týsdagur 21. januar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Matstovuvertur til
Kaffistovuna
í NorðurlaNdahúsiNuM
í føroya heitasta húsi
Norðurlandahúsið søkir eftir verti til
Kaffistovuna, ið er caféin í húsinum.
Norðurlandahúsið søkir eftir einum matstovuverti, ið hevur
royndir við at reka eina kaffistovu, og sum er til reiðar at
luttaka í einum skapandi samstarvi við húsið. Viðkomandi
skal verða eldhugaður fyri tí norðurlendska og hava evni til at
bjóða spennandi og vælsmakkandi mat til ein rímiligan prís.
Kaffistovan og Norðurlandahúsið skulu hava eitt tætt
samstarv bæði í tí dagliga virkseminum, og tá ið konsertir,
ráðstevnur og onnur mentanarlig tiltøk eru í húsinum.
Kaffistovan er í Forhøllini og hevur pláss fyri 70 gestum.
Kaffistovan skal vera opin, tá ið húsið er opið, og tá tiltøk eru
uttan fyri vanliga upplatingartíð. Húsið er opið mánadag til
leygardag frá kl. 10-17 og sunnudag frá kl. 14-17.
Køkurin er lítil og er ikki ætlaður til størri matgerð. Matstovu-
verturin skal tí hava atgongd til ein góðkendan ídnaðarkøk og
somuleiðis hava skeinkiloyvi.
Endalig leiguavtala verður gjørd eftir nærri samráðingar við
matstovuvertin.
Umsóknir skulu verða Norðurlandahúsinum í hendi í
seinasta lagi 16. februar 2014.
Umsóknir skulu sendast til Norðurlandahúsið, Norðara
Ringveg, 100 Tórshavn ella sum teldupostur til nlh@nlh.fo
Áhugaðir umsøkjarar kunnu fáa fleiri upplýsingar við at
venda sær til Sif Gunnarsdóttir, stjóra, tel. 351351.
norðurlandahúsið er ein norðurlendskur mentanarmiðdepil - eitt livandi, smidligt og kveikjandi hús, har gestirnir kunnu uppliva tónleik, film,
sjónleik, dans, bókmentir, framsýn ingar, ráðstevnur og mangt annað. Endamálið hjá norðurlandahúsinum er m.a. at fáa norður lendska mentan til
føroya, at stuðla føroyskt mentanar lív og at vera ein opin og umfevnandi mentanar miðdepul, ið allar føroyar kunnu fylkjast um.
www.nlh.fo
Norðurlandahúsið