hósdagur 16. januar 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 7 · 17. januar 2014
4
VIKUSKIFTI
Hjálpararbeiði
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
- Alt er annarleiðis her, og fólkini hava
ein heilt øðrvísi hugsunarhátt enn tann,
vit kenna. Tað er nakað, tú veruliga
mást venja teg við.
Tað sigur 20 ára gamla Anna Maria
Wraae, sum saman við 29 ára gomlu
systir síni, Ásu, er í býnum Dar es
Salaam í Tanzania, har tær gera sjálv
boðið hjálpararbeiði fyri altjóða felags
skapin Projects Abroad.
Fyrst í desember mánaði komu tær
til fátæksliga býarpartin í stóra býnum
Dar es Salaam, har Ása hjálpir til á
einum sjúkrahúsi, og Anna Maria ar
beiðir á barnaheimi. Her skulu tær vera
til einaferð í mars mánaði.
– Hóast tað til tíðir kann tykjast
púra vónleyst at hjálpa fólkunum her,
so ivast vit ikki í, at vit eru við til at
gera ein mun, siga tær báðar systrarnar,
sum eru úr Havn. Hugskotið at fara
til Afrika í nakrar mánaðir átti Anna
Maria.
– Í summar varð eg liðug við HF og
valdi at taka eitt sabbatsár, og tá eg altíð
havi ynskt mær at sleppa til Afrika,
hugsaði eg, at nú skuldi tað verða.
Á netinum las eg um felagsskapin
Projects Abroad, og so var eg skjót at
biðja Ásu koma við mær, sum júst var
givin at lesa lívevnafrøði, fortelur Anna
Maria.
Fingu ein hvøkk
Tann 8. desember komu tær til
Tanzania, og eftir at hava hildið frí á
oynni Zanzibar í eina viku, byrjaði ger
andisdagurin í Dar es Salaam, har tað
er serstakliga fátæktsligt.
– Á flogvøllinum fingu vi tein
rættan hvøkk. Vit blivu nærmast
jagstraðar av hýruvognsførarum, sum
vildu sleppa at koyra okkum, men tí
betur var tað onkur, sum segði okkum,
at vit máttu endiliga ikki fara í ein av
hesum hýruvognunum. Tað er ikki
óvanligt, at hýruvognsførararnir koyra
við ferðafólki til eitt avsíðis stað, læsa
hurðarnar og ræna pengar og aðrar
rúgvusmiklar lutir frá teimum. Júst tá
vit fingu hesa ávaringina, hugsaði eg,
hvat í víðu verð vit høvdu rótað okkum
inn í, greiðir Anna Maria frá.
Anna Maria og Ása hava umvegis
felagsskapin fingið innivist hjá eini 67
ára gamlari kvinnu.
– Hon dugir hampiliga væl enskt,
men hini fólkini, vit koma í samband
við, eru ikki serliga stinn í enskum, og
tískil er ikki heilt lætt at samskifta, sigur
Anna Maria, og Ása heldur fram:
– Tað er áhugavert at uppliva,
hvussu tey búgva og liva her. Konan,
vit búgva hjá, hevur havt tað ógvuliga
hart, og serliga seinasta árið hevur mist
ein stóran part av sínum nærmastu
orsakað av sjúku, og tað ávirkar hana
sjálvandi. Men hon er fitt við okkum og
gevur okkum nóg mikið av mati, sigur
Ása, sum tó er eitt sindur troytt av at
eta somu rættirnar dag um dag. Anna
Maria er samd.
– Vit eta nógv rís, bønir og eitt slag
av hvíttkálsstúvningi. Og tá okkurt ser
ligt er á vási, fáa vit høsnarunga. Tað
kann gerast í so einstáttað, og tí fara vit
javnan út í býin at eta við øðrum ung
um, sum eisini gera sjálvboðið arbeiði
her á leiðini, sigur Ása.
Eitt, sum tær framvegis skulu venja
seg við, er tann nógvi hitin. Hóast hita
stigini liggja um tey 30 stigini, er vætan
í luftini um eini 90 prosent, og tískil
kennist luftin rættiliga kvalin inni í
býnum.
– Ta fyrstu tíðina høvdu vit ilt við
at sova um næturnar, tí tað var alt ov
heitt. Tann øgiliga hitin gjørdi eisini,
at vit mistu matarlystin, og sum heild
vóru vit bara allatíð troyttar. Men nú
gongur nógv betri við øllum tí, sigur
Anna Maria, sum arbeiðir á einum
barnaheimi, meðan Ása starvast á økis
sjúkrahúsinum í býnum.
Børn verða sligin
Hvønn morgun fer Anna Maria til ar
beiðis á einum barnaheimi, har hon er
um børnini, syngur við teimum, spælir
og so framvegis.
– Størsti trupulleikin er so at siga,
at eingin dugir enskt. Hvørki børnini
ella starvsfólkini. Men so brúki eg bara
alternativar mátar at samskifta, sum til
dømis við at syngja sangir og brúka
teknmál, fortelur Anna Maria og heldur
fram:
– Eitt nú havi eg lært tey at syngja
»høvd, akslar, knæ og tær« á enskum,
og hóast vit gera teknini, sum hoyra
til sangin, so haldi eg ikki, tey skilja
tað, sigur Anna Maria og hevur hug
at flenna.
bara hyggja at
– Tað er torført bara at hyggja at, meðan barnaheimsbørn verða
sligin, og fólk á sjúkrahúsinum ikki fáa neyðugu hjálpina. Hetta uppi
haldið gevur okkum av álvara eina aðra lívsáskoðan. Soleiðis siga
systrarnar báðar Ása og Anna Maria Wraae, sum í løtuni gera sjálvboðið
hjálpararbeiði í einum av fátækastu støðunum í Tanzania í Afrika
Torført
Myndir: privatar
Anna Maria (v.m.) á vitjan á
sjúkrahúsinum, har Ása arbeiðir