Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fá avsláttur av brillustelli eftir aldri við keyp av gløsum. Útsølan hjá Skilling er byrjað. Kom ein túr inn á gólvið og fá sjón fyri søgn. SMS · 31 56 56 - 25% - 40% - 75% Fólk at avgreiða flogfør og gera bjargingararbeiði við tyrluni Atlantic Airways søkir eftir fólki at avgreiða flogfør á forplássinum á flogvøllinum og at vera bjargingarfólk við tyrluni (SAR). Avgreiðslan av flogførunum fevnir um at lasta og lossa viðføri og farm og catering. SAR-uppgávan fevnir um luttøku í leiting og bjarging, umframt sjúkraflutning á sjógvi og á landi. Aftur at hesum hevur starvsfólkið eisini tilkallivakt og er tá knýtt at tyrluni. Vit vilja hava ein ábyrgdarfullan og álítandi persón, ið er fyrikomandi og arbeiðssamur. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi megnar kropsligt arbeiði í øllum veðri, á sjógvi og á landi, til tíðir í brattlendi, og at arbeiða undir truplum umstøðum. Prógv sum kavari, bjargari í hæddum, víðkað fyrstuhjálparprógv og líknandi prógv eru ein fyrimunur. Miðnámsprógv og góður førleiki í enskum máli er eitt krav. Fyri at fáa starvið krevst rein revsiváttan, og viðkomandi skal góðkennast í umfatandi læknakanning. Atlantic Airways veitir øll viðkomandi skeið og undirvísing - í Føroyum og uttanlands. Arbeitt verður eftir skiftandi vaktaskipan. Løn er eftir galdandi sáttmála. Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini: https://app.jobmatchprofile.com/pwdkcd Á leinkinum skalt tú svara spurnablaði, viðfesta mynd og viðkomandi prógv og viðfesta eina umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg sjálvan, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðsroyndir, tú hevur. Greið okkum eisini frá, hví tú metir, at júst tú skalt gerast partur av okkara bjargingar- og handlings- manning. Umsóknarfreistin er úti tann 20. januar 2014. Atlantic Airways att. Georg Suðurgarð Director, Human Resources Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, kundin og úrslit altíð eru í miðdeplinum. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2012 var yvir 500 milliónir krónur. Felagið hevur í løtuni fýra fogfør og tvær tyrlur. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark, Onglandi, Íslandi, Noreg, Spania og Italia. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leiguflogførum, haðani stórur partur av inntøkunum kemur. Tyrludeildin røkir ferðasambandið til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og offshore tilbúgving í Norðurhøvum.