Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. januar 2014 · Nr. 5 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur ítróttur Zlatan skoraði flottasta málið Tað var svenska superstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, sum ikki heilt óvæntað fór við FIFA Puskas Award, sum er heiðurin fyri at skjóta ársins mál. Tað var tiltikna málið, har hann saksasparkar bóltin í mál móti Onglandi. Hetta var í venjingardysti móti Onglandi, tá Friends Arena opnaði í Stokhólmi. Talan var um fjórða málið hjá Zlatan í tí dystinum, sum Svøríki vann 4-2. Fróði peikaði á Ronaldo Fróði Benjaminsen var eitt sindur í iva um, hvønn hann skuldi velja. Hann hevur áður tikið Lionel Messi fram um portugisan, men í ár setti hann argentinumannin sum nummar tvey. – Tað var rættiliga trupult at taka dagar í millum teir báðar. Men Ronaldo hevur verið ótrúliga stabilur í nógv ár. Í fýra ár hevur hann verið næstur í røðini eftir Messi, men tað hevur ikki tikið mótið frá honum. Hann hevur bara koyrt á, og í fjør hevði hann eitt fantastiskt ár. Tí valdi eg Ronaldo, sigur Fróði Benjaminsen. Ronaldo og Messi Viður­kenna ikki hvønn annan Talan var um taktiska atkvøðugreiðslu, tá Ballon d’Or heiðurin í gjár var latin Cristiano Ronaldo. Hann atkvøddi ikki fyri Lionel Messi, meðan Messi heldur ikki atkvøddi fyri Ronaldo Tróndur Arge Tað var ein rørdur Cristiano Ronaldo, ið tók ímóti Ballon d’Or bóltinum, og heit­inum sum heimsins besti fót­bólts­ spælari 2013. Hann hevur í fýra ár staðið í skugganum av Lionel Messi, men í ár bragdaði fyri portugisiska lið­skiparan, sum til dagligt spælir við Real Madrid. Tað var heldur ikki óvænt­ að, at Cristiano Ronaldo vann Ballon d’Or hesaferð. Hann hevur í 59 dystum skotið 69 mál, meðan Lionel Messi ikki hevur verið eins góður og undanfarnu árini. Á triðja plássi kom fraklendingurin í Bayern Munchen, Franck Ribery. Hann er tó tann av teimum, sum hevur vunnið mest í 2013. Hann vann ikki færri enn fimm steyp. Har í millum kunnu nevnast Champions League og týska lands­kappingin, umframt at hann bleiv valdur til besta spæl­ara í Evropa. Cristiano Ronaldo fekk næstan ikki orðið fram, tá hann skuldi takk teimum, sum hava stuðlað honum gjøgn­um yrkisleiðina, og teim­um, sum hava atkvøtt fyri honum. Tað var ongin minni enn Pelé, sum handaði hon­um Ballon d’Or bóltin. Taktisk atkvøðugreiðsla Cristiano Ronaldo og Lionel Messi hava í fleiri ár ver­ið mettir sum tveir teir bestu fót­bóltsspælararnir í heim­ inum. Teir spæla eisini fyri hvør sín av risunum í sponsk­ um fót­bólti. Teir eru kapp­ ingar­neytar og tað sæst eisini aftur á atkvøðugreiðsluni. Cristiano Ronaldo hevur atkvøtt fyri Radamel Falcao sum heimsins besta, Gareth Bale sum nummar tvey og Mesut Özil sum nummar trý. Somuleiðis valdi lands­liðs­ venjarin hjá Portugal heldur ikki at atkvøða fyri Lionel Messi. Hann valdi Cristiano Ronaldo, Radamel Falcao og Arjen Robben. Lionel Messi hevur somu­ leiðis ikki valt at atkvøða fyri sínum kappingarneyta. Liðskiparin hjá Argentina atkvøddi bara fyri spælarum, sum hann til dagligt spælir við í Barcelona. Hann at­ kvøddi fyri Andrés Iniesta sum heimsins besta spælara. Síðani Xavi og Neymar. Landsliðsvenjarin hjá Lionel Messi valdi Cristiano Ronaldo á triðja plássi, aftan­ fyri Lionel Messi og Franck Ribery. Sostatt vilja Cristiano Ronaldo og Lionel Messi ikki viður­kenna hvønn ann­an sum heimsins besta spæl­ ara. Serligur heiður til Pelé 73 ára gamli Edson Arantes do Nascimento, betri kend­ur sum Pelé, fekk ein heilt ser­ ligan heiður á galla­veitsl­uni í Zurich. Tað var FIFA forsetin sjálvur, sum kunngjørdi at FIFA í ár fer at lata ein serliga heiður við heitinum, FIFA Ballon d'Or Prix d'Honneur. Tað gjørdist skjótt greitt í taluni, at talan var í mannin, ið fleiri mesta sum heimsins besta fótbóltsspælara nakran­tíð. Hann vann HM sum bara 17 ára gamal í 1958, tá enda­ spælið var í Svøríki. Hann er ein­asti maður, sum hevur vunnið HM tríggjar ferðir, í 1958, 1962 og 1970. Í longu yrkis­ leiðsleið síni skoraði hann ikki færri enn 1,281 mál fyri Santos Soleiðis atkvøddu Lars og Fróði: Lars Olsen føroyskur landsliðsvenjari 1 Zlatan Ibrahimovic (PSG/Svøríki) 2 Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal) 3 Lionel Messi (Barcelona/Spania) Fróði Benjaminsen liðskipari á føroyska landsliðnum 1 Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Spania) 2 Lionel Messi (Barcelona/Argentina) 3 Robin van Persie (Man United/Holland) Cristiano Ronaldo ársins leikari 2013 Ronaldo og Messi saman við unnustunum