hósdagur 9. januar 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 4 · 10. januar 2014
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyri góðum fimm árum síðani fekk
Adele gjøgnumbrot við sanginum
»Chasing Pavements«, og síðani
hevur hon verið millum bestu umtóktu
nøvn í altjóða popptónleiki. Hitt sum
»Someone Like You« og »Rolling In
The Deep« hava slóðað fyri hennara
yrkisleið.
Útgávan »21« seldi nógv vanlig
eintøk, og bæði í 2011 og 2012 var hon
í topp á listum hjá Billboard. Tað hevur
eingin onnur útgáva áður megnað.
Nú hevur »21« sett nýtt met fyri
digitala sølu. Útgávan hjá Adele er tann
fyrsta útgávan, sum hevur selt tríggjar
milliónir digital eintøk.
Tað skrivar amerikanski tónleika
miðilin Rolling Stone, ið hevur fingið
tøl frá Soundscan.
Hvílt røddina
Síðani seinastu útgávuna frá 2011
hevur Adele sungið James Bond sangin
»Skylfall«, sum hevur verið stórt al
tjóða hitt, men hon hevur í eina tíð hildi
frí frá tónleikinum.
Hon er blivin mamma, og harafturat
hevur hon fingið skurðviðgerð, í
stemmubondini og hevur tí verið noydd
at hvíla sína stóru – men strongdu –
rødd.
Sambært Rolling Stones er Adele
farin í holt við at framleiða tónleik, sum
skal verða á einari nýggjaru útgávu,
men tað er óvist, nær nýggjur tónleikur
frá Adele verður almennur.
Tær góðu
løturnar
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Suni Merkistein / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Bretska songkvinnan er tann fyrsta, sum hevur selt
3 milliónir digital eintøk av einari tónleikaútgávu
Nú tjúgunda kvøld nærkast, eru jólini farin
væl afturum. Í bæði røðum og sendingum
hava vit hoyrt um farna árið og ynski fyri
tað nýggja. Summi geva nýggjárslyfti. Nú
tað gongur móti ljósari tíðum er upplagt at
byrja upp á okkurt nýtt og spennandi.
Hóast vit skriva 10. januar í dag, so
havi eg hugsað nógv um jólini seinastu
dagarnar. Havi altíð elskað jólahugnan við
sínum ljósum og pynti. Í ár fullu jólini væl í
vikuni – jólaaftan var týsdagur – so eg hevði
nógvar frídagar. Nóg mikið av tíð at keypa
gávur og góðgæti. Ja, gera klárt til teir stillu
og hugnaligu dagarnar. Umframt at hava
okkurt nýggjársynski, so havi eg eisini hug at
hyggja eitt sindur longur aftur í tíðina.
Tá tú ert komin nakað upp í árini, so
fækkast tey í ættarliðnum undan tær. So
leingi foreldrini livdu, vórðu jólini hildin
saman við teimum ella saman við verfor
eldrunum. Nú er vermamman einsamøll eftir.
Og eg hevði ta gleði at fáa hana á vitjan á
jólum.
Tankarnir leita aftur til allar tær ótrúliga
góðu løturnar. Minnist hvussu vit sum børn
rokaðust við at pynta granngreinar við øllum
møguligum glitri. Mammu dámdi væl jólini,
og hon keddist ongantíð av øllum jólapynt
inum, vit hongdu upp. So har bleiv klipt
og límað so nógv sum í nøkrum nútímans
barnagarði! Ongin kendi nakað til strongd.
Vit heilsaðu jólunum vælkomin! Akkurát
somu kensluna havi eg enn, tá tað nærkast
jólum. At desember er ein ógvuliga rokaligur
mánaður í arbeiðshøpi hevur ongantíð
kenst sum forðing fyri jólafyrireikingini og
jólagleðini.
Síðani komu jólini sum vaksin. Bæði
mamma og babba vóru »jólalig«, sum eg
kalla tað, líka til tað síðsta. Øll jólakortini,
tey skrivaðu, so leingi hendurnar
orkaðu. Ógloymandi og stuttligar løtur
tollaksmessukvøld og jólaaftan. Meðan
eg skrivi hesar reglur kenni eg týðuliga
stemningin. Tað er eitt sindur sorgblítt at
minnast aftur á. Men tey dugdu veruliga at
njóta hesa høgtíð.
Og nú jólini 2013! Sjokulátakossarnir
og kleynurnar, sum vermamman hevði
bakað og kókað og koyrt í siðbundnu
karamellueskjurnar, tær hoyra jólunum til!
Hugnaligu prátini og søgurnar um bæði nýtt
og gamalt. Um skjóttlisnu føroysku bøkurnar.
Tosið um binding, brodering og seyming. Ja,
alt millum himmal og jørð.
Eg eri so takksom fyri at hava upplivað
allar hesar góðu løturnar. Og nýggjársynskið
kann ikki vera annað enn at duga at bera
førningin víðari.
So segði
hann...
Adele størri
enn øll hini
– Tað fer ikki at verða ókeypis at koyra
ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, hóast
teir skjótt eru afturgoldnir
Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum
Adele hevur sett nýggj met í digitalari sølu
Simona
Weihe