týsdagur 7. januar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Helgi Abrahamsen
Kjak síða 12
Tey
vraka egið
uppskot
Zakarias wang
kjak síða 12
Sveis
vísir veg
Ógreiða avtalan um, nær fólk skulu
sleppa undan at gjalda fyri at koyra
ígjøgnum
undirsjóvartunlarnar,
fær nú fólk at taka harðliga til orð
anna.
Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi
tann 10. september í fjør greitt av
løgtingsins røðarapalli, at Vága
tunnilin og Norðoyatunnilin ikki
eru endaliga niðurgoldnir fyrr enn
bæði lán og íløgan hjá landinum
upp á 395 milliónir krónur eru nið
urgoldin.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráð
harri, sigur við Sosialin í dag, at tað
kemur einki krav frá Fíggjarmála
ráðnum um, at tað framvegis skal
kosta at koyra gjøgnum undirsjóv
artunlarnar, tá lánini eru útgoldin.
Men stjórin í tunlunum vísir til
boðini frá løgmanni, sum eru, at
tað verður ikki ókeypis at koyra,
fyrr enn »útveganarkostnaðurin«
er afturgonldin – og tað merkir, at
vágafólk mugu brynja seg við toli
í eini fýra til fimm ár afturat – og
norðoyingar nakað longur.
Men tað eru ikki øll, sum finna
seg í tí. Marjus Dam, fyrrverandi
tingmaður fyri Sambandsflokkin,
sum var við til at samtykkja lógirnar
um undirsjóvartunlarnar, ger bart á
Facebook og hóttir beinleiðis við at
fara í kríggj:
– Vit gjalda ikki eina krónu eftir
at tunnilin er niðurgoldin. Tað var
ein avtala, og hon skal haldast.
Vit hava havt eitt Klaksvíksstríð.
Tað sær út til, at Uni (stjóirn í tunn
ilsfeløgunum, red.) leggur upp til
eitt slíkt bæði í Vágum og Klaksvík.
Tí vit gjalda ikki bummpening til
viðlíkahald.
Viðlíkahald
verður
goldið gjøgnum skatt, vegskatt og
skatt á bensi og diesel. Liðugt. Ella
kríggj...
Vit skilja væl tey fólk, sum
hava havt ta fatan, at tá lánini eru
afturgoldin, so verður ókeypis at
koyra. Og tá lánini í Vágatunlinum
verður útgoldin í summar, so vænta
tey sjálvandi, at tað longu í summar
verður ókeypis at koyra.
Men tað verður tað ikki. Tað
hevur løgmaður staðfest. Men
koyrtini sigur fíggjarmálaráðharrin
nakað annað. Vit skilja eisini, at
Jørgen Niclasen kann vænta sær
trupulleikar av at broyta givin
lyfti.
Heldur enn at tosa hvør í sína
ætt, so áttu landsins hægstu menn
at melda greitt út til fólkið, hvat
vendir upp og hvat vendir niður
í hesum málið. Sum støðan er nú,
so ganga tað fleiri á, til tað verður
ókeypis at koyra í tunlunum.
Ógreið boð úr landsstýrinum
Onkur hevur skotið Portali
num í skógvarnar, at tað eru
ávísir aktørar í uppsjóvar
vinnuni, sum eru fíggjarliga
trygdin aftan fyri keypið og
raksturin av portal.fo, sum
kostaði um 6,5 mió krónur.
Greitt er, at fyritøkan Sp/F
Knassar ikki megnar at bera
íløguna, tí tann fyritøkan
sambært roknskapinum er
insolvent við negativum egin
peningi upp á 708.000 krónur,
og at fyritøkan hevur givið
hall tey seinastu seks rokn
skaparárini frá 2007 til 2012.
Fyri einum mánað síðan
fingu Knassar eina peninga
innspræning upp á 1,7 milli
ónir – samstuns var Poul
Hansen, advokatur, valdur
til nevndarformann.
Poul Hansen er kendur
úr uppsjóvarvinnuni. Hann
átti í Havsbrún og varð djúpt
fornermaður, tá hann varð
tvungin at selja sín part, tá
Bakkafrost keypti felagið.
Poul Hansen er eisini
nevndarformaður í P/F Upp
sjóvarhavnini
á
Tvøroyri,
har Bogi Jacobsen er stjóri.
Sami Bogi Jacobsen er stjóri
á Varðin Pelagic, og sami Bogi
Jacobsen sigur við Portalin,
har Poul Hansen er nevndar
formaður, at tað er ikki pláss
fyri
uppsjóvarvirkinum
í
Fuglafirði.
Við útvarpið nýggjársaft
an segði Sveinur Tróndar
son, sum hevur redaktionellu
ábyrgdina av Portalinum, at
tað hevur ongan týdningin
fyri tíðindaflutningin, hvør
tað er sum eigur.
Vit kunnu staðfesta, at tað
verður dult sum mansmorð,
hvør veruliga eigur Portalin.
Vit eru als ikki samd við red
aktørinum á Portalinum. Vit
halda, tað hevur stóran týdn
ing fyri trúvirði, at lesarin
sjálvur kann meta um, hvørt
fíggjarlig áhugamál kunnu
hava ávirkan á tíðindaflutn
ingin.
Og
Portalurin
hevur
skrivað nógv um uppsjóv
arvinnuna – serliga hevur
hann nógva positiva umrøðu
av Varðanum Pelagic. Tá nú
Portalurin hevur negativa
umrøðu av ætlaða uppsjóv
arvirkinum í Fuglafirði, so er
spurningurin so nátúrligur:
– Er tað Varðin Pelagic
sum fíggjar Portal.fo?
Fíggjar Varðin Pelagic portal.fo?
Tað vera bleytu
føroysku linjur
nar og dempaðu
litirnir hjá
Øssur Mohr,
sum koma at
prýða veggirnar
á Galleri Sct.
Gertrud í
danska høv
uðsstaðnum
næstu tíðina
Rólant Waag Dam
Øssur Mohr telist millum
teir føroysku listamálarar
nar, sum eru ógvuliga væl
umtóktir í Danmark. Hann
býr á Mols í Danmark, men
motivini
eru
framvegis
føroysk. Tað eru tey, sum
siga
um
málningarnar
hjá Øssur, at talan er um
bleytar føroyskar linjur og
dempaðar litir, hóast Øssur
er koloristur og málningar
nir kraftmiklir.
Framsýningin verður í
Galleri Sct. Gertrud í Møns
tergade 10 mitt í danska
høvuðsstaðnum, har Øss
ur fer at sýna fram nýggjar
eins væl og eldri oljumáln
ingar.
Fernisering verður hós
dagin 9. januar frá klokkan
16.00 til 19.00, tá Stanley
Samuelsen, sum spældi í
Lindevangskirken á Freder
iksberg fyri einum mánaði
síðani, kemur at spæla.
Framsýningin er annars
opin týsdag til fríggjadag
frá tvey til hálvgum seks,
og leygardag millum ellivu
og tvey.
Málningar
hjá
Øssur
Mohr eru at síggja á Galleri
Sct. Gertrud í Keypmanna
havn fram til 22. januar.
Bleyt landsløg í
Keypmannahavn
Marjus Dam hóttir við
kríggi um tunnilsgjald