Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. januar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. januar 2014 · Nr. 5 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Nú mugu vit umhugsa at niðurleggja Búnaðarstovuna í Kollafirði. Tað staðfesti Bjørn Pat­urs­ son, stjóri á Bún­aðarstovuni á ráðstevnu um landbúnað, sum Símun Gullaksen á Gamla Seglhúsinum, skipar fyri í Klaksvík leygardagin. Hann vísir á, at hesi sein­ astu árini er játtanin til Búnaðarstovuna og Royndar­ støðina í Kollafirði, lækkað úr einum fimm milliónum, niður tvær milliónir. Men Bjørn Patursson vísir á, at 44 prosent av játtanini fer til ljós og varma og aðrar rakstrarútreiðslur til sjálvar bygningarnar. Og tað dugir hann ikki at síggja nakað høpi í, tí bygningarnir verða at kalla ikki brúktir. - Royndirnar, vit gjørdu í fjósunum og bygningunum annars, eru allar spardar burtur og tískil haldi eg, at tann avmarkaða játtanin, vit hava, kann brúkast betri enn til rakstrarútreiðslur til bygningar, sum ikki verða brúktir og sum sostatt standa deyðir, sigur Bjørn Pat­ursson. Hann sigur, at tí fer hann nú at viðgera spurningin saman við landsstýrinum um, hvussu virksemið skal leggjast til rættast. Hann ætlar, at viðgera spurningin saman við landsstýrismanninum í vár og at vera komin til eina niðurstøðu í apríl. - Verður játtanin ikki hækk­að, so at vit fáa gagn­ nýtt bygningarnar, er helst frægast at vit sleppa av við teir. - Sostatt sleppa vit eisini av við rakstrarkostnaðin og kunnu brúka hann til onnur endamál, sigur Bjørn Patursson. Hann sigur, at skal Bún­ aðarstovan at kalla bara fáast við ráðgeving, er óneyðugt við stórum bygningum, tí til tað krevst ikki stórt annað enn ein skrivistova við teldu og telefon. - Fáa vit ikki hægri játtan, haldi eg ikki, at tað er rætt at brúka so stóran part av játtanini til deyðar bygningar, so haldi eg, at vit heldur eiga at leggja størri dent á ráðgeving, sigur Patursson. - Hava vit ikki ráð til at gagnnýta bygningarnar, er er tað fíggjarliga forsvarligari, at vit sleppa okkum av við teir, leggur hann afturat. - Tað er ongin orsøk at brúka pengar upp á bygningar, vit ikki brúka, heldur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni Jákup Mørk Bústaðir, sum er gamli Hús­ a­láns­grunnurin, hevur sein­ asta árið sett gongd á fleiri íbúðarætlanir, har enda­málið er at veita bíligari bú­stað­ar­ møguleikar. Næsta stigið í so máta tyk­ist verða tikið á Heimasta horni í Havn, tað hevur gingið nakað striltið hjá Føroya Banka at sleppa av við allar íbúðirnar, sum bank­ in yvirtók á sinni. Nú er tó líkt til, at 24 av íbúð­u­num verða seldar í ein­um høggi. Sum skilst fer Bú­staðir í næstum at skriva undir avtalu, har stovn­ urin keypir tveir av íbúð­ar­ blokkunum, og hetta merkir, at stovnurin í næstum hevur 24 íbúðir tøkar. Andras Róin er stjóri hjá Bústøðum, men hann sigur seg ikki hava nakra viðmerking til málið. Búnaðarstovan í Kollafirði í vanda Næstan helvtin av játtanini til Búnaðarstovuna fer til útreiðslur til bygningar, sum næstan ikki verða brúktir Bústaðir keypir 24 íbúðir Sum skilst keypir Bústaðir í næstum tveir av íbúðarblokkunum á Heimasta horni í Havn