týsdagur 21. januar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Praktikantar
Katrina Davidsen,
Rannvá Skaalum Petersen og
Vinjar Egilsnes Petersen
Noomi var á jólum ein túr í
Finnlandi við 18 næmingum.
Tá ið tey komu til Finnlands,
og til skúlan har tey skuldu
búgva á, funnu tey út av, at
har var einki internet. Tey
ungu vóru sera ørkymlað,
men tá ið nakrir dagar vóru
farnir vandu tey seg við tað.
Tey fóru at tosa meira saman
og funnu upp á ymisk spøl, ið
tey hildu vóru sera stuttlig.
Næstan allan túrin lógu tele
fonirnar í kuffertinum.
Hesi børnini sum vóru við
í Finnalandi merktu serliga
væl, hvussu nógv internetið
kann oyðileggja viðurskiftini
millum ungdómin, tí at tá tey
komu aftur, sótu øll í hvør
sínum lag í telefonunum.
Tað var frá hesum túrin
um, at Noomi fekk inspira
tiónia til at hava eina inter
netfría viku, saman við 9. a í
Skúlanum við løkin.
Men tá ið vikan so var
liðug, skal sigast, at tað ikki
var nøkur broyting. Øll sett
ust beinavegin í telefonirnar.
Noomi heldur sjálv, at tað
hevði havt størri ávirkan,
um tey høvdu longri tíð við
ongum interneti. Tó var
internetfría vikan væl um
tókt, tí har vóru eisini komnir
aðrir næmingar, ið spurdu,
um øll í skúlanum ikki høvdu
kunna havt hesa internetfríu
viku.
Hvussu upplivdi tit hesa
vikuna?
– Tað var øðrvísi!
Tað siga Jóhann Gaardbo,
Ólavur í Nón og Ingolvur
Steinolvsson, ið eru tríggir av
næmingunum, ið vóru við til
hesa internetfríu vikuna.
Jóhann leggur eisini aftur
at, at tey lærdu at vera meira
social og at tosa við fólk, og
tí løgdu tey serliga væl til
merkis, hvussu upptikið nú
tíðar ættarliðið er av tele
fonum. Serliga hildu teir, at
tað var gott, tí at tey kundu
tosa saman uttan at tað skal
vera
ígjøgnum
snapchat,
facebook, instagram og ann
að tílíkt.
Hvat gjørdu tit í fríkorter
unum hesa vikuna?
– Vit tosaðu millum annað
um ítrótt. Serliga fóru nakrir
av deingunum út á vøllin
at sparka, ímeðan hini sótu
inni í stovuni og prátaðu ella
spældu onkur spøl, greiddu
teir frá.
Næmingarnir í 9.a ynsktu
sjálvi at hava hesa inter
netfríu vikuna, tí at tey hildu
sjálvi, at tey brúktu alt ov
nógva tíð á telefonunum.
Síðan avtalaðu tey, at
telefonirnar skuldu liggja
heima í skúlatíð. Tað vóru
nøkur fá, ið høvdu telefonir
við fyrsta dag, men tær vóru
tiknar frá teimum til skúlin
var liðugur. Tey meintu sjálvi
at tveir teir fyrstu dagarnir
vóru teir ringastu, og síðan
bleiv tað eitt sindur lættari.
Síðan spurdu vit, hvussu
nógv teir brúktu internetið
um dagin, og tá svaraðu teir
heilt erligt, at teir kundu
brúka kanska seks-átta tímar
á netinum um dagin.
Næmingarnir í 9. a í Skúlanum við Løkin fingu høvi at royna nógv annað, so sum at tosa og at spæla, tá tey royndu seg í eina heila viku uttan internet á skúlanum
Næmingar í Skúlanum við Løkin hava roynt eina
heila viku uttan internetsamband í skúlanum. –
Tað var ein stór uppliving, siga næmingarnir
9. a uttan internet
í eina heila viku