Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÝDNINGARMIKIL TRYGDARÁVARING PHILIPS CAFÉ GOURMET-KAFFIMASKINA Philips hevur funnið eitt brek við onkrum av sínum Philips Cafe Gourmet-kaffimaskinunum, ið hóttir trygdina. Hetta er galdandi fyri maskinurnar, ið er framleiddar millum mars 2012 og juni 2013. Tí at Philips hevur umsorgan fyri teimum, ið keypa okkara vørur, kemur henda sjálvbodna innkallingin av hesum maskinum. Í nøkrum fáum av maskinunum kann ónøktandi bjálving verða atvoldin til elektriskan stoyt, tá ið tikið verður um handtakið. Trupulleikin er ikki galdandi fyri nakrar aðrar av kaffimaskinunum frá Philips. Philips vil so statt geva teimum, ið hava keypt nevndu maskinur hesi ráðini: 1) Kopla maskinuna frá el-veitingini. Hygg síðan at merkiseðlinum undir maskinuni og skriva útgávunummarið niður (t.d. HD5405) og framleiðsluvikuna (t.d. 1227). Tey bæði fyrru tølini eru árið, maskinan er framleidd, og tey bæði seinnu eru vikunummarið). 2) Tey, sum hava keypt sær eina Philips Café Gourmet-kaffimaskinu við útgávunummarinum HD 5405 og við framleiðsluvikunum frá 1212 til 1323, verða biðin um beinanvegin at gevast at brúka maskinuna og hyggja inn á www.philips.com/FO/recall/HD5405, fyri at fáa fleiri upplýsingar. Til tess at fáa skift um maskinuna við eina nýggja, verður keyparin biðin um at leggja leiðina innum Elding. 3) Allar hinar Philips Café Gourmet-kaffimaskinurnar (HD 5405 við øðrum framleiðsuvikunumrum og eisini HD 5410, HD 5407, HD 5400) kunnu framvegis trygt verða í nýtslu. Vit biðja øll um at halda okkum til góðar og takka fyri ómakin. Útgávunummarinum Framleiðsluvikunum