Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 85 ára føðingardagur 16. februar verður Julianna Didriksen í Havn 85 ár. Dag­urin verður hildin leygardagin 15. februar kl. 19 í húsinum hjá Argja Róðrarfelag. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við Juliannu, kunnu siga frá á tlf. 312552 ella 512552 seinast 11. febr.   65 ára føðingardagur Mánadagin 3. februar verður Ásgerð Stenberg úr Vági 65 ár. Tey, ið vilja gleða Ásgerð, eru hjartaliga vælkomin í Stóra pakkhús leygardagin 1. februar, frá kl 19. 60 ára føðingardagur Fríggjadagin 17. januar fyllir Jens Johannesen, Tvøroyri, 60 ár. Brunch verður leygardagin 18. januar í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 11 til 16. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinur og kenningar hendan dagin. Gullbrúdleyp Leygardagin tann 18. januar hava Hilda og Kári Nielsen, Vestmanna, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Missións­húsinum í Vestmanna frá kl. 16 - 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hilda og Kári Gullbrúdleyp Leygardagin 15. februar hava hjúnini Eyđgerđ og John Lisberg  Sumba, gullbrúdleyp. Dagurin verđur hildin í Samkomu­hús­ inum frá kl. 13 til 17. Tey, sum vilja halda dagin saman viđ okkum, verđa vinarliga biđin um at siga frá á tlf. 370529 ella 581193, áđrenn 1. februar. Tøkk Øllum tykkum, sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum 26. oktober 2013, takka vit hjartaliga. Tøkk fyri vitjanir, gávur, blómur, heilsanir og telefonuppringingar. Tøkk til tykkum, sum vaktu okkum við hornblástri og sangi, og øllum tykkum, sum hjálptu til á ymsan hátt. Gott nýggjar. Heilsan Anny og Jens Pauli Midjord Tvøroyri Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, ið vóru við til at gera okkum hjúnabandsdagin 7.9.13 ógloymandi. Takk fyri gávur, blómur, sangir, talur og alla hjálpina við fingu, bæði áðrenn og aftaná, okkara stóra dag. Heilsan Jónleif og Frida Krúndiamantbrúdleyp Sunnudagin 2. februar hava Steinvør og Arnhold Olsen á Skála verið gift í 65 ár. Dagurin verður hildin saman við innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 16. Tøkk Tykkum øllum, ið minnttist til mín á 85 ára føðingardegi mínum, takki eg hjartaliga. Somuleiðis ynski eg slekt og vinum eitt av Harranum signað nýggjár. Heilsan Solveig Strøm nøvn