týsdagur 7. januar 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Flogternur og -tænarar til freelancestørv
hjá Atlantic Airways í Danmark
Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur
tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi.
Tú skalt kunna starvast fulla tíð frá seinnu
hálvu av juni til fyrst í august 2014. Tú mást
hava støð í Danmark, antin í Billund ella í
Keypmannahavn. Starvið kann ikki røkjast
við bústaði í Føroyum. Harumframt er
neyðugt, at tú býrt nærindis starvsstaðnum.
Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri
trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú
við til at vísa okkara viðskiftafólki, at Atlantic
Airways er eitt flogfelag við sera góðari
tænastu.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og dugir at veita
viðskiftafólki okkara eina góða tænastu.
Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at
starvast tætt saman við øðrum og kanst
gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur
miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði,
tosar og skrivar minst eitt skandinaviskt mál
flótandi og dugir væl enskt.
Krøv
Tú ert minst 21 ár, skilir føroyskt, hevur góða
heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst
200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ur
til at fáa flúgviloyvi.
Byrjan
Sambært nærri avtalu á vári 2014. Tú skalt
eisini kunna luttaka á skeiði, sum tekur
umleið tvær vikur og verður fyrst í mars 2014.
Harumframt skalt tú linevenja, sum tekur
umleið 14 arbeiðsdagar, í apríl ella mai
mánaða.
Arbeiðstíðir og -staður
Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinast í
juni til fyrst í august. Vit taka sjálvsagt hædd
fyri neyðugu, lógarásettu hvílitíðini.
Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til
flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í
Keypmannahavn ella Billund. Løn og
dagpeningur eru sambært galdandi reglum.
Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á
leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini:
https://app.jobmatchprofile.com/wp3mpk
Á leinkinum skalt tú svara spurnablaði,
viðfesta mynd og viðkomandi prógv og
viðfesta eina umsókn, har tú sigur eitt sindur
um teg sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar
arbeiðsroyndir, tú hevur.
Umsóknarfreistin er tann 20. januar 2014.
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, kundin og úrslit altíð eru í
miðdeplinum. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í
2012 var yvir 500 milliónir krónur. Felagið hevur í løtuni fýra fogfør og tvær tyrlur. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum
til ymsar býir í Danmark, Onglandi, Íslandi, Noreg, Spania og Italia. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum
við leiguflogførum, haðani stórur partur av inntøkunum kemur. Tyrludeildin røkir ferðasambandið til útoyggjarnar, leiti-
og bjargingartænastu og offshore tilbúgving í Norðurhøvum.