týsdagur 21. januar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
– Onkursvegna kennist tað
nattúrligt, at tað eru vit
báðir, sum skulu taka yvir
postin sum høvuðskokkar, tí
vit hava verið á KOKS, síðani
tað byrjaði og hava eitt nú
verið við til at finna øðrvísi
rávørur og menna nýggjar
rættir, sigur annar av nýggju
høvuðskokkunum á KOKS,
sigur Áki Herálvsson. Saman
við Poul Andriasi Ziska skal
hann frá 1. februar virka
sum
høvuðskokkur
á
kendu
matstovuni
á
Hotel Føroyum.
Og tað eru tveir
ungir
og
djarvir
kokkar við stórum
sjálvsáliti, sum koma
at stýra KOKS skút
uni. Hóast fyrrver
andi
høvuðskokk
urin, Leif Sørensen,
nærmast hevur verið
ímyndin
av
KOKS,
kenna teir báðir ungu
kokkarnir einki trýst á
sær.
– Vit hava verið undir
stjórar í køkinum og verið
partur av tí skapandi gongd
ini at gera hugskot til veru
leika í meir enn hálvtannað
ár, so hetta er fyri so vítt ikki
nakað nýtt fyri okkum, sigur
Poul Andrias, og Áki leggur
afturat:
– Fyrr hevur tað verið Leif
Sørensen, men nú eru tað vit
báðir, sum skulu vera andlitið
úteftir, og okkara nøvn verða
sett í sambandi við KOKS, so
eg ivist ikki í, at hetta verður
eitt hart ár, har vit hóast alt
skulu vísa, at vit megna upp
gávuna, sigur Áki.
Kokkar av tilvild
At Áki, sum er úr Hoyvík,
og Poul Andrias, sum er úr
Havn, eru end
aðir innan
kokkafak
ið, er heldur til
vildarligt.
– Í 8. flokki var eg í starvs
venjing umborð á bjargingar
skipinum Brimli, men tað
var ikki akkurát eg, so eg var
skjótur í land aftur. Mamma
syrgdi so fyri, at eg slapp at
taka restina av praktikktíðini
í køkinum á Hotel Føroyum,
og eftir tað byrjaði eg at ar
beiða har, tí mær dámdi tað
stak væl, greiðir Áki frá.
Fyri Poul Andrias var tað
eisini tilvildin, sum gjørdi, at
hann gjørdist kokkur.
– Fyri at siga
sum
er,
so fór eg í
læru á matstov
uni Gourmet uttan at hava
gjørt mær so nógvar tankar
um
kokkafakið.
Okkurt
skuldi eg gera, og so hugsaði
eg, at eg kundi um ikki annað
royna at fáast við mat og
matgerð. Tað vísti seg so at
vera júst tað rætta fyri meg,
fortelur Poul Andrias.
Ein av orsøkunum, til
at teir hava valt at tikið av
tilboðnum at vera høvuðs
kokkar á KOKS, er, at teir
hava stóran alsk til føroysku
rávørurnar.
– Eg elski allan føroyskan
mat, og avbjóðingin í hesum
er at fara frá siðbundna før
oyska matinum og ístaðin
hyggja eftir rávørunum, vit
hava, upp á ein skeivan og
annarleiðis máta, sigur Áki.
Poul Andrias er samdur í
hesum.
– Maturin, sum vit
gera á KOKS er ein
faldur, og vit royna
at brúka so nógv før
oyskt tilfar sum yvir
høvur gjørligt. Tað er
tað, sum ger okkara
arbeiði
spennandi
og avbjóðandi, sigur
Poul Andrias.
Geranium
og Noma
Hóast sín unga aldur hava
Áki og Poul Andrias roynd
ir frá nøkrum av bestu mat
stovunum í heiminum, sum
eru í Danmark. Áki hevur
starvast eitt skifti á Noma, og
Poul Andrias hevur arbeitt á
Geranium.
Sjálvir halda teir, at júst
hesa royndirnar eru teimum
til stóran fyrimun, nú teir
skulu standa á odda fyri
KOKS.
– Tað eru fleiri fyrimunir við at vera so ungir og blíva høvuðskokkar.
Vit tora væl, eru fullir av orku og brenna veruliga fyri fakinum.
Og so hava vit nógv hugskot um, hvussu vit kunnu menna mat
stovuna. Soleiðis siga teir báðir nýggju høvuðskokkarnir á KOKS,
Áki Herálvsson og Poul Andrias Ziska, sum eru 23 ára gamlir.
Frá 1. februar skulu teir leiða Føroya fremstu matsovu
Teir brenna
fyri matgerð
...framhald á síðu 16
– Eg elski allan føroyskan mat, og avbjóðingin í
hesum er at fara frá siðbundna føroyska matinum
og ístaðin hyggja eftir rávørunum, vit hava, upp á ein
skeivan og annarleiðis máta, sigur Áki Herálvsson
Myndir: Claes Bech-Poulsen