hósdagur 23. januar 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 10 · 24. januar 2014
4
VIKUSKIFTI
samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Eg veit væl, at tað eru ikki so nógv,
sum velja at liva, soleiðis sum vit gera,
men fyri okkum er hesin lívsstílurin
rættur.
Tað sigur 21 ára gamla Jónhild L.
Magnussen úr Miðvági, sum er trúlovað
Tóri Olsen, ið er hoyvíkingur men býr
í Sørvági. Tey bæði blivu trúlovað í
desember mánaði, eftir at hava verið
saman sum par í eitt ár. Tann 19. apríl
skulu tey giftast í Miðvágs kirkju.
Tað, sum ger Jónhild , ið er útlærd
klædnaatstøðingur, og Tór, ið lærir til
grannskoðara, eitt sindur annarleiðis
enn onnur ung pør, er, at tey eru jomfrýr
og ætla at vera tað, til giftiringarnir eru
komnir á.
– Trúgvin fyllir nógv og er ein
natúrligur partur av okkara gerandis
degi. Sambært Bíbliuni hoyrir kynsligt
samband heima í hjúnarbandi, og tí er
tað ein sjálvfylgja fyri okkum, at vit
goyma okkum til hvønn annan, inntil
vit eru gift, sigur Tórur.
Ung og trúgvandi
Bæði Jónhild og Tórur eru uppvaksin
í einum trúgvandi umhvørvi. Jónhild
er kirkjufólk og hevur verið nógv í
Missiónshúsinum í Miðvági. Tórur, sum
er uppvaksin í Hoyvík, hevur øll síni ár
gingið í samkomuni Oasuni.
At vera ungur og trúgvandi er ikki
altíð heilt lætt, tí onkrar avbjóðingar
eru.
– Størsti trupulleikin er tann, at í
tíni samkomu ella kirkju lærir tú eitt
sett av virðum, men tey virðini sært tú
næstan ikki nakra aðrastaðni. Til dømis
verður tað ikki viðmælt fólki at ganga
full í býnum, og Bíblian sigur eisini, at
tað ikki er gott, men allastaðni tykist
tað bara vera ein sjálvfylgja. Tað er
nakað, mann bara ger, sigur Tórur og
heldur fram:
– Tá er tað oftast lættari bara at
halda seg saman við vinfólki, sum hava
somu virði sum tú, tí so endar tú ikki í
onkrari keðiligari støðu, har tú kennir
bólkatrýst, sigur Tórur.
Summi halda, at pør sum Jónhild og
Tórur hava eitt keðiligt lív, tí tey ikki
ganga í býnum, men soleiðis er als ikki
sambært teimum sjálvum.
– Kanska gera vit ikki júst tey somu
tingini, sum flest onnur á okkara aldri,
men eg føli ongantíð, at vit hava tað
keðiligt. Eitt nú haldi eg, at vit altíð
hava góð, stuttlig og festilig vikuskifti,
har vit eru saman við vinfólkum og
hava hugnað okkum. Munurin á okkum
er, at mánamorgun minnast vit altíð,
hvat tað er, vit hava gjørt leygarkvøldið,
sigur Jónhild og smílist.
Liva sum fráhaldin
Hjá nógvum ungum fyllir kærleikslív
rættiliga nógv, og soleiðis er eisini við
Jónhild og Tóri. Og tó. Longu sum heilt
ungir tannáringar tóku tey avgerð um
ikki at vera kynsliga saman við nøkrum,
fyrr enn tey vóru gift. Tað lyftið hava
tey hildið.
– Tá eg var 16 hevði eg havt okkurt
fjas við onkrum drongi, men tá tað
bleiv liðugt, minnist eg, at eg lovaði
mær sjálvari, at næsti drongurin, sum
eg fór í parlag við, skuldi vera ein, eg
ynskti at gifta meg við. Síðani havi eg
livað mítt lív út frá tí lyftinum, greiðir
Jónhild frá og heldur fram:
– At goyma seg sjálvan, til mann
er giftur, er umráðandi fyri meg, tí eg
føli, at sex hoyrir til í hjúnabandi, og
soleiðis er tað bara, sigur Jónhild, og
Tórur nikkar samdur við høvdinum.
– Eg havi júst sama hugburð sum
Tað
hendir
– Vit høvdu ynskt, at onnur ung kundu upplivað alt tað góða,
sum vit fáa burturúr við ikki at hava sex. Men vit viðganga, at
tað til tíðir kann vera torført at halda seg til reglurnar, vit
hava sett. Soleiðis siga Jónhild L. Magnussen og Tórur Olsen, sum
hava valt ikki at vera saman kynsliga, fyrr enn tey eru gift
á brúðarnáttini
Mynd: Álvur Haraldsen