Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 220 - 27. juni 2000 Almenn móttøka Í sambandi við at Jógvan Sundstein gevst tann 1. juli 2000 sum stjóri í P/F Grannskoðaravirkinum INPACT, bjóða vit til móttøku á Hotel Hafnia Hósdagin 29. juni 2000 frá kl. 15.00 til 17.00 P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar MINNINGARGRUNNUR DÁNJAL NICLASEN Við hesum verður sagt frá, at umsóknir fyri 2000 um stuðul úr Minningargrunni Dánjal Niclasen eiga at vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin hin 20. juli 2000. Umsóknarblað fæst við at seta seg í samband við Fiskasøluna, tel. nr. 345345, og verður at senda til nevndina í Minningargrunni Dánjal Niclasen: Minningargrunnur Dánjal Niclasen c/o Føroya Fiskasøla Mykinesgøta 5 FO-100 Tórshavn Att.: Hans Johannes á Brúgv, nevndarformaður –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Endamálið við Minningargrunni Dánjal Niclasen er at stuðla ungum føroy- ingum, ið vilja útvega sær víðari útbúgving innanfyri føroyska fiskivinnu, eitt nú hvat viðvíkur: 1. Kanning av fiskiskapi uttanfyri Føroyar, sum kann bera í sær nýggjar veiðuheittir ella veiðu av fiskasløgum, ið ikki hava verið vanlig í Føroyum. 2. Víðari útbúgving, ið hevur við viðgerð og góðsking av fiski og fiskavørum at gera. 3. Marknaðarkanningar til frama fyri føroyska fiskivinnu. 4. Serútbúgving i handils- og fíggjarviðurskiftum, sum hava við fiskivinnu at gera. Bilur við skaða til sølu Merki: Opel Astra 2,0 DL 16V Diesel, aut. gear Árg.: 1999 KM: 18645 Bilurin verður seldur, sum hann stendur nú, og kann síggjast á bilverkstaðnum hjá Hans Berg Hammer, Stangavegur, 700 Klaksvík. tlf. 456190 - fartelefon 286595 fax nr. 456527 Ólavur Samson Stranda Skúli Søkt verður eftir 1 lærara fyri skúlaárið 2000/ 2001. Umsøkjarar, sum kunnu undirvísa í dreingja- fimleiki, hava fyrimun. Starvið, sum er tíðaravmarkað fyri skúla- árið 2000/2001, verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála- stýrið. Umsóknir skulu vera skúlanevndini í hendi í seinasta lagi 11. juli 2000. Sjóvar skúlanevnd Mass Djurhuus 494 Innan Glyvur Trygdarskógvar Trygdarstivlar Trygdarmaskur Oyravernd o.a. Tórshavnar Maskinhandil v/ Tummas Andreasen Varðagøta 29-30 - Tlf. 313442 TVINGSILSSØLA Hósdagin tann 3. august 2000 kl. 09.00 verður á dómaraskriv- stovuni C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 36 ai, Oyri. Ognin er eini sethús 100 m2 til støddar í kjall- ara, stovu- og loftshædd. Húsini eru gjørd úr timbri og takt við aluminium. Kjallarin er ikki innrætt- aður. Stovuhædd: Gongd, grovkøkur, køkur, stova, hjúnarúm, kamar og baðiverilsi. Loft: Ikki innrættað. Húsini eru í hampuliga góðum standi. Onki gjørt liðugt rundan- um. Byggiár ca. 1992. Grundøkið er 594 m2 til støddar. Sølan er umbiðin av Ólavi Jákupi Kristoffer- sen, advokati, Fr. Peter- sensgøtu 9, Tórshavn, tlf. 311145 (j. nr. 20000159), sum kann geva nærri upplýsingar, og sum nærri avtala kann gerast við, um ynskt verður at síggja ognina. Føroya Fútarættur, tann 22. juni 2000 Við Landavegin • Tórshavn Tel. 31 60 66 499,- BERT Storm- shield 1. floks betongmáling 10 ltr. 299,- Reyð rustverjandi takmáling 5 ltr. 399,- Johnstone's træverja timbershield 5 ltr. SUMMAR TILBOÐ BERT BERT Sosialurin - 311820 Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610 Visti tú at 80% av øllum kvinnum ganga í skeivari BH-stødd? Vælkomin inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa og vegleiða tær at finna júst tína stødd. Ring til okkum og avtala tíð. Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm. í ummáli, og frá AA til H skál. Vit hava eisini korsilett í stórum støddum DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Komandi sunnudag vera finalurnar í steypakapping- ini hjá kvinnum og monn- um. Finalan í kvinnukapp- ingini, sum er endurtøka av finaluni í fjør millum HB og KÍ, verður spæld á ovara vølli í Gundadali klokkan 12.30. Tað verður Óli Holm, nevndarlimur í FSF, sum fer at handa vinnandi liðnum gullkrónur og tapandi lið- num silvur krónur. Steypið, sum HB hevur havt í varð- veitslu síðani í fjør, skal Leivur Hansen, býráðsfor- maður í Havnini, handað vinnandi liðnum. At dysturin er lagdur at vera so tíðliga á degnum kemst av, at kvinnufinalan og finalan um løgmans- steypið verða spældar á hvør sínum vølli. Í FSF hava teir viljað byrgt fyri møguleikanum, at kvinnu- dysturin ikki verður liðugur, tá mansfinalan er ásett at vera – klokkan 15. Um talan verður um longda leiktíð og brotssparkskapping í kvinnufinaluni, so ber til at ímynda sær, at dysturin verður í meiri enn tveir tím- ar. Finalan um løg- manssteypið verður á Tórs- vølli sunnudagin klokkan 15. HB og GÍ skulu spæla, og løgmaður fer at handa vinnandi liðnum gullkrónur og steyp. Men tað verður ikki – sum tað plagar at vera – formaðurin í FSF, sum verð- ur vertur hjá løgmanni. Í vikuni fara Torleif Sigurðs- son og Ísak Mikladal, aðal- skrivari í FSF, til Hollands á fund hjá UEFA. Tað er vanligt at UEFA leggur árs- aðalfundin at vera, tá stóru finalurnar verða spældar, og soleiðis er tað eisini hesa ferð. Tað vil við øðrum orðum siga, at meðan Børge B. Hansen, næstformaður í FSF tekur ímóti Anfinni Kallsberg, løgmanni, so fara Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal at gera seg klárar at fara at síggja EM finaluna í Hollandi. Børge B. Hansen skal handa tapandi finaluliðnum silvurkrónur og dómara- Hans Frøoði Hansen hev- ur verið ótolin, nú hann í fleiri vikur hevur sitið á beinkinum í Sogndal. Tað hevur ikki verið at undrast á, tí landsliðsmaðurin val- di at fara út um landodd- arnar at spæla fyri at royna, hvussu langt hann kundi koma sum fótbólts- spælari. Og hann hevur verið væl vitandi um, at talan so at siga var um eina endastøð, um hann framhaldandi fór at hita beinkin hjá Sogndal. Sunnukvøldið slapp Hans Fróði Hansen, sum síðani hann kom fyri seg eftir triðja óstbeinabrotið bara hevur spælt við næstfremsta liðnum í Sogndal, framat aftur. Sjálvandi hevði Hans Fróði ynskst, at hann skuldi sleppa framat á ein annan hátt, enn hann gjør- di, men umstøðurnar lag- aðu tað soleiðis hesa ferð, at hann fekk møguleikan at spæla allan seinna hálvleik. Julian Johnsson hevði verið á miðvøll- inum í 1. hálvleiki, men hann noyddist at taka seg úr dystinum, tí hann var skaddur. Í norsku bløðunum fær Hans Fróði Hansen hampuligt skoðsmál fyri sítt avrik. Longu í gjár- kvøldið skuldi Sogndal spæla aftur, og í blaðnum í morgin fara vit at frætta, um Hans Fróði slapp framat eina ferð afturat. Kurt Mørkøre spældi allar 90 minuttirnar á heimavøllinum, sum eitur Fosshaugamstadion. 775 áskoðarar hugdu at, og teir frøddust um, at Tommy Øre longu í 7. minutti var so mikið leys- ur í brotsteiginum, at hann hevði tíð at temja innlegginum, áðrenn Vónirnar vóru kanska ikki tær bjartastu, tá eitt av før- oysku liðunum í íslendskum fótbólti, Leiftur, leygar- dagin fór til Sveis at spæla seinna dystin í fyrsta um- farinum í Intertoto Cup. Úrslitið var 4–4, og tá dysturin í Ólafsfirði endaði 2–2, vísti samantalda úrsli- tið, at tað verður Leiftur og ikki Luzern, sum fer at hald- a fram í Intertoto Cup. Longu komandi viku- skifti skal Leiftur aftur spæla í intertoto Cup. Tá skulu teir hitta Sedan úr Fraklandi. Hetta liðið end- aði i fjør á sætta plássi í bestu deildini, og tað verður mett, at liðið eigur góða framtíð. Á heimavøllinum hjá teimum rúmast seytjan túsund áskoðarar, og í miðal møta fjúrtan túsund til landskappingardystirnar. Ivasamt man kotini vera, um so mangir áskoðarar fara at møta upp at hyggja at Intertoto Cup, sum ikki verður mett serliga høgt í Børge tekur ímóti Anfinni Formaðurin og aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum vera í Hollandi, tá finalurnar í steypakappingunum verða spældar hann skoraði einasta mál- ið í dystinum. Tað var trupult hjá Sogndal móti Raufoss. Liðformaðurin, Dag Christian Sørensen, var ikki á miðvøllinum, og tá Julian Johnsson ikki var við í 2. hálvleiki, gekk tað út yvir miðvallarspælið. Í 2. hálvleiki vardi Sogndal teptu leiðsluna, og tað eydnaðist teimum til fulnar. Longu í gjár- kvøldið skuldi Sogndal aftur í eldin. Talan var um útsettan heimadyst móti Ryåsen. Dysturin skuldi havt verið spældur í 7. umfari. Flestu liðini í næstbestu norsku deildini hava spælt tólv dystir. Sogndal spældi sín tólvta dyst í gjárkvøldið. Undan tí dystinum var Sogndal á fjórða plássi. Teir hava 20 stig. Raufoss, sum teir vunnu á sunnukvøldið, er á fimta plássi, og Byåsen, sum teir spældu ímóti í gjárkvøldið, er á áttanda plássi. Um Sogndal fekk fulla úrtøku í gjárkvøldið, so fóru teir framum gamla felagið hjá Juliani Johns- son, Kongsvinger, sum hevur 22 stig. Kortini er langt upp til fremstu plássini og harvið møguleikan fyri uppflyt- ing. Lyn hevur á fremsta plássinum 31 stig, og Strømgodset hevur á øð- rum plássi 27 stig. Í næstbestu norsku deildini kenna teir lítið til summarfrí. Sogndal skal spæla aftur komandi sunnudag. Annan sunnu- dag halda teir frí, men longu mitt í juli skulu teir aftur í eldin, og so verður ikki helmað í fyrrenn kappingin verður liðug í heyst. JH Europa. John skoraði Tað sá einki serligt út hjá Leiftri leygardagin. Allir fýra føroyingarnar – Jens Martin Knudsen, Sámal Jo- ensen, John Petersen og Jens Erik Rasmussen – vór- u á vøllinum í Sveis, tá heimaliðið setti hol á mál- skjótingina. Leiftur javnaði, og hóast ein av heimamonn- unum varð rikin av vølli, tí hann hevði sparkað John Petersen í høvdið, so megn- aði Luzern at økja bæði til 2–1 og 3–1. John Petersen minkaði um munin til 3–2, og tá Leiftur javnaði til 3– 3, var íslendska liðið komið víðari í kappingini. Men sjey minuttir fyri leiklok var aftur galið hjá Leiftri. Sveisiska liðið legði seg á odda 4–3, og alt tóktist benda á, at Leiftur var sent úr Intertoto Cup. Men sveis- ararnir mundu vera ov seinir at fáa hendurnar niður aftur. Ella kanska var tað tí, at Hans Fróði aftur í eldinum Verjuspælarin avloysti sunnukvøld- ið Julian Johnsson, sum noyddist at gevast, tí hann var skaddur bólkinum heiðurskrónur. Løgmaður skal handa vinn- andi liðnum løgmans- steypið, og næstformaðurin í FSF skal handa gullkrón- urnar. Tá vit spurdu okkum fyri í gjár var ikki avgjørt, hvør skal døma í teimum báðum finalunum, sum sunnudagin Leiftur framvegis í Europa John Petersern skoraði, og ein móstøðumaður var rikin av vølli fyri at sparka føroyska landsliðsmannin venjingarstøðan hjá íslend- ska liðnum er væl betri, enn hon er hjá sveisarunum, sum ikki havva spælt í landskappingini í meiri enn ein mánaða. Leiftur javnaði til 4–4, og sjálvsagt vóru teir væl nøgdir, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Landskappingin Leiftur átti at havt spælt á Leikardalsvøllinum í Reykjavík í vikuskiftinum. Men av tí at teir vóru í Sveis, varð útidysturin móti Fram útsettur. Hann verður spældur hósdagin 13. juli. So vita fótbóltshugaðir før- oyingar, sum um ta tíðina vera staddir í íslendska hø- vuðsstaðnum, tað. Felagið hjá Allani Mørk- øre, ÍBV, hevði í vikuskift- inum heimavøll móti odda- liðnum KR úr Reykjavík. Úrslitið av fyrsta dyst- inum í áttanda leikumfari var 1–1. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og í báðum førunum var talan um brotsspark. ÍA kom á odda, tá ein hálvur tími var farin, og ÍBV javnaði átta minuttir seinni. Hinir dystirnir í áttanda leikumfarinum vórðu spæl- dir í gjárkvøldið. KR er á odda við fimtan stigum, og ÍBV er á fimta plássi við ellivu stigum. Gott lutakast Í Íslandi eru teir væl nøgdir við lutakastið til Europa Cup. Felags fyri liðið hjá Allani Mørkøre, ÍBV, og liðið hjá Una Arge, ÍA, skulu bæði spæla móti vest- ureuropeiskum liðum, og í báðum førum er talan um mótstøðulið, sum íslendsku liðini vera mett at hava møguleika ímóti. ÍA úr Akranesi skal spæla móti belgiska Gent, og ÍBV skal spæla móti skotska Hearts. Bæði tey íslendsku liðini skulu spæla á útivølli fyrst. JH vera í Gundadali. Hóskvøldið skulu HB og NSÍ spæla finalu í steypa- kappingini hjá unglingum. Dysturin verður á Mølin i á Eiði, og fyrsta bríkslið verð- ur klokkan 19.00. Dánjal Andreasen, nevndarlimur í FSF, skal handa steypið hjá Thomas Dam & co. Torleif Sigurðsson, verður í Hollandi, tá finalan um løgmanssteypið skal spælast Vónandi er Julian komin fyri seg, tá Danmark kemur á vitjan