Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Føroysku feløgini hava til 7. mars at fáa hópin upp á pláss til komandi kappingarár. Tá letur flytingarvindeygað aft­ ur. Fleiri flytingar hava verið í føroyskum fótbólti síðani kappingarárið end­aði, men enn eru flestu feløg­ini ikki komin á mál við flyt­ing­um. Nú ljóðar, at fleiri føroysk feløg vilja hava Hall Hansson og René Shaki Joensen til Før­oyar at spæla komandi kapp­ingarár. Teir eru báðir í úti­kantinum av sínum feløg­ um og hava ilt við at vinna sær spælitíð. Hallur hálvt ár eftir Føroyski landsliðs­miðvallar­ in, Hallur Hansson, hev­ur eitt hálvt ár eftir av sátt­mál­ anum við AaB, sum spælir í bestu donsku deildini. Hallur Hansson hevur í ár verið millum drúgvastu spæl­ar­ar­ nar á føroyska lands­lið­num. Nú ljóðar, at feløg sum HB, B36, EB/Streymur, Víkingur og B68 eru millum tey, ið hava víst miðvallaranum áhuga. Hallur gjørdi í 2012 árs­ins miðvallari í føroysum fót­ bólti. Sama árið fór hann til AaB, men hevur síðani havt trupult við at fáa spælitíð. Tað er ikki ókent, at før­ oysk feløg vísa stóran áhuga fyri at fáa føroyska spælarar heim. Tí er einki óvanligt, tá føroysk feløg nú vísa Halli Hansson stóran áhuga. Landsliðsspælarar hava eis­ini fingið eina størri stjørnu komandi tvey árini, tí talan er um EM undankapping fyri landsliðið. Hetta gevur nevn­iliga pengar í kassan hjá teimum feløgunum, sum lata spælarar til landsliðini. Talan er um áleið 30.000 krónur fyri hvønn spælara fyri hvønn landsdyst teir taka lut í. Tað ljóðar, at okkurt før­ oyskt felag hevur brúk hetta sum agn, og bjóða møgu­ligum og sannlíkum lands­liðs­spæl­ arum upp til 80 prosent av landsliðspengunum í løn. Hallur Hansson spældi fleiri landsdystir í 2013 og tykist verða eitt boð upp á ein landsliðsspælara í 2014 og 2015. Tí eru pengar at heinta hjá feløgunum. Hvør vil hava hann? Hallur spældi við HB áðrenn hann fór av landinum, so tað er ikki ilt at seta hann í sam­ band við FM vinnararnar úr Gundadali. B36 hevur ikki megnað at fylt holið eftir Súna Olsen, sum er farin til Víking. Skiftið hjá Rógva Joensen, liðskipari hjá TB, til árstalsfelagið er steðgað upp, tí ósemja er um upphæddina, ið B36 skal rinda TB. B36 er eisini í samráðingum við Eli F. Nielsen, sum í fjør spældi við 07 Vestur, men heldur ikki her tykist alt vera komið upp á pláss. Tí vildi Hallur verið ein natúrlig loysn fyri hitt felagið í Gundadali. EB/Streymur hevur víst við Jónas Tór Næs og Pól Jóhannusi Justinussen, at teir hava pengar at geva av, og teir leggja seg eisini eftir lands­liðsspælarum. For­ maðurin í felagnum, Sigvald Zachariasen, hevur fyrr sagt við in.fo, at felagið enn hevur eyguni eftir ein­um mið­ vallara. Felagið hevur sein­ astu tvey árini mist spæl­arar sum Paula G. Hansen, Sorin Anghel, Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen, sum allir hava húsast á miðvøllinum. Víkingur leitar eftir eftir einum profili til miðvøllin. Tað hevur fyri tað mesta verið talan um ein framrættaðan miðvallara, men tað er nokk ongin ivi um, at Hallur Hansson uppfyllur krøvini hjá Víkingi og Sigfríða Clementsen. Víkingur tykist eisini verða sinnað at gjalda fyri at fáa kvalitet á liðið til komandi ár. B68 má metast sum »outsidarin« í hesum saman­ hanginum. Felagið er um at fáa sett saman eitt lið, ið kann kappast í bestu deild­ ini. Evrard Ble og Jann Ingi Petersen eru komnir til, men tað er ikki nokk enn. Sum skilst, so hevur B68 eins og hini feløgini víst áhuga fyri Halli. Hallur venur í AaB Sum sæst á myndini, so eru føroyingarnir í AaB, Hallur Hansson og Gilli Sørensen, í holt við uppstartsvenjing í Dan­mark. Sum skilst, so bendir einki á, at Hallur Hansson er sinnaður at flyta aftur til føroyskan fótbólt fyribils, hetta hóast søgur í sein­astuni hava gingið um, at so var. Hendan søgan er helst saman við stutta sátt­mála­ skeiðnum, sum Hallur hevur eftir, verið høvðusorsøkin til at áhugin er so stórur í løtuni. René útleigast Hin føroyski spælarin, sum føroysk feløg eru farin at vísa stóran ans er René Shaki Joensen. Hann hevur ikki verið nær við spælitíð í Brøndby í longri tíð og skal út­leigast. Hann hevur verið fastur fúsur á vinstra bakki hjá U21 landsliðnum. Hann hevur eisini fingið onkran min­utt á a-landsliðnum. Av fyrstan tíð ljóðaði, at René skuldi útleigast til eitt felag í næstbestu deild­ ini í Danmark, sum ligg­ur um­hvørvinum kring Keyp­ mannahavn. Hetta tykist nú minni sannlíkt og tað er komið fleiri føroyskum feløgum fyri oyra. Sum skilst eru talan um feløg sum B36, AB og Víking, umfarmt onnur, ið eru áhugaði í at leiga René fyri­bils til fyrru hálvu av kapp­ing­arárinum. B36 hevur havt trupult við at fylla holini í verjuni og á miðvøllinum, eftir at menn sum Súni Olsen og Martin Pedersen eru farnir úr fel­ ag­num. Hetta gevur lið­num fleiri møguleikar bæði á mið­vøllinum og í verju­part­ inum. AB hevur somuleiðis havt trupulleikar við at fylla holini eftir menn sum Rógva Poulsen, Dion Splidt og Róa Danielsen eru fluttir av land­inum. Mett verður, at René kann røkja fleiri pláss á vøll­inum. Eisini framrættaðu pláss­ini, har AB er ov tunt í løtuni. Úr Víkingi hevur fyrr ljóð­að, at felagið gjarna vil hava Bárð Hansen longur fram á vøllin. Hann hevur spælt høgri bakk, men fleiri ferðir í ár hevur Sigfríður Clementsen vlat at flyta hann frá á vinstra vong. Tí var Víkingur helst eisini eftir Jónasi Tór Næs, tá hann skifti til EB/Streym. Tí er væl hugs­andi, at Víkingur eisini kundi hugsa sær at fingið René Shaki Joensen í hópin. Av tí at talan er um leigu­ sáttmála, so er hugsaði at lønin fyri René partvís verð­ ur goldin av Brøndby. Hetta minkar helst ikki um áhugan fyri føroyska U21 lands­liðs­ spælaranum. Helst eru fleiri feløg eftir honum enn tey, ið eru nevnd her. Hvat er sannlíkt? Tað tykist heldur ósannlíkt, at Hallur Hansson vendir heim fyri summar. Hann hev­ur sáttmála við AaB og er longu farin í holt við upp­ startsvenjingina. Hann hevði ein góðan enda upp á árið í fjør. Avrikini á landsliðnum blivu betri og betri. Tað ljóð­ ar eisini, at hann gjørdi stór framstig í AaB, men tað er framvegis langt á mál til spælitíð. Miðvøllurin hjá AaB er sterkur og ongin tykist verða á veg út. Men hóast tað, so tykist tað mest sannlíkt, at Hallur heldur fram í AaB – í hvørtfall til í summar tá sáttmálin gongur út. Hinvegin tykist tað meiri sannlíkt, at René Shaki Joensen verður at síggja í før­ oyskum fótbólti í fyrru hálvu av komandi kapp­ingar­ári. Hann hevur ongar royndir av vaksmannafótbólti og tað tykist ikki sum nøkur av­tala kmeur upp í lag í næst­bestu donsku deildini. Tá tykist Føroyar verða ein góð fyri­ bils­loysn. trondur@sosialurin.fo Tað er føroyskur áhugi fyri Halli Hansson og René Shaki Joensen, sum báðir spæla í donskum fótbólti. Hallur hevur hálvt ár eftir av sáttmálanum við AaB, meðan René skal útleigast frá Brøndby IF FÓTBÓLTUR Føroysk feløg vilja hava Hall og René heim