Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Í hesum døgum er 39 ára gamli Bjørn Kunoy álit føroyinga í altjóða trætu­ni móti máttmikla Evro­pe­iska Samveldinum. Sum ser­lig­ ur ráðgevi á Løg­mans­skriv­ stovuni er tað hann, sum stendur á odda fyri ar­beið­ num at tala søk Føroya á altjóða pallinum. Eitt nú í altjóða gerðarættinum í Haag, sum skal taka støðu til, um handilstiltøkini hjá ES eru brot á altjóðarættarligu sam­ráð­ing­ar­skylduna. Í gjár fekk hann eitt herða­klapp, sum í øllum føri eig­ur at stimbra sjálvsálitið. Hans­ara doktararitgerð er nevni­liga mett millum allar bes­tu ritgerðir, ið eru vardar við ein hægri lærustovn í franskt­tal­an­di landi í fjør. Ritgerðina, sum snýr seg um rættarreglur í landgruns markna­málum uttanfyri 200 fjórðingar, vardi Bjørn Kun­ oy í februar í fjør. - Ja, tað gekk sera væl. Hon fekk hægstu meting, ið bæði gevur møguleika fyri at verða tilnevndur hesa við­ur­ kenningina, umframt møgu­ leika fyri útgávu, sigur Bjørn Kun­oy, tá hann hyggur aftur á sína doktararitgerð. Bjørn Kunoy er útbúgvin av hægri lærustovnum í Belgia og Fraklandi, og fyrr í ár vardi hann sína doktara­ rit­gerð við Université de Paris Ouest Nanterre. Ritgerðin og verjan av henni vakti ans, og verð­ur av fremstu ser­frøð­ing­um í franska uni­versitets­um­ hvørvi­num mett millum tær allar bestu í fjør. Frans­ka vísindafelagið fyri al­tjóða lóg hevur tilnevnt rit­gerð­ina hjá Bjørn Kunoy til serliga Suzanne Bastid viður­kenn­ ing­ina, sum á hvørjum ári verður latin til bestu doktara­rit­gerð innan altjóða rætt. Bjørn Kunoy fekk sum nevnt sera gott skotsmál frá oppenentunum, tá hann vardi doktararitgerðina í Paris í februar. Tí kemur til­ nevn­ing­in ikki heilt óvart á. Kort­ini er Bjørn Kunoy bæði feg­in um og errin av til­nevn­ ing­ini: - Jú, absolutt. Tað liggur sera nógv og hart arbeiði aftan fyri hesa ritgerðina. So hetta er ein persónlig viður­ kenn­ing at fáa, sigur Bjørn Kun­oy og heldur fram: - Skuldi tað eydnast at farið allan vegin og fingið heið­ur­in, so vildi tað verið tað allar størsta, ið eg kundi droymt um. Opnar dyr Innan fronsku útbúgv­ ing­ar­skipanina er til­nevn­ ingin til Suzanne Bastid viðurkenningina eitt góðskustempul í sær sjálv­ um, ið eisini sæst aftur í altjóða samfelagnum. Bjørn Kalsø hevur fingið møgu­leika at geva sína doktar­a­r­itgerð út í bók, og til­nevn­ingin gevur hesari ætlan vind í seglini. - Ja, eg havi ætlanir um at geva ritgerðina út í bók, bæði á fronskum og enskum, og eg havi ambitiónir um at hon skal koma út á einum stór­um, bretskum forlagi. Í so­máta kann viðurkenningin gera góðan mun, metir Bjørn Ku­n-oy. Enn er ikki greitt, nær doktara­ritgerðin kemur út í bók. Men hon kemur. - Umframt at eg má fáa onkran professionellan at umseta hana úr fronskum til enskt, so ætli eg at gera nakrar tillagingar og dag­før­ ing­ar í tekstinum, sigur Bjørn Kun­oy, áðrenn hann leverar lyft­ið: - Nú eru onnur, aktuell viður­skifti, sum taka nógv av mínari tíð, sigur Bjørn Kun­oy við greiðari tilsipan til makrel- og sildatrætuna við ES. Men eg ætli mær at koma langt við útgávuni í ár, so­leið­is at hon kann gevast út næsta ár. Eisini kann ein slík viður­ kenn­ing varpa ljós á tær niður­støður, ið Bjørn Kunoy kem­ur til í doktararitgerðini. - Tað hevur sjálvandi týdn­ing, í tann mun víst verð­ur til mínar niðurstøður, stað­fest­ir Bjørn Kunoy. Ritgerðin Í síni ritgerð viðgerð Bjørn Kunoy sum nevnt rættar­ regl­ur­nar í landgruns mark­ na­mál­um uttanfyri 200 fjórð­ing­ar. - Landgrunsmál hava havt mín stóra áhuga síða­ni eg var liðugur á uni­versi­teti­ num í Belgia og tá eitt skifti arbeiddi hjá altjóða hav­rætt­ ar­dóm­stólinum í Hamburg. Har sá eg møguleikan at fara at granska í hesum øki, sigur Bjørn Kunoy. Hann kom í samband við franska professaran Alain Pellet, sum millum ann­að hevur verið formaður í al­ tjóða rættarnevndini hjá ST. Pellet er professari við Uni­vers­i­té de Paris Ouest Nanterre, og hann bleiv sein­ ni vegleiðari hjá Bjørn Kun­oy í samband við doktara­rit­ger­ ð­ina. - Eg vildi heilt greitt hava hann til vegleiðara. Hann er ein fantastiskur vegleiðari. Harður, kritiskur og nær­lagd­ ur. Vit diskuteraðu sera nógv, vórðu ikki altíð samdir, men eg fekk sera nógv burturúr, sigur Bjørn Kunoy. Alain Pellet er javnan við til at viðgera trætumál millum tjóðir um land­ grunds­mark. Fleiri ferðir hevur professarin við uni­ versi­tet­ið í Cambridge, James Craw­ford, sitið hinumegin borð­ið. Tá Bjørn Kunoy skuldi verja sína doktararitgerð, var Crawford millum oppenentarnar. - Jú, teir báðir kennast væl. Plaga at skemta við, at teir eru ”friendemies”, nú teir javn­an hittast í altjóða dysti um landgrunsmørk, greiðir Bjørn Kunoy frá. Millum hinar oppenent­ ar­nar var eitt nú Jean-Pierre Cot, sum er professari og eisini dómari við altjóða hav­ rættar­dómstólin í Hamburg. Fyri Bjørn Kunoy hevur tað havt stóran týdning at fáa ritgerðina á eitt slíkt støði, at hon stendur seg al­ tjóða. - Tað legði sjálvandi stórt trýst á meg, at eg hevði al­ tjóða kapasitetar, bæði sum veg­leiðara og sum oppen­ent­ ar, tá ritgerðin skuldi verjast. Tað var sera hart og intens­ ivt arbeiði at skriva rit­gerð­ ina, men tað arbeiðið hev­ur givið mær ómetaliga nógv. Aftaná havi eg fingið at vita, at hesir kapasitetar eisini síggja mítt arbeiði sum eina veruliga doktararitgerð, ið kann brúkast til nakað, legg­ ur Bjørn Kunoy afturat. Nú Føroyar fyrireika seg til eitt rættarmál móti Evrope­iska Samveldium um silda- og makrelboykottið, er James Crawford ráðgevi hjá Før­oyum. Avgerðin Hóast tilnevningin til Suzanne Bastid viður­kenn­ ing­ina er gjørd, so veit Bjørn Kun­oy ikki, hvussu nógv og hvør­ji hann er upp ímóti. - Nei, tað veit eg satt at siga ikki, og eg vil helst sleppa frá at gita. Men eg havi skilt, at vanliga verða ikki nógvar tilnevndar, sigur Bjørn Kunoy. Nú skulu tríggir pro­fess­ ar­ar við sergrein í altjóða lóg viga og meta um tilnevndu doktara­r­itgerðirnar, ið van­ liga eru millum 400 og 800 síð­ur til longdar. Avgerðin um, hvør fær Suzanne Bastid viður­kenn­ ing­ina fellur einaferð í mai. - Nei, eg veit ikki enn, hvønn dag í mai. Men tað verð­ur spennandi at fylgja við, leggur Bjørn Kunoy aftur­at. FAKTA um Bjørn Kunoy Útbúgving: LLM European Legal Studies, College of Europe, Bruges - Diplôme d´Etudes Approfondies, Université Paris X-Nanterre - Maitrise de droit, Université Paris V-René Descartes, Dr.jur Starv: Løgfrøðiligur ráðgevi á Uttanríkistænastuni á Løgtingsskrivstovuni Bjørn í fronsku elituni Doktararitgerðin hjá Bjørn Kalsø er mett millum tær allar bestu í Fraklandi og franskttalandi londum í fjør, og ráðgevin á Løgmansskrivstovuni er nú í uppskoti til serligu Suzanne Bastid viðurkenningina