týsdagur 21. januar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Nýggjastu
hagtølini
hjá
Hagstovuni staðfesta stóran
vøkstur í útflutningstølu
num. Samlaði tflutningurin
veksur heili 10 prosent eftir
einum ári, og tá tølini eru
reinsað fyri sølur av skip
um, so gerst myndin enn
bjartari. Útflutningurin av
fiskavørum er heili 14 pro
sent størri, fyrstu 11 mánað
irnar í fjør, sammett við sama
tíðarskeið í fjør.
Størsti vøksturin er í ali
vinnuni, har útflutningur
in økist við 604 milliónum
krónum, svarandi til vøkstur
á 36 prosent.
- Síðani fyrst í hesi øldini
hevur alivinnan bygt seg upp
til í dag at vera ein veruligur
stuðul undir føroyska bú
skapinum. Nú merkir hon
positivu avleiðingarnar av
høgum laksaprísum á altjóða
marknaðinum, og tað sæst
tíðiliga aftur á samlaðu út
flutningstølunum, staðfestir
Sigurd Poulsen.
Stjórin
á
Hagstovuni
staðfestir í sama viðfangi,
at alivinnan er blivin helst
sterkasta vinnan undir før
oyska búskapinum.
- Ja, alivinnan er veruliga
eitt sterkt bein undir bú
skapinum, og hon er eisini
blivin meira støðug síðstu
árini. Men har liggur sjálv
andi ein váði, sum serliga
liggur í prísunum á altjóða
marknaðinum, sigur Sigurd
Poulsen.
Sæst aftur
Spurdur, hvussu góða gongd
in í alivunnuni sæst aftur,
svarar Sigurd Poulsen:
- Fyrsta ávirkanin er
rættuliga konsentrerað til
fyritøkurnar í vinnuni, síðani
koma
fíggingarstovnarnir,
sum fyritøkurnar samstarva
við. Og so koma ringvirk
ningarnir, ið síggjast aftur,
tá fyritøkurnar fara at brúka
pengar
Sama ger seg galdandi
fyri aðrar vinnur, sum tjena
pengar.
- Ringvirkningarnir síggj
ast aftur út í samfelagið,
staðfestir Sigurd Poulsen.
Meðan alivinnan stendur
fyri stórum vøkstri í fjør,
so heldur uppsjóvarvinnan
stand,
hóast
boykot
úr
Evropeiska Samveldinum.
- Eg rokni við at tað eru
fleiri, sum eru bilsin av, at
búskapurin higartil er komin
somikið snikkaleysur burtur
úr handilsboykottinum, sig
ur Sigurd Poulsen og heldur
fram:
- Tað er væl eitt tekin um,
at okkara handilssambond
og útflutningur er sterkari og
stendur á tryggari grundar
lag í dag enn vit kanska hildu
fyri nøkrum árum síðani. Tað
eigur at geva okkum eina
meiri positiva fatan av, at
sjálvt um okkara búskapur
byggir á fiskaútflutning, ið
ofta verður mett at vera eitt
smalt grundarlag, so hev
ur fiskur stóran týdning í
heimsbúskapinum.
Samanumtikið vísa nýggj
astu
útflutningstølini,
at
føroyski búskapurin er meira
mótstøðuførur enn higartil
hildið, metir stjórin á Hag
stovuni
Óvissa og hepni
Hóast optimisman er sjónlig
í útflutningstølunum, so eru
óvissur at hóma.
- Vit hava verið heppin
at fáa stóran vøkstur í upp
sjóvarfiskiskapinum,
sam
stundis sum fiskiskapurin
eftir botnfiski er stak vána
ligur. Spurningurin er tí
sjálvandi, hvussu varandi
uppsjóvarfiskiskapurin er, og
um vit fara at síggja vøkstur
í botnfiskinum, tá tað fer
at ganga hinvegin við upp
sjóvarfiskiskapinum. Hetta
eru óvissur, sum vit vita lítið
um, hóast tær hava stóran
týdning fyri okkara búskap,
sigur Sigurd Poulsen.
Uppsteðgaður
innflutningur
Samstundis
sum
stórur
vøkstur er í útflutninginum,
so stendur innflutningurin
í stað. Verða innflutt skip
og flogfør tikin burtur úr
tølunum, so vaks innflutn
ingurin bara við 31 milliónum
krónum fyrstu 11 mánaðirnar
í fjør, sammett við sama
tíðarskeið í 2012.
- Hetta er eitt fyribrigdi,
sum vit hava sæð í nøkur
ár eftirhondini, líka síðani
fíggjarkreppuna. Tað eru
fyrst og fremst húsarhaldini,
sum hava víst sera stórt var
semi og ikki hava økt nýtslu
na aftur, sigur Sigurd Poul
sen.
Sambært
stjóranum
á
Hagstovuni er generelt eitt
varsemi at hóma.
- Ja, tað tykist sum um her
framhaldandi er eitt varsemi
um, hvussu fólk skulu tulka
ymisku viðurskiftini í før
oyska búskapinum, sigur
Sigurd Poulsen.
Tí aftra fólk seg við at
brúka pengar.
- Nógvar fyritøkur og
privatfólk
mistu
nógvar
pengar í fíggjarkreppuni.
Lutvíst
uppá
fíggjarligar
íløgur, men eisini tí at prís
urin á sethúsum og bygn
ingum lækkaði nógv í mun
til 2007. So ein partur av frá
greiðingini kann vera, at fólk
eru varin við at brúka peng
ar. Men ein annar partur
kann eisini vera, at fólk vilja
koma fyri seg aftur fíggj
arliga, heldur enn at brúka
pengar. Eg veit tað ikki, men
tað er ein sannlík frágreiðing,
sigur Sigurd Poulsen.
Útlit
Í kjalarvørrinum á nýggjastu
tølunum fyri innflutning og
útflutning metir stjórin á
Hagstovuni, at útlitini fyri
2014 eru rímilig.
- Útlitini eru ikki so galin.
Men her er eitt element av
Jón Brian Hvidtfeldt
- Tá laksaprísurin hækkar 10
krónur, og vit útflyta 60.000
tons, so gevur tað skjótt stór
tøl, staðfestir Regin Jacob
sen
Eins
og
flest
onnur
fegnast forstjórin í Bakka
frost á útflutningstølini fyri
fyrstu 11 mánaðirnar av 2011.
Útflutningurin av alifiski
er hetta tíðarskeið tvær
milliardir og 261 milliónir
krónur. Talan er um ein
vøkstur á 604 milliónir krón
ur, svarandi til 36 prosent.
Nøgdirnar eru tær somu,
so allur vøksturin er at finna
í hægri prísum fyri somu
vøru.
Alifyritøkan Bakkafrost
stendur fyri umleið 70 pro
sentum av samlaða útflutn
inginum
av
alifiski.
Og
góða gongdin sæst aftur á
høvuðssætinum á Glyvrum.
- Ja, vit koma at leggja
fram okkara besta úrslit
nakrantíð,
sigur
Regin
Jacobsen.
Bakkafrost er skrásett á
virðisbrævamarknaðinum í
Oslo, og skal tí fylgja reglum
um, nær tøl verða almanna
kunngjørd.
Roknskapurin
og harvið ársúrslitið verður
tí lagt fram á Oslo Børs 25.
februar.
- Tá fáa tit tølini. Men tað
er rætt, at úrslitið verður tað
besta nakrantíð, sigur Regin
Jacobsen.
Óvart á
Hjá eini alifyritøku ber til
at gera neyvar metingar og
prognosur fyri, hvussu nógv
verður selt á hvørjum ári.
Sølan av lidnum laksavørum
hongur neyvt saman við,
hvussu nógv smolt verður
sett út. Eitt sindur verri er
at spáa um prísin.
- Nei, vit høvdu als ikki
roknað við, at laksaprísurin
fór at vera so høgur í 2013.
Vit væntaðu eitt gott ár, men
prísurin var tá avtornaði væl
hægri enn væntað, ásannar
Regin Jacobsen.
Í stuttum er orsøkin til
góða laksaprísin, at eftir
spurningurin er vaksandi.
- Marknaðurin er sterkari
enn vit høvdu mett. Laksur
er blivin ein vøra, sum
alsamt fleiri fólk vilja hava.
Eftirspurningurin er snøgt
sagt størri enn roknað var
við. Og tí hækkar prísurin,
sigur Regin Jacobsen.
Í fjør tók umleið 42.500
tons av laksi í fjør, og fyri
tøkan roknar við at taka
47.000 tons í ár. Samstundis
eru útlitini góð fyri at laksa
prísurin fer at halda sær á
verandi, høga støði.
Regin Jacobsen vísir tó
í sama viðfangi á, at síðstu
árini er framleiðslukostnað
urin fyri eitt kilo av laksi
øktur tríggjar til fýra krón
ur.
- Rávørurnar til fóðri eru
blivnar dýrari, og tað sama
eru aðrar rávørur. Hetta,
saman við øðrum, øktum
útreiðslum togar sjálvandi
góðu gongdina við laksa
prísinum øvugta vegin, sigur
Regin Jacobsen.
Útbyggingar
Í summar legði Bakkafrost
fram eina ambitiøsa, fimm
ára
íløguætlan.
Felagið
ætlar sær at gera íløgur fyri
170 milliónir krónur um árið
næstu árini. Harumframt
letur Bakkafrost byggja ein
brunnbát fyri umleið 220
milliónir krónur. Skipið, ið
lastar 450 tons av livandi
fiski, verður latin fyritøkuni
næsta ár.
- Vit eru í einum tíðar
skeiði, har vit gera stórar
útbyggingar í øll lið av fram
leiðsluni. Ein fortreyt fyri at
kunna gera stórar íløgur og
harvið menna fyritøkuna er,
at fyritøkan tjenar pengar,
sigur Regin Jacobsen.
Íløguætlanin
fevnir
í
stuttum um at savna stórsta
partin av virkseminum hjá
Bakkafrost í einum nýggjum
virki á Glyvrum. Nýggjur
Positiv tekin
- Feskastu tølini eru tekin um stóru sveiggini í føroyska
búskapinum. Og vit kunnu fegnast um, at tey nú
sveiggja rætta vegin. Tað sigur Sigurd Poulsen, stjóri á
Hagstovuni, um stóra vøksturin í útflutningstølunum
Pengarnir floyma inn til
Árið í fjør verður tað besta hjá alirisanum við
høvuðsstøð á Glyvrum. Høgi laksaprísurin kemur at
síggjast aftur í roknskapinum hjá Bakkafrost, og eisini
í samlaða útflutninginum hjá føroyska samfelagnum