Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 103 - 3. juni 2004 Nr. 103 - 3. juni 2004 5 Hæddarløtan á Lista- hátíð Íslands var leygarkvøldið 29. mai, tá sýningin Ísland - Írland var á skránni og millum sangarar- nar var Eivør Páls- dóttir, sum stóð seg so sera væl millum stóru nøvnini, at hon fær nógv rósandi orð fyri framførsluna TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eivør Pálsdóttir var í góð- um felagsskapi, tá hon leygarkvøldið 29. mai framførdi í samband við Listahátíð Reykjavíkar. At hon var eitt av stóru nøvn- unum á listahátíðini er ikki at taka seg aftur í, hóast kend nøvn vóru á skránni. Talan er um framsýn- ingina Ísland - Írland, har kend tónaskøld úr londun- um báðum verða tikin fram. At Eivør "stjól myndina", sum tikið verður til, vil heimmildarmaður okkara Jens Guð ikki júst siga, men hon var ein av stóru stjørnunum í hesi stjørnupakkaðu framførslu. Eini 4000 fólk sóu fram- førsluna, hóast høgan at- gongumerkjaprís, hægri enn vanligt er í Íslandi til konsertir við Metallica, Deep Purple ella Lou Reed. Og Jens Guð vil vera við, at Eivør so avgjørt var við til at draga fólk við sínum stóra og góða navnið í Ís- landi. Navnið skuldi næstan havt verið Ísland-Írland- Føroyar, sigur Jens Guð. Millum áhoyrararnar vóru eisini fjølmiðlafólk frá altjóða miðlum. Ís- lendska sjónvarpið tók upp og sama gjørdi útvarpsrásin Rás 2. Tónaskøldini bæði Don- ald Lunny og Hilmar Ørn Hilmarsson umboða Írland og Ísland og hava teir í fleiri ár arbeitt við teimum bestu á altjóða pallinum. Og tað vóru løg hjá teim- um, sum framførslan snúði seg um. Á pallinum stóðu eisini fremstu tónlistafólk Íslands. Fimm sangarar vóru, nevnast kunnu Eivør og Damon Albarn frá Blur og Gozilla. Frettablaðið skrivaði - við mynd av Eivør-eftir framførsluna, at bæði Eivør og Kristin Heiða Kristins- dóttir vístu ymsar styrkir og áhugavert er at sammeta og leggja til merkis frísk- leikan. Eivør var stjørnan og blaðið vónar at hon heldur fram á somu leið. Fyri nøkrum døgum síðani luttók Eivør eisini í sending saman við KK og Bill Bourne, har blues var á skránni og tók hon øll á bóli við at náa íslendskar yvirskriftir við hesi fram- førsluni eisini. FRAMSÝNING Farnu tíðina hevur stór smábarnamentanarlig verk- ætlan verið í Havn. Øll børn í Tórshavnar komm- unu, sum eftir summarfrí- tíðina fara 1. flokk, og tey eru um 320 í tali, hava tikið lut í verkætlanini, sum hev- ur heitið "Havnin - ein býur, har børnini trívast." Verkætlanin er nýskap- andi og sera áhugavert samstarv millum pedagog- ar og yrkislistafólk, sum saman við eitt nú Náttúru- gripasavninum hava lagt børnunum lag á. Íblástrar- evnið hevur verið hagin og várið, og hava børnini á ymsu verkstovunum í býnum fingist við sang, dans, myndlist, leiklist, tónleik og mangt annað. Endamálið er m.a. at stimbra skapanargleðina hjá børnum, og tað, at sam- antvinna náttúruuppliv-ing- ar og skapanarevnini er við til at styrkja kjarnu-sam- leika teirra. Tað er Helena Fríðheim, pedagogur, sum er stigtakari, og hevur hon saman við mongum góðum kreftum samskipað og fyri- skipað verkætlanina. Mentamálaráðið er ein av høvuðsstuðlunum. Nú verkætlanin endar, fara umleið 60 av børnun- um at sýna fram myndir, leirlutir og annað, ið tey hava gjørt, í Mentamála- ráðnum, Hoyvíksvegi 72, Tórshavn. Jógvan á Lakj- uni, landsstýrismaður í mentamálum letur fram- sýningina upp mikudagin 2. juni kl. 15.00. Framsýn- ingin verður opin fram til 25. juni. Øll eru vælkomin. 60 børn sýna fram í Mentamálaráðnum Eivør millum stóru stjørnurnar Eivør Pálsdóttir fær rósandi orð í Íslandi, eftir at hava framført millum heimsstjørnur Eivør og Jens Guð – Fara vit fyrst at játta musikkskúlanum meiri pening, fara fleiri at koma í hølunum á teimum, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum PENINGATROT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Musikkskúlin skal ikki vænta at fáa meiri pening í ár. Bárður Nielsen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, er lítið hugaður fyri at lata Musikkskúlanum eyka- játtan í ár. Hesa støðu hevur hann, hóast bæði tingmenn úr samgonguni og sjálvur landsstýrismaðurin í fíggj- armálum hava boðað frá, at teir halda, játtanin til musikkskúlan í ár, eigur at verða hækkað. Nú fíggjarlógin fyri 2004 er samtykt, er komið undan kavi, at játtanin til Musikk- skúlan er so lítil, at verður hon ikki hækkað, verður avleiðingin, at 240 næm- ingar fara at missa undir- vísingina. Tað halda bæði tingmenn í samgonguni og landsstýr- ismaðurin í mentamálum verða ov galið og tí hava teir boðað frá, at teir fara at virka fyri, at ein umsókn um eykajáttan til musikk- skúlan verður løgd fyri tingið á Ólavsøku. Alt kann fara á glið Men hetta er maðurin við lyklinum til landskassan ikki serliga hugaður fyri. Bárður Nielsen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, sigur, at hann væntar ikki, at ein umsókn um eykajáttan til Musikkskúlan fer at verða løgd fyri løg- tingið. Hann sigur kortini, at málið er ikki umrøtt í sam- gonguni, so hann hevur ongar viðmerkingar til mál- ið annars. – Men eg dugi ikki at síggja, at samgongan longu nú skal fara at tosa um eykajáttanir, leggur lands- stýrismaðurin afturat. Hann sigur, at skal sam- gongan longu fara at játta eykajáttan, væntar hann, at tað fara fleiri umsóknir at koma. – Tað má ikki koma har- til, at hvørja ferð, trot er á peningi onkustaðni, so er bara at gera vart við seg, so skal tað koma ein eykajátt- an burturúr, sigur lands- stýrismaðurin. Hann sigur, at tað kundi væl hent, at tað eru fleiri málsøki, sum hava tørv á peningi og játta vit fyrst einari umsókn, ivist eg ikki í, at tað fara at koma fleiri umssóknir afturat og so er skjótt, at alt fer á glið. Hann vísir eisini á, at bæði landsstýrið og serliga fíggjarnevndin, hava gjørt greitt, at ætlanin er ikki at ganga umsóknum um eyka- játtan á møti uttan í heilt serligum førum. Nú fer Bárður Nielsen, landsstýris- maður í fíggjarmál- um á fund við danska starvsbróður sín um at lækka rentuna á lánunum, vit hava hjá statskassanum RENTULÆKKING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í næstum fer Bárður Niel- sen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, av landin- um, at hitta danska fíggjar- málaráðharran. Og gongst sum ætlað, kemur hann heimaftur við eini avtalu sum fer at spara føroyingum nakrar millión- ir um árið tey næstu 14 árini. À danmarkarferðini skal Bárður Nielsen hitta danska fíggjarmálaráðharr- an, Thor Petersen. Og tað, sum landsstýrismaðurin hevur á skránni til fundin, er at vita, um danska stjórn- in vil góðtaka at lækka rentuna á teimum lánum, sum føroyski landskassin hevur hjá statskassanum. Rentan á lánunum er 5% um árið og tað heldur landsstýrið er nakað nógv. – Síðani lánini vórðu tik- in, er rentustøðið munandi lækka og sostatt er enda- málið við ferðini at vita um ikki danska stjórnin er sinnað at lækka rentuna, so at vit ikki skulu betala eina rentu, sum liggur yvir van- ligu marknaðarrentuna. Bárður Nielsen ger sær ongar vónir um at tað fer at eydnast at lækka rentuna fleiri prosent. Men hann fer niður við tí endamáli at fáa rentuna lækkaða kanska eitt hálvt prosent ella okk- urt líknandi. – Fyri hvørt prosent, rentan lækkan, sparir lands- kassin 17 milliónir um árið, so tað er eisini peningur, serliga tá ið vit hugsa sum, at lánini ganga yvir nógv ár afturat. Og Bárður Nielsen hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast at fáa lægru rentu. Og hann hevur eisini nakað at hava hesar góðu vónirnar í, tí tá ið Anders Fogh Rasmussen og Jóann- es Eidesgaard, løgmaður, hittust, boðaði forsætisráð- harrin frá, at danska stjórn- in varð sinnað at taka upp samráðingar um rentuna, so at føroyingar ikki skulu betala ov høga rentu, men at rentan fer at líkjast marknaðarrentuni. Hann sigur kortini, at ávís tekin eru um, at rentan fer at hækka, men kortini verður tað neyvan við tað fyrsta. Hansara endamál við danmarkarferðini er at fáa eina rentu, sum líkist marknaðarrentuni, men at 5% skal framvegis verða loftið, so at vit ongantíð koma at betala meiri enn 5%, hóast marknaðarrentan skuldi farið uppum. Føroyska skuldin til danska statskassan er 2,2 milliardir, men 500 milli- ónir eru frystar fastar. So- statt standa 1,7 millard eftir og renta. Fáa neyvan meiri pening Kunnu spara nakrar milliónir um árið Einir 250 musikkskúlanæmingar eru í vanda fyri at missa undirvísingina, men Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, heldur ikki, at tað er rætt at tosa um eykajáttan Myndin er tilvildarlig Gongst sum æltað, fær Bárður Nielsen eina avtalu, sum fer at spara føroyska landskassanum nakrar milliónir um árið C M Y K 5 4 : : : : Starvið Førleikakrøv Vit bjóða Umsóknir Søkt verður eftir fíggjarleiðara til høvuðsdeildina hjá Føroya Shell í Tórshavn. Tá verandi fíggjarleiðari eftir gott 17 ár í starvinum eftir egnum ynski hevur valt at taka við øðrum uppgávum í fyritøkuni, hava vit brúk fyri einum nýggjum leiðara til fíggjardeildina. Talan er um eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv í einum spennandi umhvørvi. Leiðarin hevur alla ábyrdina av fíggjardeildini herundir · ger av ávegis- og ársroknskapi · rapportering til útlendska móðurfelagið · fíggjarætlanum o.t. · dagligari leiðslu og skipan av deildini · roknskaparlig umsiting og samskifti við avgreiðslurnar og egnar støðir kring landið. Leiðarin er partur av leiðslubólkinum við beinleiðis tilvísing til stjóran. Til starvið krevst holl ástøðilig útbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving. Dentur verður lagdur á leiðaraevnir og royndir, umframt at tú ert arbeiðssamur og dugir væl at samskifta. Góður kunnleiki í enskum er neyðugur. Eitt fjølbroytt, spennandi og sjálvstøðugt starv við góðum møguleikum fyri persónligari menning, men samstundis eitt krevjandi starv. Vit hava góðar arbeiðsumstøður og trygg starvsviðurskifti. Góð løn í samsvar við útbúgving og royndir. Eftirlønarskipan er knýtt at starvinum. krivligar umsóknir skulu verða innlatnar í seinasta lagi mánadagin 21. juni og skulu sendast til P/F Rasmussen & Weihe, statsautoriserað grannskoðarafelag, á Glaðsheyggi, FO-100 Tórshavn, telefon nr 351700, har nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jóannes Olsen ella Klaus Rasmussen. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. S Leiðari til fíggjardeildina www.shell.fo