Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Karsten Hansen lat væl at fundunum, sum hava verið mánadagin og týsdagin við starvsbrøðrunum úr Íslandi og Grønlandi. – Vit hava tosað um felags viðurskifti á norðurlendska sjúklingaøkinum, sigur Karst­en Hansen. Eitt mál, ið hevur verið nógv umrøtt, er føroyska sjúk­l­ingajournalin. – Hetta var nakað, ið ís­ lendski og grønlendski heilsu­ málaráðharrarnir ynsktu at umrøða. Føroyar eru ein­ asta landið í heiminum, ið hevur eina slíka skipan, og Grønland er í ferð við at seta hesa skipan í gongd har uppi hjá teimum, sigur Karsten Han­sen. Skipanin nevnist Kosmik, og er ment í Føroyum. – Hendan skipanin er á øll­um trimum sjúkra­hús­un­ um í Føroyum, og hon er hjá hvørjum kommunulækna í landinum. Tí ber til hjá øll­ um læknum at fara inn á skipanina og síggja journalin hjá øllum sjúklingum í land­ in­um, sigur Karsten Hansen. Og tað er henda skipanin, sum nú verður sett upp í Grøn­landi. – Vit hava í hesum sam­ bandi havt fólk úr Føroyum har uppi at hjálpt teimum at starta skipanina upp, sigur Karsten Hansen. Íslendingar umhugsa eis­ ini at fáa sær somu føroysku skipanina, men teir hava ikki tikið endaliga støðu til hetta enn. – Vit vóru í gjár úti á Landssjúkrahúsinum og sóu, hvussu skipanin virkar, og tað haldi eg var eitt positivt upplivilsi fyri øll, sigur Karst­ en Hansen. Fundast við Útnorðurráðið Eitt annað, sum tosað hev­ ur verið um, er viðgerð á ís­ lendskum sjúkrahúsum. – Íslendingar eru dugna­ lig­ir innan summi øki, og eru fult á hædd við danska sjúkrahúsverkið. Vit síggja eisini fleiri og fleiri før­oysk­ar sjúklingar fara til Ís­lands til viðgerðar, eitt nú at viðgerast fyri nýrastein, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at tær við­ gerðir, sum føroyskir sjúk­ lingar hava fingið í Íslandi, hava roynst væl, bæði hvat sjálvari viðgerðini viðvíkur og hvat kostnaði viðvíkur. – Vit hava eisini umrøtt sjúkraflutningstænastuna, sum íslendingar røkja. Vanliga hevur tað verið soleiðis, at sjúklingar verða fluttir við rutuflogfari, men vit hava umrøtt møguleikan at nýta íslendsku sjúkraflutnings flogførini, serliga um talan er um átrokandi sjúkraflutning, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at teir eis-ini tosaðu um at menna em­ bætis­fólkið. – Vit vóru eisini á fundi við Útnorðurráðnum í gjár. Tað var líkasum ein uppfylging av fundinum, vit høvdu í Íslandi í fjør, har Útnorðurráðið eisini hevði fund um somu tíð, sum vit, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at hvørt sær eru londini í útnorði smá, men standa tey saman, kunnu tey hava munandi størri ávirkan. – Eg haldi, at vit hava havt ein ógvuliga góðan fund, og vit fara at fáa nøkur ítøkilig ting av skafti. Vit hava um­ røtt, hvussu vit í felag kunnu gera vart við okkum í norður­ lendskum høpi, sigur Karsten Hansen. Hannheldur eisini, at tað er gott fyri embætisfólkini, at tey koma at kenna hvønn annan. – Tað hevur týdning í samskiftinum landanna mill­um, at embætisfólkini vita, hvønn tey skulu sam­ skifta við í teimum ymsu mál­unum, sigur Karsten Hansen í telefonini í døg­ urða­steðginum av Hotel Før­ oy­um. Viðgjørt eina rúgvu av málum Hetta er triði fundurin millum heilsumálaráðharrarnar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Fyrsti var í januar í 2012 í Grønlandi, annar var um somu tíð í fjør í Íslandi, og nú er so túrurin komin til at halda fund í Føroyum Frá vinstru, Sten Lynge, landsstýrismaður í heilsumálum í Grønlandi, Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum í Føroyum og Kristján Þór Júlíusson, heilsiumálaráðharri í Íslandi.