hósdagur 9. januar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eydna Skaale
– Eg veit ikki við vissu, hví
eg eri sjúk. Tey halda, at tað
er ein gen-sjúka, sum eg havi
arvað frá báðum foreldru
num og sum gongur út yvir
gøgnini, serliga livrina. Men
tað er tó ikki staðfest. Systir
mín hevur somu sjúku, men
hjá mær er sjúkan aggressiv
ari.
Soleiðis greiðir 42 ára
gamla Tórunn í Homrum úr
Kollafirði frá um ta sjúkuna,
sum hevur merkt og myndað
alt hennara lív.
Livað væl hóast sjúku
Tíðliga varð staðfest, at
Tórunn ikki var sum hini
børnini. Hon var ofta sjúk, og
tá hon bert var 16 ár, gjørdist
hon
fyritíðarpensjónistur,
tí hon ikki orkaði tað sama,
sum hini. Bert 23 ára gomul
fekk hon ta fyrstu livratrans
plantatiónina, sum gekk sera
væl eftir umstøðunum.
– Eg fekk tá at vita, at eg
helst kundi liva eini tíggju
ár við nýggju livrini. Men eg
havi livað útmerkað seinastu
19 árini. Eg havi havt eitt vart
starv 16 tímar um vikuna, og
eg havi fingið tvey børn, hó
ast tey søgdu mær, at eg helst
ikki fór at kunna tað, sigur
Tórunn.
Hon flutti til Danmarkar
og helt saman við einum
dana, sum hon fekk børnini
Tanju, sum nú er 16 ár, og
Daniel, sum nú er 13 ár, við.
Men tey fóru hvørt til sítt, og
síðani hevur hon verið einlig
mamma. Hon og børnini búg
va nakað uttanfyri Viborg í
Jyllandi.
– Eg visti tó, at eg var farin
langt um tey tíggju árini,
sum livurin skuldi halda, og
at eg tískil kundi gerast sjúk
aftur nær sum helst.
Tokukend bíðitíð
Á vári í 2012 gjørdist Tórunn
aftur sjúk.
– Eg fekk fepur, og eg fekk
nógva pínu út í armin. Eg var
til lækna tríggjar ferðir, men
fekk at vita, at tað fór at laga
seg, um eg bara gjørdi nakrar
venjingar.
Men sama hvussu Tórunn
vandi, versnaði pínan, og
fepurin bara hækkaði.
– Tá eg fór til læknan
fjórðu ferð, vísti blóðroyndin
alt ov høg tøl, og eg varð send
á sjúkrahúsið í Viborg. Tey
sendu meg víðari til Århus,
og har varð skjótt staðfest, at
tað aftur var galið við livrini.
So varð eg send á Ríkis
sjúkrahúsið, minnist Tórunn.
Meðan hon lá á Rìkis-
sjúkrahúsinum,
versnaði
hon skjótt.
– Eg gjørdist gul um allan
kroppin og var stórt sæð
seingjaliggjandi. Eg hevði
eisini fleiri smáar blóðpropp
ar, millum annað í gallinum.
At enda var Tórunn so
ússalig, at hon bara lá. Hon
minnist
lítið
frá
hesum
mánaðunum, tá hon bíðaði
eftir nýggjari livur.
– Tú kanst einki gera
uttan at bíða. Tá tú ert í
støðuni, hugsar tú ikki so
nógv um, at tú í grundini
bíðar eftir, at onkur annar
skal lata lív. Tá krøkir tú teg
bara í vónina um, at tú kanst
liva. Eg vildi ikki doyggja frá
børnunum, sum tá vóru 12
og 15 ára gomul. Men eingin
medisinsk
viðgerð
kundi
hjálpa. Eg mátti hava eina
nýggja livur, sigur Tórunn.
Hon greiðir ósentimentalt
frá tokukendu bíðitíðini. Um
at læknarnir ikki vildu seta
nakað tíðarmál á, hvussu
leingi hon kundi bíða, men
at øll vistu, at tað var um at
vera seinasti kjansur. Um
nógv antibiotika. Um pínu
og ússaligheit. Hvussu dag
ur datt av degi, meðan øll
bíðaðu eftir boðunum um, at
Tórunn kundi fáa ein nýggj
an kjans til lívið.
Nýggja transplantatión
Eftir
tríggjar
mánaðir
í
bíðistøðu komu boðini endi
liga.
– Eg var sera ússalig, og tí
var vandin við operatiónini
stórur. Men eg var ikki bang
in. Eg var bara takksom fyri,
at tað var ein útvegur. Eg
hevði jú roynt tað fyrr, so eg
helt meg vita, hvat tað var,
sigur Tórunn.
Hon ringdi til børnini,
áðrenn hon fór inn á skurð
stovuna tann 27. november.
Eftir tað minnist hon einki,
men hevur bert frætt, hvat
hendi næstu tvey døgnini.
– Tá teir opaðu meg, sóu
teir, at eg var full av bruna
innan – rundan um øll
gøgnini. Teir skuldu seta
nýggju livrina í samband
við
høvuðspulsæðrina
í
hjartanum, men hana kundu
teir ikki nýta. Í staðin máttu
teir nýta pulsæðrina í lær
krikanum. Men har hevði
eg eisini havt fleiri smáar
blóðproppar, so tann æðrin
var heldur ikki góð, greiðir
Tórunn frá.
Læknarnir
arbeiddu
allan dagin og náttina við,
men dagin eftir, 28. novem
ber, máttu teir gevast við
transplantatiónini,
tí
Tór
unn fór at bløða. Støðan var
kritisk, og læknarnir ring
du eftir børnunum og pápa
teirra í Jyllandi, fyri at fáa tey
at koma yvir til Keypmanna
havnar. Møguleikin fyri, at
Tórunn yvirlivdi, var lítil.
– Meðan teir av øllum
alvi arbeiddu uppá at tetta
bløðingina, fekk eg støðugt
nýtt blóð inn í æðrarnar. Til
samans fekk eg 78 portiónir
av blóði tað døgnið. Men
at enda lukkaðist tað at
skifta skadda pettið av æðr
ini, og kvøldið eftir, tann
29. november, kundi trans-
plantatiónin av livrini endi
liga fullførast, greiðir Tórunn
frá.
Tá hevði hon ligið hálvt
triðja døgn á operatións
borðinum.
Skeivan heilivág
Nýggja livurin royndist væl,
og Tórunn batnaði í so máta.
Men hon var framvegis sera
ússalig, og fekk til dømis ikki
etið, orsakað av vælindinum
og maganum. Hóast hon
hevði verið sera sjúk undan
operatiónini, misti hon heili
18 kilo eftir operatiónina.
Hon
lá
framvegis
á
sjúkrahúsinum
og
fekk
mat ígjøgnum sondu í nøs
ini, umframt vætu og heili-
vág í æðrarnar. Hon hevði
eitt sokallað CVK, ið er ein
slanga, løgd í eina æðr í
bringuni, sum gongur niður
móti hjartanum. Har verður
alt, sum skal latast í æðrar
nar, sproytað inn.
– 31. desember kom ein
sjúkrasystir inn og gav mær
heilivág. Hon tømdi sproytu
na í æðrina, sum leiðir beint
niður í hjartað. Men eg segði
beinanvegin, at okkurt var
púra galið, tí eg bleiv so løgin
í kroppinum. Hon hugdi tá
at sproytuni, gjørdist púra
forfard og rann út, minnist
Tórunn.
Heilivágurin, sum varð
sproytaður beinleiðis inn í
æðrina og niður í hjartað,
skuldi av røttum verið farin
í sonduna og niður í magan.
– Lítla løtu seinni kom ein
onnur sjúkrasystir rennandi
og gav mær eina nýggja
sproytu í æðrina. Tað var
mótgift av onkrum slagi.
Síðani komu nógvir læknar,
og so minnist eg ikki nógv
meiri, greiðir Tórunn frá.
Skeivi heilivágurin gav
Tórunn blóðpropp í hjartað,
og hon fekk eisini trupul
leikar við báðum lungunum
og nýrunum. Tað var eitt
stórt afturstig í lítlu fram
gongdini, sum annars hevði
verið, síðani livurin varð
skift.
Long tíð gekk, áðrenn Tór-
unn var so mikið fræg, at hon
kundi sleppa heim onkran
leygardag, og ikki fyrr enn
í apríl – eitt ár eftir, at hon
varð innløgd av fyrstan tíð
– slapp hon heimaftur. Nú,
nærum tvey ár seinni, hevur
hon enn tætt tilknýti til
sjúkahúsið, men hon klagar
ikki.
– Eg havi verið sjúk so
leingi, so kroppurin er sera
veikur. Men livurin er góð og
sterk, og eg havi fingið heilar
tveir kjansir afturat til lívið.
Eg veit, at tað ikki er øllum
unt, sigur Tórunn takksom.
Hvør átti livrina?
Síðani operatiónina hevur
Tórunn hugsað um, hvør
mundi eiga livrina, hon fekk.
– Mundi viðkomandi
eiga børn? Hvussu vóru um-
støðurnar? Eg veit, at onkur
hevur latið lív, fyri at eg
kundi liva, og eg vildi ynskt
at hitt familjuna. Eg vildi so
fegin sagt teimum um tað
undrið,
sum
viðkomandi
hevur framt við at gerast
organdonor. Eg livi og kann
nú aftur vera um míni børn.
Sjálv kann Tórunn ikki
gerast donor. Men dótturin,
Tanja, ið nú er 16 ár, ynskir at
skráseta seg, tá hon verður
18. 13 ára gamli sonurin,
Daniel, er enn ov ungur at
taka støðu, men við tíðini
fara tey heilt víst at tosa um
tað.
Tórunn vísir á, at summi
taka frástøðu frá at lata
gøgn.
– Tá tú hevur verið í mín-
ari støðu, og tú veist, at lívið
endar, um onkur ikki letur
tær ein part av sær sjálvum,
so broytist hugsanin. Organ-
donatión hevur merkt alt
fyri meg. Tíverri eru ov fá, ið
vilja lata síni gøgn, og tað ger,
at tað eru nógv, sum doyggja,
meðan tey bíða.
Ringast fyri børnini
Tá Tórunn hugsar um sein-
astu tvey árini, er hon ikki í
iva um, hvat hevur verið tað
ringasta.
– Tað, sum hevur pínt meg
mest, er, at eg ikki havi verið
har fyri børnini. Eg eri jú
einsamøll við teimum, men
eg havi verið á sjúkrahúsi
Tveir nýggjar
kjansir til lívið
– Nú eri eg sera tilvitað um, at onkur hevur latið lív, fyri at eg kundi liva. Av og á hugsi eg um, hvør
viðkomandi mundi vera, og um tað var onkur, sum átti børn, ið nú sita eftir. Eg eri ómetaliga takksom, tí
ikki øll fáa tveir nýggjar kjansir til lívið, sigur Tórunn í Homrum, sum tvær ferðir hevur fingið nýggja livur
Myndir: Álvur Haraldsen
Tá tú ert í støðuni,
hugsar tú ikki so nógv
um, at tú í grundini bíðar
eftir, at onkur annar skal
lata lív. Tá krøkir tú teg
bara í vónina um, at tú
kanst liva