Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. januar 2014 · Nr. 7 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Hans Pauli strøm Tíðargrein síða 11 Góð ráð til kom­ andi stjórn Eyðfinnur Jacobsen Eygamálið síða 10 Rís til adv­o­kat­ stand­in... – Tað stutta av tí langa er, at vit fáa eina fína nýggjárssending! Soleiðis segði Rúni Heinesen, for­ mað­ur í kring­varps­stýr­i­num, tá vit mill­um jól og nýggjárs spurdu hann, hvat kring­varps­stýrið helt um, at eitt priv­at felag var sloppið at gera nýggj­árs­send­ing­ina, sum ikki varð boð­in út, so sum hon átti sambært run­dskrivi úr Fíggjarmálaráðnum – og at eitt nú Tórs­havn­ar Kommu­na og Klaks­víkar Komm­una sluppu at keypa sær pláss í sendingini. Men tað dugdi formaðurin í kring­varps­stýr­i­num ikki at síggja sum nakr­an trupulleika – tá. Men nú er tað ein trup­ul­leiki hjá honum, at Kring­varp­ið hev­ur brot­ið leið­regl­ur um góð­an fjøl­miðla­sið, og at Tórs­havn­ar kommuna og Klaks­ víkar komm­una sluppu at keypa sær pláss til profilering í nýggj­árs­ sendingini. Við in.fo mikudagin segði stýr­is­ for­mað­urin soleiðis: – Tað stutta av tí langa er, at hetta verður ikki gjørt aftur – og sip­aði hann til leistin við einum al­ menn­um og privatum samstarvi, sum Sp/f Fjølvinna og Kringvarp Før­oya gjørdu í felag. Týsdagin hevði kringvarpsstýrið fund um málið, og mikudagin bóðu vit Rúna Heinesen greiða frá, hvør nið­ur­støð­an var, nú stýrið viðgjørdi nýggj­árs­sendingina. Men tað vil Rúni Heinesen ikki siga. Hann tosar um eitt tíð­ind­a­ skriv, sum tey sita og skriva, og sum tey skulu brúka tríggjar dagar um at viðgera, áðrenn tað kann send­ast. Men hann segði tó við in.fo mik­ u­dagin, at kommunur skulu held­ur ikki sleppa at keypa seg inn í send­ ingar við stuðli. Hetta og ann­að í sendingini er ikki í tráð við regl­ur­ nar um góðan fjølmiðlasið«. Tað løgna við stýrisformanninum er bara, at vit søgdu honum framm­ an­und­an, at Kringvarpið hevði selt pláss í nýggj­ars­send­ing­ini til hægst­ bjóð­andi, og at Kringvarpið hevði framt brot á rundskrivið frá fíggj­ ar­mál­a­ráð­num, sum áleggur stovn­i­ num at bjóða eina sending sum hesa út. Kortini gjørdi Rúni Heinesen einki, men læt skaðan henda. Nú aftaná kemur hann sum ketta úr høvd­a­trog, og sigur tað sama. Álvaratos Rúni Heinesen. Hvat gert tú í kring­varps­stýr­i­num? Er tíðin ikki komin, at tú leggur frá tær, tá einki kortini fær avleiðingar? Kringvarpið er á eini niður­bræð­ ing­ar­kós. Um onkur ikki bjarg­ar stovn­i­num, so endar heilt gal­ið. Kring­varps­stýr­ið lyft­ir ikki hond frá síðu, og úr Ment­a­mál­a­ráð­num frætt­ist einki. Eyðsýndi spurningurin er nú, hví skulu vit rinda 3.625 krónur í kringvarpsskatti? Og hvat gjalda vit fyri? Slepp hasum beininum rúni! Rólant Waag Dam KOKS, einasta gour­met mat­ stov­an í Før­oy­um, skal hava nýggjan mat­stov­u­leið­ara, tí Leif Sør­ensen gavst har í gjár, hósdagin. – Ja, tað passar. Eg eri giv­in á KOKS í dag, váttar Leif Sør­e­ n­sen. Leif Sørensen er mað­ur­ in fram um onnur, sum hev­ur upp­bygt KOKS. Fína mat­stov­an á Hotel Føroyum lat upp í 2010 og Leif Sørensen hev­ur stýrt øllum, sum hendi har. Hann hevur ment hug­skot­ið hand­an mat­stov­una, ver­ið køks­leið­ari, arbeitt í køk­i­num, bílagt vín og havt á­byrgd­ina av tí, sum hendir á gólv­i­num. Sambært Leif Sørensen er tað sam­starvs­trup­ul­l­eik­ar, sum eru or­søk­in til, at hann nú er givin á KOKS. Samstarvstrupulleikar við hvønn? – Samstarvið við stjóran rigg­aði ikki, sum tað skuldi, sig­ur Leif Sørensen. Tað er Johannes Jensen, sum er stjóri á Hotel Før­oy­um, har matstovan KOKS er. - Ja, tað er undarligt, at eg ikki skal vera við har meira. Men KOKS hevur allar for­ treyt­ir fyri at eydnast, sigur Leif Sørensen. – Eg eri sera góður við kon­ septið KOKS. Og vit kundu verið komin nógv long­ur, enn vit eru komin til nú, heldur Leif Sørensen, sum hevur brúkt sera nógva orku upp á matstovuna. – Tá eg ikki havi verið á KOKS ella arbeitt við KOKS, so havi eg sovið og droymt um KOKS. Men eg kann ikki siga annað nú, enn farvæl trygg­leiki og vælkomin frælsi, sigur Leif Sørensen. Hann sigur seg ikki hava nakað ítøkiligt tilboð á hondini, nú hann ikki er á KOKS long­ ur. – Mítt pappír er púra blankt í dag. Eg hugsi, at eg fari at slappa av í ein mánað, áðr­enn eg fari at finna út av, hvat so kem­ur at henda, sig­ur Leif Sør­ en­sen. Sambært Leif Sørensen er longu ein avloysari funnin fyri hann á KOKS. Hann veit ikki, hvør tað verður, men hann sig­ur seg vóna, at tað verður onk­ur, sum framm­an­und­an er knýtt­ur at KOKS. – So fáa tey varðveitt góða and­an, sum er kring kon­sept­ið, sig­ur Leif Sørensen. Á KOKS starvast 14 fólk, har av átta fólk í køkinum. Mat­stov­ an vann í fjør Årets Bo&Spis hjá Den Danske Spiseguide. Vit royndu at fáa fatur á Jo­ hannes Jensen, stjóra á Hotel Før­oy­um, áðrenn blaðið fór til prent­ingar, men hann var ikki at hitta. Men við Portalin segði hann seg ikki hava við­merk­ing­ ar, tí talan var um eitt starvs­ fólk­a­mál. Hann vil ikki gera við­merk­ ing­a­r til tað, sum Leif Sør­en­sen segði við in.fo og Sos­i­alin, uttan tað, at Hot­el Føroyar samtakið hev­ur boðið Leif Sørensen sam­ starv í framtíðini, um hann fer í gongd við onkra gas­tro­nom­ iska verkætlan. Leif Sørensen farin av Koks Hesar sein­astu dag­ar­nar hev­ur løg­regl­an kring land­ið givið rætt­ i­liga nógv­um bil­ før­a­r­um klipp í koyr­i­kort­ið. L ø g ­r e g l ­a n kann­ar ferðsl­una javn­an og savn­an, men so fara tey eisini av og á und­ ir mivís á­tøk, har tey kanna ser­liga nógv­ar bilar. Eitt slíkt átak var alla síðstu viku og tað hevur hild­ ið fram í hesi vikuni. Í hesum sambandi hevur løg­regl­an kannað bilførarar, sum koyra børn í og úr skúla. Løgreglan hevur eisini kann­að bilførarar, sum koyra børn í dagstovnar og úr teim­ um aftur. Harumframt hevur løg­ regl­an eisini kannað ferðsluna sum heild og hesar kanningar hava verið um alt landið. Løgreglan sigur, at í hes­um sambandi hava tey í fyrstu atløgu kannað eftir um øll í bilinum sita spent í trygd­ar­ belti, sum tey eiga eftir for­ skrift­u­num. Løgreglan sigur, at í á­tak­i­ num hesuferð, hava tey kann­ að eitt stórt tal av bilum. Og í hesum kanningum hev­ur løgreglan eisini ásann­ að, at tað eru framvegis nógv børn, sum sita í bili, utt­an vera spent føst eftir for­skrift­ u­num. Er talan um børn undir 15 ár, kostar tað bilføraranum eitt klipp í koyrikortið. Eru børnini 15 ár, ella eldri, kost­ar tað bilføraranum eina bót. – Tað eru heilt nógvir bil­ før­ar­ar, sum hava fingið klipp í koyrikortið í hesum um­fari, tí at børnini ikki eru spent føst, sum tey eiga, sigur løg­ reglan. Bara í morgun hevur løg­ regl­an kannað 75 bilar við yms­ar skúlar og aðrastaðni og eisini í morgun vórðu nógv koyr­ikort klipt og nógvir bil­ før­ar­ar hava fingið bót. Nógv foreldur fingið klipp í koyrikortið Hví skulu vit rinda 3.625 krónur í kringvarpsskatti???