hósdagur 9. januar 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. januar 2014 · Nr. 4
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Jón hevur milllum annað
verið skrivari hjá Starvs
nevndini og røkt heimasíð
una. Jón hevur verið við til at
lyfta Hondbóltssambandið
seinastu árini og hevur sett í
verk fleiri hornasteinar í før
oyskum hondbólti, milllum
annað U8 kappingarnar og
venjaraútbúgvingina,
sum
hann tó enn kemur at hjálpa
við, skrivar Hondbóltssam
bandið á heimasíðu síni.
Steypakappingin
ikki løgd enn
18. januar byrjar steypa
kappingin í hondbólti, men
enn vita feløgini ikki nær
tey skulu spæla. Einki liggur
greitt fyri almenninginum
annað enn hvussu kappingin
verður skipað, og nær hálv
finalurnar
og
finalurnar
verða.
Kappingin verður í ár
skipað sum eitt bólkaspæl,
har tað verða tveir bólkar.
Síðani koma nummar eitt og
tvey víðari úr bólkunum og
spæla eina hálvfinalu. Fyrra
hálvfinalan verður 31. januar
og seinna hálvfinalan verður
sunnudagin 2. feburar.
Sjálv steypafinalan verður
8. januar.
Tróndur Arge
Tað hava verið stórir trupul
leikar við at fáa dómarar til
føroysku
hondbóltskapp
ingina í ár. Tað er ikki ókent,
at dystir verða fluttir og
verða spældir dag um dag, so
at dómararnir kunnu døma
fleiri dystir.
Um vikuskiftið stendur
so illa til við dómarum, at
eitt dómarapar má renna úr
høllini á Hálsi niðan í høllina
í Hoyvík, so teir kunnu døma
tveir dystir sama dag.
Talan er um Arnar Dam
og Gert Hansen, sum skulu
døma besta kvinnudystin
millum Neistan og Kyndil
klokkan 14.30, og besta mans
dystin millum H71 og Neistan
klokkan 16.30 í Hoyvík.
Skuldi nakar ivi verið um
ringa standin í samband við
dómarar í føroyskum hond
bólti, so má hetta verða ein
greið staðfesting av trupul
leikanum.
Oddabrak í Vestmanna
Stóri dysturin í bestu mans
deildini er millum VÍF og KÍF
í Vestmanna. KÍF er oddalið
og favorittur at koma í FM
finaluna, meðan VÍF og
Henrik Gerster stríðast við at
fáa tað besta burturúr einum
sterkum hópi í Vestmanna.
Liðini hava spælt tvær
ferðir móti hvørjum øðrum í
inniverandi landskappingini.
Í báðum førum hevur KÍF
vunnið. Í Kollafyri vunnu
teir við trimum málum, með
an sigurin var tvey mál størri
seinast liðini spældu í Vest
manna.
Fyrsti dysturin verður
longu fríggjakvøldið, tá Team
Klaksvík tekur móti StÍF.
Strandingar hava havt gott
tak á Team Klaksvík higartil
í landskappingini. Teir hava
vunnið báðar dystirnar við
ávíkavist seks og átta mál
um. StÍF hevur vunnið seg
upp á triðja pláss. Vinna
teir
fríggjakvøldið,
hála
teir hvørtfall inn á okkurt
á oddaliðnum, tí tey spæla
móti hvørjum øðrum.
Triði og seinasti dysturin
verður í høllini í Hoyvík
sunnudagin klokkan 16.30, tá
H71 tekur móti Neistanum við
tá sveittandi dómaraparinum
Arnari Dam og Gert Hansen.
Neistin hevur eftir eina góða
byrjan mist flogið og liggur
næst niðast, meðan H71 ligg
ur á fjóða plássi.
Grannauppgerð á Hálsi
Í bestu kvinnudeildini er
grannauppgerð
millum
Neistan og Kyndil. Hetta er
óiva størsta uppgávan hjá
Juliani Johansen síðani hann
tók við venjari hjá Neist
anum. Neistin, sum greitt
vann greipuna farna kapp
ingarár, kann við einum tapi
missa upp til oddaliðini.
Fyrst og fremst er tað
Kyndil, sum tær spæla móti.
Kyndil er oddalið við 17
stigum. Tað eru fýra fleiri enn
Neistin á triðja plássi. Vinnur
Kyndil, so verður munurin
heili seks stig. Vinnur VÍF
somuleiðis á botnliðnum
Stjørnuni, so hevur Neistin
fimm stig upp til annað
pláss, sum gevur atgongd til
FM finalurnar. Tí er eitt ávíst
trýst á Neistanum, sum tó
hevur spælt ein dyst færri
enn bæði Kyndil og VÍF.
Triði dysturin er í Vági,
har VB skal vinna móti StíF
um tær skulu gera seg gald
andi í oddinum. VB hevur
aftur tvey stig færri enn
Neistin, meðan StÍF bara
hevur samlað sær fýra stig.
VB eru vanliga sterkar á
heimavølli og eru favorittar.
Allir dystirnir hjá kvinnunu
verða sunnudagin.
trondur@sosialurin.fo
ítróttur hondbóltur
Dómarar mugu renna í millum
Dómaratrupulleikin í føroyskum
hondbólti stendur við. Um
vikuskiftið mugu Arnar Dam
og Gert Hansen renna frá
einum dysti til annan
Elektron deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Kyndil
11
249
193
56
17
2 VÍF
11
289
238
51
16
3 Neistin
10
245
224
21
13
4 VB
11
281
274
7
11
5 StÍF
10
203
277
-74
4
6 Stjørnan
11
231
292
-61
3
Atlantic Airways deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
13
383
308
75
20
2 VÍF
13
405
353
52
18
3 StÍF
13
351
355
-4
14
4 H71
13
340
339
1
12
5 Kyndil
13
337
348
-11
12
6 Neistin
12
314
339
-25
10
7 Team Klaksvík
13
334
422
-88
4
Fríggjadagin 10. januar:
Team Klaksvík - StÍF kl. 20.00
Sunnudagin 12. januar:
VÍF - KÍF kl. 16.00
H71 - Neistin kl. 16.30
VÍF - Stjørnan kl. 14.30
Neistin - Kyndil kl. 14.30
VB - StÍF kl. 15.00
Jón Kragesteen boðaði undan jólum Starvsnevndini frá, at
hann ikki ynskti at halda fram í Hondbóltssamband Føroya.
Jón hevur verið í parttíðarstarvið hjá HSF síðani 2009
Jón takkar fyri seg
Menn:
Bólkur A:
KÍF
H71
Neistin
Team Klaksvík
Bólkur B:
VÍF
StÍF
Kyndil
H71 2
Kvinnur:
Bólkur A:
VÍF
Neistin
StÍF
Bólkur B:
Kyndil
VB
Stjørnan
Steypakappingin: