mánadagur 20. januar 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Seinni í ár eru liðin fýrati ár,
síðan Hans Jacobsen, sum
býr í Heinagøtu 10 í Havn,
stovnaði snikkaraverkstað
og byrjaði at smíða føroyskar
líkkistur.
Tey fyrstu nógvu árini
var hann einsamallur um
hetta virksemi, men í 1998
byrjaði sonur hansara, Niels
Pauli
Jacobsen,
eisini
á
verkstaðnum.
Bæði Hans og Niels Pauli
eru útbúnir snikkarar og
hava gjøgnum hesi mongu
ár drúgvar royndir á sínum
øki og hava smíðað nakrar
túsund líkkistur tilsamans.
Á sama staði
Tað
eru
teir
báðir
feðgarnir, sum saman reka
snikkaraverkstaðið í dag, og
øll árini hevur verkstaðurin
verið í kjallaranum hjá Hans
Jacobsen í Heinagøtu 10 í
Havn.
Hóast Hans er komin
nakað
upp
í
árini,
er
hann framvegis virkin á
snikkaraverkstaðnum
við
sínum virksemi, sum hann
hevur verið ímyndin av øll
hesi ár.
Hans
Jacobsen
Kistur
er
í
dag
einasti
verkstaður í Føroyum, sum
smíðar
føroyskar
kistur.
Snikkaraverkstaðurin
er
veitari av fýra standard
sløgum av kistum og í
serstøkum føri, tá tørvur er
á størri kistu enn vanligt,
verður kistan gjørd eftir
tørvi.
- Hóast fleiri innflytarar
eru í Føroyum av útlendskum
líkkistum, smíða vit einar
100 føroyskar kistur um árið.
Tað merkir, at fólk seta prís
upp á okkara handverk, siga
teir feðgarnir, Hans og Niels
Pauli Jacobsen.
Ímyndin av serstøkum handverki
Í dag er tað bara ein snikkaraverkstaður sum smíðar líkkistur. Tað er verkstaðurin,
sum feðgarnir, Hans og Niels Pauli Jacobsen reka í Heinagøtu í Havn
Hans Jacobsen er ímyndin
av serstøkum handverki,
sum hann hevur fingist við
í næstan fýrati ár. Í fleiri ár
hevur sonur hansara, Niels
Pauli Jacobsen, verið partur
av Hans Jacobsen Kistur
Vilmund Jacobsen
Aftur í ár skipar Sunda
kommuna fyri, at ein
av dagstovnunum í
kommununi er opin
í
vanligu
summar
frítíðini,
soleiðis
at
tey foreldur, sum eru
til arbeiðis í hesum
tíðarskeiði, kunnu fáa
síni børn ansaði. Í ár
verður tað Dagstovnur
in á Flatinum á Oyrar
bakka, sum fer at verða
opin í summar.
- Tey foreldur, sum
hava tørv á summar
ansing, avtala nærri við
sín dagstovn, har børn
teirra eru innskrivaði,
og samstundis verður
avtalað, nær børn teirra
í staðin halda frí, sigur
Sunda kommuna.
Barna
ansing á
hásumri á
Oyrarbakka
Vilmund Jacobsen
Higartil hevur verið neyðugt
at farið uttanlands fyri at taka
eina sonevnda stylecoach/
stylist-útbúgving, men nú er
hetta ikki neyðugt longur.
Tað sigur Skeiðsdepilin,
sum
fyri
fyrstu
ferð
í
Føroyum skipar fyri hesi
útbúgving.
Tað er Sunneva Thor
steinsson, sum sjálv hevur
útbúgving innan stylecoach,
umframt frisør og kosmeto
logútbúgving, sum hevur tik
ið stig til hetta.
Sunneva
er
leiðari
á
Frisørdeildini
á
Tekniska
Skúla í Havn og hevur altíð
verið hugtikin av øllum tí,
sum fær ein persón at taka
seg fram frá tí allar bestu
síðuni.
- Tað er her, at styling
kemur inn í myndina, sigur
hon.
Hon sigur, at við røttu am
boðunum kanst tú púrasta
broyta ein persón frá at vera
ein grá mús til at traðka fram
- júst sum tú ynskir tað.
- Nýggja útbúgvingin lærir
teg at kenna tína stílkjarnu,
og harvið gerst tú eisini
tryggari, og títt sjálvsvirði
hækkar munandi.
Skeiðsdepilin, sum stend
ur aftan fyri skeiðið, vísir á,
at útbúgvingin eitt nú kann
hjálpa tær í søluarbeiði, tá tú
skalt søkja arbeiði - ella bara
skal selja eitt hugskot.
Nýggja útbúgvingin byrj
ar hin 4. februar í ár.
Gráa músin skal burtur
Tað er Sunneva Thorsteinsson, sum hevur tikið
stig til stylecoach/stylist-útbúgvingina
Akstovan hevur
fingið nýggja sýnshøll
í Saltangará. Nýggja
høllin er við síðuna
av verandi sýnshøll í
bygninginum hjá OCD.
Í dag er vanligt, at menn keypa
blómur og bukettir. Fyrr vildu
teir líka sum fjala tað, teir
høvdu keypt. Nú fara teir glaðir
og stoltir avstað aftur...
Kennir tú tína stílkjarnu, og visti tú,
at øll hava sína serstøku stílkjarnu,
sum er unik fyri okkum og fær
okkum at føla okkum væl til passar?