Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólk at avgreiða flogfør og gera bjargingararbeiði við tyrluni Atlantic Airways søkir eftir fólki at avgreiða flogfør á forplássinum á flogvøllinum og at vera bjargingarfólk við tyrluni (SAR). Avgreiðslan av flogførunum fevnir um at lasta og lossa viðføri og farm og catering. SAR-uppgávan fevnir um luttøku í leiting og bjarging, umframt sjúkraflutning á sjógvi og á landi. Aftur at hesum hevur starvsfólkið eisini tilkallivakt og er tá knýtt at tyrluni. Vit vilja hava ein ábyrgdarfullan og álítandi persón, ið er fyrikomandi og arbeiðssamur. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi megnar kropsligt arbeiði í øllum veðri, á sjógvi og á landi, til tíðir í brattlendi, og at arbeiða undir truplum umstøðum. Prógv sum kavari, bjargari í hæddum, víðkað fyrstuhjálparprógv og líknandi prógv eru ein fyrimunur. Miðnámsprógv og góður førleiki í enskum máli er eitt krav. Fyri at fáa starvið krevst rein revsiváttan, og viðkomandi skal góðkennast í umfatandi læknakanning. Atlantic Airways veitir øll viðkomandi skeið og undirvísing - í Føroyum og uttanlands. Arbeitt verður eftir skiftandi vaktaskipan. Løn er eftir galdandi sáttmála. Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini: https://app.jobmatchprofile.com/pwdkcd Á leinkinum skalt tú svara spurnablaði, viðfesta mynd og viðkomandi prógv og viðfesta eina umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg sjálvan, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðsroyndir, tú hevur. Greið okkum eisini frá, hví tú metir, at júst tú skalt gerast partur av okkara bjargingar- og handlings- manning. Umsóknarfreistin er úti tann 20. januar 2014. Atlantic Airways att. Georg Suðurgarð Director, Human Resources Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, kundin og úrslit altíð eru í miðdeplinum. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2012 var yvir 500 milliónir krónur. Felagið hevur í løtuni fýra fogfør og tvær tyrlur. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark, Onglandi, Íslandi, Noreg, Spania og Italia. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leiguflogførum, haðani stórur partur av inntøkunum kemur. Tyrludeildin røkir ferðasambandið til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og offshore tilbúgving í Norðurhøvum. Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá Atlantic Airways í Danmark Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú at royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skalt kunna starvast fulla tíð frá seinnu hálvu av juni til fyrst í august 2014. Tú mást hava støð í Danmark, antin í Billund ella í Keypmannahavn. Starvið kann ikki røkjast við bústaði í Føroyum. Harumframt er neyðugt, at tú býrt nærindis starvsstaðnum. Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú við til at vísa okkara viðskiftafólki, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við sera góðari tænastu. Tínir eginleikar Tú ert ábyrgdarfull/ur og dugir at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu. Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at starvast tætt saman við øðrum og kanst gera mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv, royndir frá tænastuarbeiði, tosar og skrivar minst eitt skandinaviskt mál flótandi og dugir væl enskt. Krøv Tú ert minst 21 ár, skilir føroyskt, hevur góða heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst 200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ur til at fáa flúgviloyvi. Byrjan Sambært nærri avtalu á vári 2014. Tú skalt eisini kunna luttaka á skeiði, sum tekur umleið tvær vikur og verður fyrst í mars 2014. Harumframt skalt tú linevenja, sum tekur umleið 14 arbeiðsdagar, í apríl ella mai mánaða. Arbeiðstíðir og -staður Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinast í juni til fyrst í august. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu, lógarásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er við støð í Keypmannahavn ella Billund. Løn og dagpeningur eru sambært galdandi reglum. Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini: https://app.jobmatchprofile.com/wp3mpk Á leinkinum skalt tú svara spurnablaði, viðfesta mynd og viðkomandi prógv og viðfesta eina umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðsroyndir, tú hevur. Umsóknarfreistin er tann 20. januar 2014. Atlantic Airways Georg Suðurgarð Director, Human Resources Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, kundin og úrslit altíð eru í miðdeplinum. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2012 var yvir 500 milliónir krónur. Felagið hevur í løtuni fýra fogfør og tvær tyrlur. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark, Onglandi, Íslandi, Noreg, Spania og Italia. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leiguflogførum, haðani stórur partur av inntøkunum kemur. Tyrludeildin røkir ferðasambandið til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og offshore tilbúgving í Norðurhøvum.