hósdagur 23. januar 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 10 · 24. januar 2014
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Danski rockbólkurin Fate, sum hevur
sangara úr Funningsfirði, skal í apríl
mánaði á konsertferð har norðuri í
Spania.
Dagfinn Joensen hevur seinnu árini
verið sangari í Fate, sum annars hevði
sína stórtíð í 80’unum. Seinnu árini
hevur rockbólkurin aftur verið virkin
við framførslu og útgávum – tann
seinasta kom í november.
– Tann bookarin, sum vit nú arbeiða
saman við, er búsitandi í Spania, og
hann hevur arbeitt eina tíð við at fáa
hesa konsertferðina í lag, sigur Dagfinn
Joensen.
Higartil standa seks konsetir á
skránni, og tær verða hildnar í Coruña
og Pontevedra – tveir býir í útnyðrings
partinum av Spania.
Týskland og Sveis
Fate gav í november út fløguna »If Not
For The Devil«, og útgávan hevur fingið
sera góð ummæli í rockttíðarritum og á
ymiskum heimasíðum.
Fate hevur hava fleiri framførslur
síðani útgávuna, og í næstum gongur
leiðin so til Spania at spæla.
– Vit arbeiða eisini við at gera
nakrar konsertir í Týsklandi og Sveis,
men tað verður helst ein konsertferð,
sum vit gera seinni í ár, sigur Dagfinn
Joensen.
Konsertirnar hjá Fate í Spania verða
hildnar í døgunum frá 15. apríl til 20
apríl.
Januar –
í dag byrjar
restin av
mínum lívi
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Jónhild L. Magnussen og Tórur Olsen / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Rockbólkurin Fate skal spæla seks
konsertir í Spania í apríl mánaði
Er tú eisini ein av teimum, sum hevur stórar
ætlanir fyri 2014?
Nú skulu kiloini rapa av tær, jogging
skógvarnir, sum standa so blankir og bíða,
skulu út at roynast, og boppurnar kleimast
inn í ein lítlan topp, áðrenn tú fert avstað.
Eg veit, hvussu tað er, tí eg eri júst ein
slík, sum planleggur tað heilt stóra, men har
ætlanin mangan brestur.
Í fjør var tað sama skil sum altíð hjá mær
– tá 15 januar var farin afturum, var hugurin
at venja eisini farin.
Vendingin kom, tá ein starvsfelagi lokkaði
meg við at renna saman við nøkrum øðrum
frá arbeiðnum. Eg hevði als ongan hug at
renna tivandi undir liðuni á stjóranum, men
lovaði at geva tí eina roynd. Og tú kanst siga,
hvat tú vilt um bólkatrýst, men viðhvørt er
tað gott. Síðani hasa fyrstu ferðina havi eg
verið við næstan hvønn mikudag – og nú tivi
eg ikki líka illa sum í byrjanini.
Hóast eg nú venji regluliga, so er tað
tíanverri ikki so, at kiloini eru vorðin so nógv
færri. Er tað nakað, eg havi lært av hesum
árinum, er tað, at sannleikin – venjing er 20
prosent og maturin 80 prosent, tá ein skal
tapa seg – passar væl – og tíverri skal kanska
sigast.
So avbjóðingin í 2014 er at eta eitt sindur
betri. Bara eitt sindur, tí um eg taki alt vekk,
sum smakkar væl, er tað heilt víst, at eg mis
eydnist!
Bløð og bloggar eru sprenfull av góðum
ráðum til tað heilt stóra, men eg lurti ikki
longur, tí eg veit, at mín kroppur ikki dámar,
tá eg fari upp á pulvurkur ella tomatsuppu
kur (tveir av nógvum royndum kurum)
– mín kroppur vil, at vit taka tað róligt og
dámar ikki, tá eg geri ov skjótt av.
So nú fáa vit at síggja, hvat 2014 verður
fyri ár. Vónandi frískt, sterkt og kanska eitt
sindur klænri.
So segði
hann...
Dagfinn á konsert
ferð í Spania
– Eg rokni við, at tað eru fleiri,
sum eru bilsin av, at búskapurin
higartil er komin so mikið snikka
leysur burtur úr handilsboykottinum hjá ES
Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni
Dagfinn skal í næstum framføra fyri spaniólum
Inna
Törnroos