Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Kaj Leo H. Johannesen Tíðargrein síða 18 Svart­ skygni til bjart­ skygni Heini í skorini tíðargrein síða 16-17 Hurrá fyri glí­ð­i­ breytini At ov nógv ferð í ferðsluni drepur, hava vit tíverri fingið sjón fyri søgn fleiri ferðir seinastu tíðina. Tí seinasta árið eru sjey fólk deyð í ferðsl­uni – og í øllum førum hev­ur ov nógv ferð verið partur av or­søk­ ini til vanlukkuna. Sambært Ferðslutrygd er tað al­tjóða skjalprógvað, at tað tað er bein­leið­is samband millum ferð og tal­ið á deyð­um og skaddum í ferðsl­uni. Tess hægri ferð, tess størri vandi fyri van­lukku, og tess meira álv­ars­ligar eru van­lukk­ur­ nar. Hildu allir bil­før­ar­ar há­marks­ ferð­ina, so hendu ikki so nógvar vanlukkur. At fólk, sum eru ávirkað av rúsevnum eru ó­fyri­gevi­liga stór­ ir vand­ar í ferðsl­uni er eisini øllum púra greitt. Ferðslutrygd hevur arbeitt í nógv ár fyri at fremja 0-hugsjónina í verki. Tað er hugsjónin um, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skadd­ur í ferðsluni. Arbeiðið hjá Ferðsl­u­trygd gav ávøkst í 2006, tá Løg­ting­ið samtykti 0-hugsjónina. Arbeiðið við 0-hugsjónini førdi so við sær, at gjørd varð ein ferðslu­ trygd­ar­ælt­an árið eftir, har tað í for­orð­u­num verður sagt, at »tal­ið á ferðsl­u­ó­happ­um við fólka­skaða skal verða 30% minni í 2015 enn í dag (2006)«. Tað vil siga, at ikki fleiri enn tvey fólk skulu doyggja í ferðsl­ uni næsta ár, um ynskið handan hesa ætl­an skal ganga út. Hóast batar hava verið – og talið av deyð­um hevur ligið niðan fyri ætl­aða málið frá 2008 til 2011, so eru sein­astu hagtølini ørkymlandi. Hesi hagtøl eiga vit at broyta. Vit eiga øll somul at gera alt, sum til ber fyri at broyta hugburðin soleiðis, at øll – eisini tey ungu – verða meira til­vit­að um týdningin, tað hevur at bera seg rætt at í ferðsluni. Vit vita eisini, at tað eru und­an­ tøk­i­ni, sum elva til skaðar og synd­ ar­lig­ar van­lukkur. Men vit vita eis­ini, at upp­lýs­ing før­ir til hug­ burðs­broyt­ing – og tað er ein hug­ burðs­broyt­ing, sum skal til. Fríði Nolsøe á Sandi greiðir í blað­num í dag frá slíkari syndaligari van­lukku, sum hann var við í fyri 20 ár­um síðani. Hann vísir á, hvussu ein skeiv avgerð, sum teir tríggir tóku í felag hesa vanlukkunáttina, elvdi til at ein teirra doyði. Hann vísir á týdningin, sum tað hevur at greiða børnum og ungum frá, hvussu meint ein ferðsluvanlukka rakar. Niðurstøðan hjá honum er púra greið: – Eg gevi mær sjálvum syldina fyri tað, sum hendi í 1993, og tað er ein prísur, eg má betala restina av lívinum. Tað er nakað, sum tey ungu eiga at hugsa um! Vanlukkan kann raka øll At Vágaportalurin prakt­ is­erar sítt heilt serliga slag av journalistikki, eru tað óteljandi dømi um eft­ir­ hondini. At hvørt einasta skriv, sum verður sent miðlunum, fer púra óviðgjørt á heimasíðuna hjá Beiti og Skúvadal er eitt, at hvør einasta sending og regla, sum Kringvarpið fram­leið­ir eisini endar har, er annað. Og at menninir hand­an heimasíðuna tilvitað ign­orera alt, sum Miðlahúsið fram­leiðir, er eitt triðja. Feskasta dømið um hetta síðsta fingu vit í gjár, tá Vága­portal­urin mátti heilt til Dan­markar at endurgeva eina søgu, sum Miðlahúsið hevði gjørt. Vágaportalurin kundi utt­an at blunka end­ur­geva donsku fót­bólts­heim­a­síð­una bold.dk, fyri eina søgu, sum bold.dk annars endurgav in.fo fyri. Sostatt kunnu danskir miðl­ar endurgeva føroyskar miðl­ar, meðan ein ávísur før­ oysk­ur miðil má endurgeva dansk­ar miðlar, sum end­ur­ geva føroyskar miðlar. Skil tað hvør, ið skilja vil... – Vit plaga at siga, at summi fara um ánna eftir vatni. Men í hesum føri fara teir báðir Skúvadal og Beiti ikki einans um áir, firðir og sund – men um Atlantshavi, bara fyri ikki at nevna veruligu kelduna. Yvir um hav eftir vatni Norðurlandahúsið boðar í faldara sínum frá, at aft­ ur­vend­andi tiltakið Vetr­ar­ jazz­ur er aftur á skránni: – Vetrarjazzur hevur í nøk­ur ár verið fastur táttur í jan­uar og hevur kveikt lív í høv­uðs­staðin hesa myrku árs­tíð. Í ár er vetrarjazzurin nak­að væl størri í vavi, og um­framt heimligu jazz­ úr­mæl­ing­ar­nar eru fleiri útlendsk­ir tón­leik­arar á skránni, stend­ur at lesa í vár­skránni hjá Norð­ur­ landa­hús­i­num. Leygardagin 1. februar verða fleiri ókeypis kon­ sert­ir at hoyra í húsinum. Run við Unn Paturson, And­ers Jormin og Rógva á Rógvu er ein bólkur, Sunna Gunn­laugs Trio úr Íslandi er ein annar, Mark Solborg Trio úr Danmark er ein triðji bólkur, sum fer á pall. Endabresturin verður Kári Sverrisson og Bendar Spón­ir, sum fara at spæla í høll­ini. Dagin eftir bjóðar Norð­ ur­land­a­húsið barnajazz, tá ið Dánj­al á Neyst­a­bø og Búi Dam børn­u­num á Ævin­týr­ a­ferð Vetrarjazzur fjálgar Føroyar Ein skeiv avgerð kann fáa sera álvarsligar avleiðingar