Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 7 · 17. januar 2014 2 VIKUSKIFTI Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Simmi A. Jacobsen telist millum undan­ gongufólkini í føroyskum popptónleiki. Simmi spældi og skrivaði fleiri sangir, ið eru blivin klassikarar, og hann hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í meira enn hálva øld. Millum sangirnar, sum Simmi hevur skrivað ella verið við til at framført eru eitt nú »Hví«, »Tvær fjarðar« og »Eitt sunnukvøld í plantasjuni«. Nú hevur sangkórið Glymur gjørt av, at Simmi skal heiðrast, og tað verður gjørt á tiltaki í Norðurlandahúsinum 30. januar. – Hugskotið at heiðra Simma er sprottið úr gleðini at uppliva og framføra sangir hansara og er ein roynd at sýna honum takksemi fyri framúr avrik í tón­leika- og mentanarsøgu Føroya, siga fyri­reikararnir um tiltakið. Kendir tónleikarar Tað verða kendir tónleikarar, sum fara at spæla og tulka sangir, sum Simmi hevur gjørt og spælt. Sangkórið Glymur, sum stendur fyri til­takinum, fer at syngja hetta kvøld­ið, og harafturat luttaka eisini Teitur Lassen, Búi Dam, 200, Kristina Bærendsen, Sámal Ravnsfjall & Ronnie Nielsen, Martin Joensen og Lív Dam. Meira kunning um tiltakið fæst á heimasíðuni hjá Norður­landa­hús­ inum. Eitt orð er eitt orð ...og? Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Anna Maria Wraae / Mynd: Privat klumman Teitur Lassen, Martin Joensen og Kristina Bærendsen eru millum tey, ið fara at framføra á heiðurstiltaki fyri Simma A. Jacobsen Hóskvøldið 9. januar kl. 18, júst komin í bilin eftir keyp og hugnaligt prát í Miklagarði, hoyri eg í útvarpinum, hvussu fløktur kann­ ingar­stjórin í cip-málinum var uppi í sjálvari fíggingini av tunlinum. Má siga at eg var um at lippa. Bleiv bara so syrgin, tí at mítt land verður so illa handfarið. Vit hava allar fortreytir at skapa »paradís« á jørð: Friðarligt og arbeiðssamt fólk, stórt náttúruríkidømi, spard fyri náttúruvanlukkur og tað, sum har av fylgir. Og álíkavæl klára tey at vevja alt upp í ein ellibita. Løgtingsformaðurin, sum eg havi skilt tað, valdi kanningarstjóran burtur úr fleiri uppskotum, sum hann fekk frá Løgtings­ skrivstovuni. Tað skuldi eisini verið OK, tí at orðafellið: Eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður, billa vit okkum inn fram­vegis er galdandi í Føroyum. Tað er soleiðis, vit vilja hava tað at vera. Alt annað var óhugsandi. Men nú sær út til, at tíðin er komin, at vit blaka hatta gamla orðtakið burtur, ella umskriva tað. Hóast eg haldi tað vera betur at vera góðtrúgvin enn illtrúgvin, so gongur tað ikki bara at taka alt fyri góðar vørur, tá fólk skulu setast at viðgera ella kanna mál vegna borgararnar. Kanska ætlaði avlurtingarpakkin kundi brúkst: Alt títt samskifti um telefon og internet seinastu x árini á borðið, takk! Uha, sum tað hevði verið óhugnaligt! Vóni ikki at tað er tað, sum skal til fyri at upprætta álitið á landsstýri og løgting. Men onki er meira syrgiligt enn at verða svikin av vini. Tað ger djúp sár. Og soleiðis kennist tað, tá tey, sum tú hevur litið føðiland títt upp í hendur, svíkja títt álit. Hvar er eyðmjúkleikin fyri ábyrgdarfullu uppgávuni at umsita okkara land? Tað er ikki ein setningur, sum tú kanst fara við, sum tær lystir. Vit mugu hava fult álit á okkara fólka­valdu og harvið á teirra avgerðum. Men ill­grunin í fjølmiðlunum um óreiðiligheit seinastu tíðina, kann sáa mistrúgv, mót­loysi, vónloysi og líkasælu í fólkasálini, sum tað ikki verður løtuverk at rætta upp­aftur! So segði hann... Kendir tónleikarar heiðra Simma – Sæð í einum søguligum ljósi áttu vit at rópt eitt samfelt hurrá fyri teirri »glíðibreytini«, sum hevur slóðað fyri einum betri og rættvísari heimi Heini í Skorini, granskari Simmi Jacobsen verður heiðraður fyri sítt avrik i føroyskum tónleiki Simona Weihe