mánadagur 27. januar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Edmund Joensen
kjak síða 23
Sitið á
hondum í
9 mánaðir
Leif Hansen
Ummæli síða 26
Leif
ummælir
sálmabók
Tað ljóðaði, sum um samgongan
meinti tað í álvara, tá tey í oktober
í 2011 skrivaðu í samgonguskalið, at
nú skuldu broytingar gerast – tosað
var um eina »fiskivinnunýskipan«.
Í samgonguskjalinum stendur,
at »Greiður ræðisrættur verður
knýttur at veiðiloyvum, fiski- døg
um og kvotum. Samgongan saman
við fakfólkum ger við útgangsstøði í
loyvistreytunum í alilóggávuni upp
skot um, hvussu ein tíðaravmarkað/
rullandi skipan verður gjørd.
Eisini stendur, at »Fiskivinnulóg
gávan verður dagførd og gjørd ein
faldari og skal leggjast fyri politisku
skipanina til støðutakan í 2012.«
Men álvarin í málinum tykiast
kámast rættiliga nógv, nú málið er
drigið so langt út – og nú komið er
um hálvt valskeið hómast einki, ið
minnir um eitt slíkt uppskot.
Í einum uppriti til landsstýrið
í fjør hómast tó, hvat tað er, sum
landsstýrismaðurin á økinum leggur
í hendan nýskipanarpolitikkin á
fiskivinnuøkinum:
»Eg biði um undirtøku fyri at
arbeiða ítøkiliga við hesum lógar
broytingum, so at tær kunnu leggj
ast fyri Løgtingið í hesi tingsetuni,
saman við eini tekniskt yvirhálaðari
lóg.«
Men einki hendi, einki uppskot
kom í tingið ta tingsetuna, og tað
kemur heldur einki hesa tingset
una.
Jacob Vestergaard sigur her í
blaðnum í dag, at tað er ikki semja
um týðandi tættir í fiskivinnuna.
Heldur ikki innanhýsis í samgong
uni eru tey samd – og tað heldur
landsstýrismaðurin vera minsta
mark fyri, at hann fer í tingið við
einum lógaruppskoti.
Hóast allir flokkar tosa um hesa
komandi nýskipanina innan fiski
vinnuna, so her hon ikki til í huga
heiminum hjá Fólkaflokkinum. Jac
ob Vestergaard ætlar sær als ikki
at skunda sær í tingi við nøkrum
lógaruppskoti – hann sigur bein
leiðis, at hann fer ikki at bróta seg
sundur fyri at fáa eina semju.
Á tingsins røðarapalli gav løg
maður 12. oktober samgonguni
freist til 1. apríl í ár at koma í tingið
við nýskipanum:
– Síggja vit ikki nakrar ítøkiliga
nýskipanir fyri 1. apríl, tá ið játtan
arkarmarnir fyri 2015 skulu leggjast
fyri Løgtingið, hava vit onga orsøk
til at bjóða okkum fram at vera
stjórnarberandi, segði løgmaður.
Soleiðis kunnu vit staðfesta, at
tað er ikki løgmaður, sum ræður í
landsstýrinum. Tað ger Fólkaflokk
urin. Kenna vit løgmann rætt, so
leggur hann ikki frá sær fyri 1. apríl.
Hann ger, sum hann plagar: Hann
ger, sum Fólkaflokkurin sigur.
ger sum fólkaflokkur sigur
Meðan Johan Dahl, lands
stýrismaður, rennur undan
okkum í Miðlahúsinum, tí
vit ætla at spyrja hann, hvat
tað er sum ger, at Niels Mort
ensen er best egnaði nevnd
arformaður í Atlantsflog, so
svarar hann fegin formanni
num í Norðoya Sambands
felag, blaðstjóranum á Norð
lýsinum, sum altíð er klárur
at verja sambandsmenn.
Johan Dahl hevur sum
meirilutaeigari í Atlantsflog
gjørt av, at ein setanarnevnd
skal innstilla fólk til nevnd
arval í felagnum. Hendan
avgerðin hjá Johan Dahl var
hildin at hava so stóran týdn
ing, at hon var fráboðað børs
inum.
Slíkar fráboðanir verða
gjørdar, tí slík viðurskifti
hava týdning fyri íleggjarar.
Tað vil siga, at Johan Dahl
vildi tryggja íleggjarunum,
at einki nevndarval skal fara
fram, sum bara verður gjørt
eftir høvdinum hjá einum
tilvildarligum
landsstýris
manni.
Men tað er júst tað, sum
er hent. Landsstýrismað
urin fann út av, at Niels
Mortensen er best egnaði
nevndarformaður,
hóast
setanarnevndin hjá felag
num helt, at Bergur Poul
sen var tann betri. Við sam
bandsmálgagnið i Klaksvík
sigur Johan Dahl, at tað er
høvuðspartaeigarin,
sum
ger av, hvør verður valdur í
nevndina.
Sjálvandi er tað tað!
Men tað sum sambands
blaðstjórin í Klaksvík ikki
spyr Johan Dahl um, er hví
hann so fráboðar Børsinum
nakað annað?
– Er tað ein ávísur førleiki
hjá Niels Mortensen, sum
hevur serligan týdning fyri
Johan Dahl?
Johan svarar summum
Hóast tey í Danmarks Radio
hava kalla undirhaldssend
ingina, sum tey hava sent
seinastu leygarkvøldini fyri
»Kongerigets klogeste«, so
hava tey bara havt luttakarar
úr tí minsta partinum at
kongaríkinum í kappingini.
Nevniliga Danmark.
Sjálvt Føroyar eru størri
partur av kongaríkinum enn
Danmark – fyri ikki at tala
um Grønland.
Men ein av truplu spurn
ingunum leygarkvøldið snúði
seg kortini um ein av hinum
partunum í kongaríkinum:
»Hvilket europæisk land
regeres af en forhenværende
landsholdsmålmand...?«
Hesin var so trupult at
svara, at tann næstklókasti
í Danmark ikki megnaði at
svara. Men hann vildi fegin
vita, hvat land talan var um.
– Det er Færøerne, og hann
hedder Kaj Leo Johannesen,
svaraði vertur.
Klókastu í ríkinum?
– Vit fara undir
upptøkur av
triðu røðini av
Spísikamari
num í summar,
so hetta kem
ur væl við
Tað sigur Gutti Winther,
kokkur, sum sjálvur annar
hevur fingið tveir mánað
ar starvsløn frá Mentun
argrunninum. Pætur Dahl,
sum eisini hevur verið við
til at leggja sjónvarpssend
ingarnar Spísikamarið til
rættis, hevur eisini finigð
starvsløn í tveir mánaðir.
– Ætlanin er at gera 18
partar. Hetta var so tann
fyrsta fíggingin hjá okkum.
Vónanadi fáa vit privatar
íleggjarar, so verkætlanin
kann gerast veruleiki, sigur
Gutti Winther.
Starvsløn til
Spískamarið
Hóast løgmaður hótti, so
bakkar hann kortini