleppa til B68 og tað er nú
gingið honum á møti. Eg eri
keddur av at vit missa ein
góðan royndan spælara, men
vit hava ikki brúk fyri einum
spælara, sum ikki vil vera
í felagnum, sigur Sigfríður
Clementsen,
venjari
hjá
Víkingi.
Jann Ingi Petersen skifti
í fjør til Víking frá júst B68,
sum tá flutti niður. Nú er lið
ið aftur í bestu deildini. Tá
gjørdi Víkingur ein tvey ára
sáttmála við Jann Inga, men
nú eru Víkingur og B68 so
komin ásamt um eitt skifti.
Víkingur hevur í ár meldað
út, at felagið ætlar sær at
spæla við um FM. Somuleiðis
hevur Sigfríður sagt alment,
at tað manglar ein profilur á
liðnum, sum helst skal spæla
á framrættaða miðvøllinum.
– Støðan er tann sama
enn. Vit hava framvegis
fimm mans, sum kunnu
manna tvey av plássunum á
miðvøllinum. Nú leita vit so
eftir einum profili, men tað er
ongin orsøk at fara í panikk,
tí vit hava eitt gott lið lands
liðsaktuellum spælarum á
fleiri plássum, sigur Sigfríður
Clementsen.
Teir fimm á miðjuni, ið
Sigfríður vísur til eru Hans
Jørgen
Djurhuus,
Hanus
Jacobsen,
Heðin
Hansen,
Sølvi Vatnhamar og Súni
Olsen.
Ongin N’Doye
til Víking
Í seinastuni hevur ljóðað, at
Víkingur nærkast eini loysn
upp á framrættaða miðvøllin,
sum skal styrkjast. Søgan
segði, at talan var um 35 ára
gamla Ousmane N’Doye, sum
er beiggi Dame N’Doye, sum
hevur spælt við FCK.
– Hatta kenni eg einki
til. Ongin spælari er á veg
til okkum í løtuni, sigur
Brandur Jacobsen, formaður
í Víkingi.
Hann váttar tó, at Víkingur
í løtuni leitar eftir einum
framrættaðum miðvallara.
– Vit leita eftir einum
framrættaðum
miðvallara,
og vit leita fyri tað mesta
uttanlands. Vit hava fingið
nøkur nøvn, men tað er týdn
ingarmikið, at talan er um ein
spælara, sum venjarin góð
kennir og at hann passar inn
í lønarskipana í felagnum,
sigur
Brandur
Jacobsen
víðari.
Ógreitt við Kaj Leo
Tað er framvegis ikki greitt
um Kaj Leo Í Bartalsstovu
heldur fram í Víkingi.
– Vit vita framvegis ikki
um Kaj Leo heldur fram í
felagnum. Vit vóna og ynskja,
at hann heldur fram, sigur
Brandur Jacobsen.
Víkingur
hevur
eisini
áhuga
í
Jóan
Símuni
Edmundsson, sum framvegis
ikki hevur fingið greiða á
sína fótbóltsframtíð.
– Tað er avgjørt ein áhuga
verdur spælari fyri okkum,
men mær vitandi hevur hann
ikki tikið støðu til nakað enn
og ongin er í samráðingum
við hann, sigur Brandur
Jacobsen at enda.
Sostatt leitar Víkingur
framvegis
eftir
einum
framrættaðum spælara á
miðvøllinum. Fyri kortum
gjørdi Víkingur sáttmála við
Andreas Lava Olsen, sum
kemur heim til Føroyar í
summar.
Jóan Símun
vil uttanlands
Nógv hevur verið skrivað
og sagt um Jóan Símun
Edmundsson, síðani tað bleiv
greitt, at hann ikki skuldi
halda fram í norska Viking
Stavanger.
Landsliðsfram
herjin venur í løtuni við B68,
men tað er framvegis ætlanin
at hann skal av landinum at
royna eydnuna. Tað hevur
hann fleiri ferðir sagt al
ment, og tað er framvegis
støðan hjá toftamanninum,
sum hevur verið í Føroyum
meginpartin av desember.
trondur@sosialurin.fo
B68 keypt Jann Inga
B68 og Víkingur eru komin ásamt um eina avtalu, ið ger at Jann
Ingi Petersen kann skifta til B68, hóast hann hevði sáttmála við
Víking fyri komandi kappingarár. Prísurin er ikki upplýstur
Jann Ingi Petersen verður aftur at síggja í reyða
búnanum hjá uppflytarunum av Toftum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Mánadagur 25. mars 2013 · Nr. 35
Kyndil væl á veg
FM-finalan hjá kvinnunum verður
ein rein havnarfinala
Flogbólturin komin á mál
Flogbólturin endaði við einum braki av eini gallaveitslu um
vikuskiftið, har ársins spælarar blivu kosnir. Ikki óvæntað
vunnu Mjølnir og ÍF flestu heiðurslønirnar
ítróttur
hondbóltur s16-17
Amatørar uttan geist í Wien
Ellivu føroyskir spælarar, spældu sum
nakrir amatørar – uttan geist
Fótbóltur s18-21
ítróttur ítróttartoymi
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Avlýst í Motherwell Dómarin mátti avlýsa
dystin millum Motherwell og Inverness, sum
skuldi verða um vikuskiftið, tí vøllurin var so
vátur. Gunnar Nielsen hevur stríðst við ein skaða
í lærinum, sum hann fekk í dysti móti Celtic.