hósdagur 3. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 103 - 3. juni 2004
Nr. 103 - 3. juni 2004
3
Onki samsvar millum játtan og tørv
Eg trúgvi, at sam-
gongulimir skilja, at
har má okkurt gerast,
um avleiðingarnar
eru soleiðis, sum vit
hava hoyrt. Tað sigur
løgtingsmaðurin
John Johannessen um
skerjingarnar í játtan-
ini til Musikkskúlan
MUSIKKSKÚLIN
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ungi javnaðarmaðurin á
tingi, John Johannessen,
legði undir valstríðnum
stóran dent á, at C-vita-
minir skuldu til tónleikin.
Og tað nógvar.
Men tað er lítíð, sum
bendir á, at Musikkskúlin í
Føroyum fær tær vitamin-
irnar, sum hann hevur brúk
fyri. Í øllum førum ikki fyri
ólavsøku.
Musikkskúlalærararnir
hava fingið eina lønar-
kækkan, men løgtingsfíggj-
arlógin endurspeglar ikki
hesa lønarhækkan, og tískil
noyðist Musikkskúlin at
spara.
Sparingin fer heilt ítøki-
ligt at merkja, at tað verða
færri lærarar og tískil færri
næmingar. Talan er um 200
næmingar og 11 lærarar,
sum mugu sigast leys av
skúlanum.
– Nú má mann fyrst fara
at kanna eftir, um hatta
verða avleiðingarnar. Um
so er, so má samgongan
seta seg niður at finna útav,
hvat hon ynskir við Mus-
ikkskúlanum.
Um
hon
veruliga ynskir hatta har,
ella um mann ikki í øllum
førum eigur at halda Mus-
ikkskúlan á tí støðinum,
sum hann var, sigur John
Johannessen, tingmaður.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður við mentamál-
um, sigur, at hann fer at
gera sítt til tess at tryggja,
at sparingin ikki verður so
ógvuslig.
– Eg ætli mær at viðgera
hetta málið og vita, um
mann ikki kann gera okk-
urt. Eg trúgvi ikki, at vit fáa
fleiri pengar (...) men
kanska tað eru onkrir peng-
ar onkustaðni. Tað fær
mann at síggja, sigur Jógv-
an á Lakjuni, landsstýris-
maður við mentamálum.
John Johannessen heldur,
at økið hjá Musikkskúlan-
um, tónleikurin, skal rað-
festast høgt.
– Eg haldi, at tað er sera
harmiligt at skejra á einum
øki, sum er eitt so grund-
leggjandi øki, sum er
mennandi fyri ungdómin.
Eg fari at gera mína ávirkan
galdandi, og eg vænti, at
landssýrismaðurin
við
mentamálum eisini følir
ábyrgd fyri Musikkskúl-
anum,
sigur
John
Johannessen, tingmaður.
Upplýsandi bók
um grót og steinar
Føroya Skúlabóka-
grunnur hevur í
samprenti við enska
forlagið Dorling
Kindersley aftur giv-
ið út eina dygdarbók
um náttúruna
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Grót & steinar er ein upp-
lýsandi bók, ið við greið-
um teksti og frálíkum
myndum sigur frá stór-
fingna ríkidømi av gróti
og steinum, ið liggur fjalt
undir fótum okkara. Bók-
in er gjørd í samstarvi við
bretska Natural History
Museum.
Martin
V.
Heinesen, jarðfrøðingur,
hevur týtt úr enskum.
Ymisku gróts-
løgini eru vorðin
til á ymiskan hátt
fram ígjøgnum
jarðarsøguna.
Við at granska
grótið
kunnu
jarðfrøðingar
kunna seg um
viðurskifti og
hendingar
á
jørðini, sum
tíðin er liðin.
Í bókini ber
eisini til at
lesa um at
slípa steinar
og at greina
grót-
og
steinsløg.
Orðtýðingar
og
leit-
orðalisti eru prentað aftast
í bókini. Hóast teksturin
er skrivaður av serfrøð-
ingum, er hann lættur at
lesa, og tær frágreiðandi
myndirnar gera bókina
væl egnaða til undir-
vísing, og til handbók hjá
teimum, ið vilja læra seg
meira um grót og steinar.
Frammanundan eru 6
aðrar útgávur komnar út,
sum hvør í sínum lagi
lýsa evni úr náttúruni við
løttum, upplýsandi teksti
og frálíkum myndum. Tær
eru:
Mannakroppurin,
Súgdýr, Jørðin, Rúmdin,
Regnskógurin og Havið.
Grót & steinar er 72
síður og kostar 174 krón-
ur.
Eg haldi, at tað er sera harmiligt at skejra á einum øki, sum er eitt so grundleggjandi øki, sum
er mennandi fyri ungdómin, sigur John Johannessen, tingmaður
Eg ætli mær at viðgera hetta málið og vita, um mann ikki
kann gera okkurt, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður
við mentamálum
2. hvítusunnukvøld var
skipað fyri stuðulskonsert í
ítróttarhøllini íVestmanna
til frama fyri eitt barnaheim
til gøtubørn í Kiev í Ukre-
ina. Á konsetrini luttóku
Magni Christiansen gospel-
og countrysangari saman
við øðrum góðum tónleik-
arum og sangarum
Umleið 400 fólk vóru 2.
hvítsunnukvøld savnaði í
ítróttarhøllini í Vestmanna
til eina cospel - og country-
konsert við Magna Christi-
ansen og øðrum góðum
tónleikarum og sangarum.
Magni var høvuðssangari,
og hevði hann eisini aðrar
sangkreftir at hjálpa sær.
Konsertin var merkt av
góðum og løttum sangi, sum
tey flestu dugdu, og vóru tey
vælkomin at synga við.
Tá konsertin var umleið
hálvrunnin, var høvi at lata
pengar til eitt barnaheim
sum skal fáast til vega í
Kiev í Ukreina. Brúk er fyri
einum húsum, sum kunnu
hýsa 20-25 børnum um-
framt nøkrum starvsfólkum.
Tað er soleiðis, at síðan
februar 2000 hava hjúnini
Jórun og Nurlan Malaikev,
hon úr Vestmanna, trúboð-
arar hjá Heimamissiónini,
arbeitt við gøtubørnum og
foreldraleysum børnum í
Kiev í Ukreina.
Arbeiði byrjaði við at
geva gøtubørnum at eta úti
á gøtuni. Høvuðstólið í ar-
beiðinum nú er eitt dags-
skýlið, har endamálið er at
vísa børnunum á hvat ein
familja er. Børnini, sum
koma í dagsskýlið, fáa
eisini hjálp at ganga í skúla,
klæði og læknahjálp.
Tiltakið eydnaðist sera
væl í allar mátar, og inn
komu góðar 35.000 krónur,
sum fara til eitt heim til
gøtubørnini.
Konsertin byrjaði kl. 20
og skuldi enda kl. 22, men
fólkið helt á at klappa fyri
at fáa tey at halda áfram at
syngja og spæla. Eisini
luttók Øssur Christiansen,
pápi Magna.
Stuðulskonsert í Vestmanna:
Góðar 35.000 krónur til
gøtubørn í Ukreina
Magni Christiansen gospel- og countrysangari saman við øðrum góðum tónleikarum framførdu
í ítróttarhøllini í Vestmanna
Mynd: Magnus Gunnarsson
Tíggju royna at gerast Ársins Songrødd
Leygarkvøldið verður
kappingin »Ársins
Songrødd 2004« í
Badmintonhøllini í
Havn
SANGKAPPING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Leygarkvøldið tann 5.juni
verður stóra finalan av
Ársins Songrødd 2004. Aft-
an á at 50 luttakarar hava
verið við í teimum fimm
innleiðandi undanumførini,
eru 10 luttakarar eftir, sum
skulu kappast um at blíva
besta songrøddin vit hava í
føroyum í ár.
– Samanumtikið kann
man siga, at kappingin hev-
ur verið spennandi og til
tíðir sera hørð, tað er als
ikki bara so, at standa á ein-
um palli framman fyri eini
stórari áskoðarafjøld at
syngja, og serstakliga ikki,
tá ið tað er fyrstu ferð, sigur
Mark Joensen, fyrireikari.
Tað er neviliga so, at
nógv teirra, ið luttaka í Árs-
ins Songrødd, eru við fyri
fyrstu ferð, og nógv teirra
hava ei heldur ikki staðið á
palli fyrr og sungið í mikro-
fon.
Við tí í huga eiga vit at
hava stóra virðing fyri
øllum teimum, sum hava
luttikið, og sjálvt um tað
vóru 40 sum ikki komu
víðari í finaluni, hava tey
uppiborið eitt stórt herða-
klapp fyri tað dirvi, tey
vístu við at stíga upp á
pallin. Vónandi kann Árs-
ins Songrødd vera við til at
menna tey tónlistaliga,
sigur Mark Joensen.
Nú standa 10 luttakarar
eftir, sum leygarkvøldið
skulu upp á pallin aftur, og
einki er at ivast í at, tað
verður ein sera spennandi
finala.
Eitt sum skilur seg sund-
ur í mun til undanfarin ár
er, at nú kemur ikki fyri at
sama lagið verður framført
tvær ferðir, og eisini eru
løgini sera fjølbroytt í ár.
Tað er tí at reglarnar nú eru
broyttar til, at nú velur ein
sjálvur, hvat lag ein vil
syngja.
Tey sum kappast um
heitið um at gerast Ársins
Songrødd 2004 eru: Lív
Næs og Nicolina Midjord
Ólavur Larsen, Jenny Old,
Eyðstein Jacobsen, Birita
Bisp & CoBára S. Samuel-
sen. Barbara Abrahamsen
Kristleyg HansenGudney
Rasmussen
og
Jógvan
Joensen
Umframt at verða kosin
»Ársins Songrødd 2004"«
fær vinnarin ein gávucheck
upp á 10.000 krónur.
Nummar 2 ein gávuchekk
upp á kr.5.000 krónur og
nummar 3 fær ein gávu-
chekk upp á kr.3.000
krónur.
Tá ið finalan er av fara
allir finalistarnir v.fl. oman
í »Manhattan« til eitt so-
kallað »After-party«. Har
verður borðreitt við mati,
og Føroya Bjór hevur latið
okkurt gott til »háls og
humør«
Tað er vanligt tá ið tað er
finala í Ársins Songrødd, at
okkur góður tónleikari ella
bólkur spælur aftan á sjálva
kappiningina, og so verður
eisini hesaferð. Tað er væl-
umtøkti tónleikabólkurin
»PÁLL FINNUR PÀLL«.
– Teir eru júst í ferð við at
gera nýggj løg, og spenn-
andi verður, um vit fáa
loyvi at hoyra nakað av tí
nýggja tilfarinum. Teir eru
annars kendir fyri at smíða
løg sum á ein ella annan
hátt fáa teg at tralla við,
eisini sjálvt um tú ikki júst
kann fyrihalda teg við tí
sum verður sagt frá í teim-
um frísinnaðu tekstunum.
Hinvegin so kann ein siga,
at
»PÁLL
FINNUR
PÁLL« við tónlistaliga stíli
sínum rakar eina stóra fjøld
júst har sum teir skulu,
sigur Mark Joensen.
C
M
Y
K
3
2