hósdagur 9. januar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Jógvan sundstein
Tíðargrein síða 11
Tíðin
rennur...
Anna katrin matras
Eygamálið síða 12
Etikkur
moralur
og lækna
vakt
Føroysk fjølmiðlafólk hava seinastu
dagarnar leitað eftir Jørgeni Nicla
sen, fíggjarmálaráðharra, fyri at
seta honum nakrar viðkomandi
spurningar viðvíkjandi teimum á
kærum um skvik ímóti landskass
anum, sum settar eru fram ímóti
honum. Men Jørgen Niclasen vil
ikki svara hesum spurningum.
Tað skapti virðing, tá Lars Løkke
Rasmussen, formaður í danska
Vinstraflokkinum, beyð til tíðinda
fund eftir alt rokið um sera dýru
ferðaseðlarnar hjá honum. Danska
demokratiið virkar soleiðis. Fyri
opnum skíggja tók hann í móti øll
um spurningum, sum tíðindafólkini
høvdu upp á hjartað.
Men soleiðis virkar føroyska
demokratiið ikki. Soleiðis virkar
kunningin heldur ikki frá føroysku
aðalráðunum, og soleiðis virkar
kunningin heldur ikki frá føroysku
flokkunum.
Beint fyri midnátt mikukvøldið
sendi Fólkaflokkurin út eitt tíðind
askriv, har Jørgen Niclasen yvir
ein kamb vísir øllum ákærunum
aftur. Men honum líkt, so er hann
ikki tøkur til fjølmiðlarnar, sum
so nátúrliga hava fleiri kritiskar
spurningar at seta honum. Skrivið
frá Fólkaflokkinum svarar ongum
spurningi.
Tað
er
átalu
vert,
at
ein
landsstýrismaður
nýtir
slíkan
framferðarhátt mótvegis miðlunum
og almenninginum. Hann hevur
fyri vana at senda út tíðindaskriv
um náttina – helst við teirri vón,
at kopiportalarnir púra ókritiskt
leggja tað út – uttan neyðugu
journalistisku viðgerðina. Soleiðis
var eisini mikukvøldið, tá fleiri
kopiportalar virkaðu sum boðfretar
fyri ein kroystan landsstýrismann,
sum soleiðis royndi at leggja út
roykslør.
Hósmorgunin var eingin Jørgen
Niclasen at finna. Tá var hann far
in av landinum. Tað er ein løgin
framferðarháttur, at fíggjarmála
ráðharrin – so sperdur sum hann
er av hesum ákærum, sendir út
tíðindaskriv um málið fyri síðani
at fara av landinum og ikki vilja
taka telefonina. Heldur enn at
grugga málið enn meira, so átti
Jørgen Niclasen at vísti seg sum
ein statsmann og gjørt, eins og Lars
Løkke Rasmussen gjørdi:
Send boð eftir øllum fjølmiðlu
num í Føroyum. Set teg við teimum
og greið frá øllum ivaspurningum.
Hevur tú reint mjøl í posanum, so
er tað ikki ein trupulleiki.
Við framhaldandi at grugga mál
ið, kann tað bara enda galið.
Jørgen, Ger nú ein løkke!
Málið um kanningarstjóran í
Skálafjarðatunnilsmálinum
tykist nú at fáa ta vend,
sum roknast kundi við. Við
valinum av Annfinni Vitalis
Hansen sum kanningarstjóra
verður málið so gruggað, at
úrslitið neyvan fer at kunna
brúkast til nakað.
Vit kunnu so spyrja okkum
sjálvi, hví løgtingsumsitingin
hevur valt, sum hon gjørdi,
og hví ein advokatur, sum
sjálvandi veit, hvussu hann
er fløktur upp í málið, tekur
av einum slíkum kjansi.
At
løgtingsformaðurin
velur, sum hann velur, er í
besta fall dømi um vánalig
metingarevni.
Tað er sjálvandi ein góður
kjansur hjá einum advokati
at fáa – at gera eina dómara
kanning, har honum stendur
frítt fyri at senda eina rokn
ing upp á kanska tvær milli
ónir krónur av skattgjaldar
ans peningi – ella meira.
Men endamálið skal sjálv
andi verða at skapa trúvirði.
Úrslitið í hesum máli er
avgerandi fyri, um løgmaður
kann vera sitandi ella ikki. Tí
hevur álitið á kanningina so
nógv at siga.
Álit er ikki á advokatin,
tí verður heldur ikki álit á
kanningarúrslitið. Tað veit
landsstýrismálanevndin
–
og tað vit øll hini í politisku
skipanini. Um tað er eitt
endamál í sær sjálvum at
grugga kanningina, so er
trupulleikin uppaftur størri
– Vit halda, at advokaturin
átti at latið drunnin víðari til
onkran annan advokat. Bæði
fyri at bjarga sínum trúvirði
– og trúvirðinum á føroyska
advokatstandin sum heild.
Fara milliónir til spillis?
K r i n g va r p i ð ,
Miðlahúsið
og
Norðurlanda
húsið fara við
stórum tiltaki at
varpa ljós á og
heiðra føroyskan
tónleik.
K r i n g v a r p
Føroya,
Miðla
húsið og Norður
landahúsið skipa
í felag fyri stór
fingnum tiltaki, Føroysku
tónlistavirðislønirnar, har
tey varpa ljós á og heiðra
bestu avrikini í føroyskum
tónleiki í 2013.
Fyriskipararnir meta, at
tað er neyðugt við einum
árligum tiltaki, sum fagnar
føroyskum tónleiki og gevur
føroyskum tónlistafólkum
ta virðing, tey hava uppi
borið. Eitt stórt tiltak, har
føroyskur tónleikur og før
oyskir tónleikarar eru í mið
deplinum.
Føroysku tónlistavirðis
lønirnar - ella FMA (Faroese
Music Awards) - kemur sum
beinleiðis
avloysari
fyri
Planet Awards, ið Miðlahús
ið hevur skipað fyri undan
farin ár.
Føroysku
tónlista
virðislønirnar
er
eitt
fevnandi tiltak. Tí hava
fyriskipararnir
boðað
frá kunnandi fundi um
Føroysku tónlistavirðisløn
irnar í Norðurlandahúsinum
mikudagin 15. januar klokk
an 17.00. Hesin fundurin
vendir sær til føroysk tón
leikafeløg, forløg, útgevarar,
konsert- og festivalfyriskip
arar og aðrar áhugapartar.
Fyrireikingarnar av Før
oysku
tónlistavirðislønu
num eru farnar í gongd, og
fundurin mikudagin er ein
liður í hesum arbeiðinum.
Sjálvt tiltakið Føroysku
tónlistavirðislønirnar
verður í Norðurlandahúsi
num leygardagin 15.mars, og
verður tað útvarpað í Kring
varpi Føroya og á Rás2.
Nýggjar føroyskar
tónlistavirðislønir
Við at blíva við at grugga
málið endar galið hjá Jørgeni...