Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Eivin Jacobsen Kjak síða 18 Nú skal arbeiðast skjótt Lindin fyllir 14 ár leygar­ dagin Tað vóru hugalig tíðindi, sum Hag­ stov­an bar um, at útflutnignur Før­oya teir fyrsrtu 11 mánaðirnar í fjør vaks við 10 prosentum í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Serlga er tað alifiskurin sum er okk­ara størsta útflutnings­vøra, og eftir hana er tað upp­sjóv­ar­fisk­ur­ in. Eisini er tað áhugavert, at or­søk­ in til vøksturin ikki er økt út­flutn­ ings­nøgd, men øktur prísur. Slík tíðindi bera boð um upp­ sving í samfelagnum, og tað eiga vit øll at frøast um. At fleiri peng­ar verða tjentir inn í føroyska bú­skap­ in kann geva øllum bú­skap­i­num tað spark­ið, sum skal til fyri at seta meira gongd á, go tí er tað av týdn­ ing­ini, at vit nú duga at húsast á skyn­sam­asta hátt. Men vit síggja ikki hetta upp­ sving­ið í øktari nýtslu, sum vit áttu og feg­in vildu sæð. Sambært stjóranum á Hag­stov­ uni, Sigurð Poulsen, so kann or­søk­ in vera, at fólk ikki reiðiliga tora at brúka pengar. Hann held­ur, at hetta kann vera tí, at fólk enn merkja av­ leið­ing­ar­nar av krepp­uni. Onkur hev­ur sett seg fyri ov dýr set­húsa­ lán og sita við húsum, sum hava minni virði í dag, enn keypsprísurin var. Onnur hava kanska gjørt íløgur á fíggj­ar­markn­að­inum, sum tey hava brent seg av. Spur­n­ing­ur­in er so, hvussu vit fáa fólk at brúka fleiri pengar – utt­ an tó at brúka yvir evni. Vit hava nógvar vinnur í Føroyum, bæði inn­an hand­il og tænastu, sum hava harð­liga brúk fyri størri eft­ ir­spurn­ingi, og sum líða undir tí, tá sparingarnar vara ov leingi. Her eigur samfelagið eisini sína upp­gávu. Lands­stýr­ið legði nógv fyri til tess at veita teimum hægru inn­tøk­u­num skattalætta. Hetta skuldi seta ferð á búskapin. Ein pá­ stand­ur, sum ikki er prógvaður, og sum neyvan kann fremjast í verki utt­an so, at vanligi borgarin eisini fær skat­t­a­lætta. Sam­gongan hevur tosað um skatt­a­lætta til tær lægru lønirnar, men enn er ikki greitt, hvussu hes­ in skatt­a­lætt­in skal fíggjast. Skatt­ a­lætt­in til hægru lønirnar verður fíggj­að­ur við forskattingini av pen­ sjón­u­num – og soleiðis eru øll við til at fíggja – eisini tey, sum als ongan skatta­lætta hava fingið. Tað verður so uppgávan hjá sam­ gonguni at finna útav, hvussu hesin skatt­a­lættin skal fíggjast, so hann ikki verð­ur samtyktur í óðum verki beint áðr­enn valið. Tað er at fegnast um, at tað gong­ur betur í samfelagnum. Av­ bjóð­ing­in er tó, at øll fáa part í hesi fram­gongd. øll fáa lut í framgongdini Eg eri ikki vorðin nógv klók­ ari. Tað sigur Jenis av Rana, for­maður í Miðflokkinum, sum er í samgongu. Tá ið spurningurin tók seg upp um, at Jørgen Niclasen hevði snýtt í tolli, var Jenis av Rana so ørkymlaður, at hann heitti á Jørgen Niclasen um at leggja eina frágreiðing fram. – Støðan var órógvandi og eg helt, at tað hevði tænt lands­stýr­is­manninum at lagt kort­ini á borðið, sigu Jenis av Rana. Tað gjørdi lands­stýr­is­ mað­ur­in á tíðindafundi í Mið­l­a­húsinum fríggjadagin. Men Jenis av Rana stað­ fest­ir, at hann er ikki vorðin nógv klókari eftir at Jørgen Nicl­a­sen legði frágreiðingina fram. – Eg haldi at málið hevur ikki flutt seg yvirhøvur. Tað er framvegis páhaldið frá journalistunum í­móti páhaldinum hjá lands­stýr­ is­mann­i­num. Og eg sakni at journ­a­list­ar­nir leggja avgerandi prógvið at borð­ ið sum vísir, at Jørgen Nicl­a­sen hevur svikað, tí enn eru prógvini ikki nóg sannførandi, heldur for­mað­ ur­in í Miðflokkinum. Hann sigur, at eftir tí, sum higartil er komið fram, er ikki grundarlag fyri at krevja Jørgen Niclasen fram, tí Jørgen Niclasen, og journ­ a­list­arnir, sum hava fingist við málið, liggja í hvør sínari skot­grøv. Hann væntar ikki, at sein­ asta orðið er sagt enn. Men part­ar­n­ir liggja í hvør sínari skot­grøv og eg haldi ikki, at tað loysir seg hjá øðrum at blanda seg upp í, Men sum støðan er nú, mugu vit bara bíða og vita, hvat hendir, og so má málið tak­ast haðani frá, sigur for­ mað­ur­in í Miðflokkinum. Hann ásannar, at tyngj­ andi skjøl eru í málinum, men tað er ikki nógv mikið til, at hann kann siga nakað um, jørgen Niclasen er sekur ella ikki ella um hann skal hava álit á honum ella ikki. – Grundgevingarnar eru ikki so sannførandi, at sum er, tori eg ikki at gera eina nið­ur­støðu, sigur Jenis av Rana. – Men koma onnur skjøl á borðið, kann tað sjálvandi broyta støðuna, leggur hann afturat. Eg eri ikki vorðin nógv klókari Reyði Krossur Føroya sókn­ ast eftir evnum at heiðra sum ‘Árs­ins Fyrstahjálpara 2013’. Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sál­a­r­liga fyrstuhjálp. ‘Ársins Fyrstahjálpari 2013’, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina pen­ing­a­gávu, ið Trygg­ing­ar­ fel­a­g­i­ð Føroyar letur. Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstu­hjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast. Einstaklingar, virkir og stovn­ar kunnu lata inn upp­skot, ið verða viðgjørd av fyrst­a­hjálps­i­n­strukt­ør­u­ num og nevnd­ini hjá Reyða Krossi. Oyðublað, ið er sent poli­ t­i­støð­u­num kring landið og eisi­ni fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í sein­ asta lagi 31. januar 2014 á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur. ‘Ársins Fyrstahjálpari 2013’ verður tilnevndur hós­dagin 13. februar 2014 á Reyða Krossi Bryggjubakki 10 í Havn. Hvør er Ársins Fyrstahjálpari 2013? Avbjóðingin verður at geva øll fáa lut í framgongdini