Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. januar 2014 · Nr. 12 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Helgi Abrahamsen Kjak síða 12 Mugu kunna fólk um óljóð Síða 8,9,10 & 12 Heiðra Simma fyri tón­ leikin – Tað er í samgongu við Fólka­flokk­ in, ið eg havi sagt, vit ikki fara. Tað segði Aksel V. Johannesen, for­mað­ur Javnaðarfloksins við in.fo um vikuskiftið. Orsøkin til spurningin var, at Jørg­en Niclasen hevði stevnt ting­ fólki til fundar mánadagin um tunn­ils­málið, ein fundur, sum varð út­sett­ur vegna verður, og sum ikki er lið­ug­ur nú í skrivandi stund. Nógv er, sum bendir á, at ein semja er komin undir land. Ein semja, sum bæði and­støða og sam­ gonga kunnu liva við. Eftir at Kári P. Højgaard koyrdi alt mál­ið um Skálafjarðatunnilin fast, tí hann saman við løgmanni vildi trýsta málið ígjøgnum løg­ting­ ið, tykist nú, at naggatódnin er við at rekj­ast upp. Og nú er tað Jørgen Niclasen, fíggj­ar­mál­a­ráð­harri og formaður Fólka­floks­ins, sum er eksponenturin fyri eini tunnilssemju millum all­ar partar – helst eisini Kári P. Høj­ gaard. Tað er tann sonevndi Suður­bólk­ ur­in og floksformenninir, sum hava fund­ast um tunnilsloysn, og tað verða eisini teir, sum nú fundast. Sambært somu samrøðu við Aks­ el V. Johannesen á in.fo, so væntar hann at semja verður gjørd. Men so er spurningurin, um Javn­að­ar­flokk­ur­i­n kann gera slíka semju við Fólkaflokkin – har tað er Fólk­a­flokkurin, sum stingur pol­i­ tikk­in út í kortið. Men tað kann Javnaðarflokkurin sam­bært Aksel V. Johannesen. Boy­ kottið hjá Javnaðarflokkinum mót­ vegis Fólkaflokkinum snýr seg bara um at fara í samgongu. Hesir báðir flokkar hava sam­ starv­að í fimm samgongum. Tann fyrsta var frá 1975-79, tann næsta frá 1979-81, tann triða frá 1991-93, tann fjórða frá 2004-08 og tann fimta frá 2008-11. Javnaðarflokkurin hevur mist at­kvøð­ur á hvørjum vali eftir sam­ starv við Fólkaflokkin. Á valinum í 1978 stóð tingmannatalið tó í stað, í 1980 misti flokkurin ein tingmann, í 1994 misti hann fimm tingfólk, í 2008 stóð tingmannatalið í stað, og í 2011 misti flokkurin ein tingmann. Tiltakið hjá Aksel V. Johannesen er kanska fyrsta byrjanin til eitt slag av blokkpolitikki, har tú frammanundan veitst, at atkvøður tú fyri Aksel fært tú ikki Jørgen. Hetta er ikki eitt kent fyribrigdi í føroyskum politikki – og eitt slíkt stig forðar so eftir øllum at døma ikki fyri breiðum semjum á Føroya Løgtingi fyri týdningarmiklum málum SAmdir hóast fíggindar Mánadagin fer út­varps­støð­ in Rás2 í luftina við nýggjari send­i­flatu. Broytingar verða gjørd­ar í skránni, og rás­in fær nýtt ljóð. Rás2 fer framhaldandi at spæla tónleik frá klokkan sjey á morgni. Klokkan 9 verð­ur mikrofonin í stu­d­ io tendr­að, og tá fer vertur at byrja Rás2 dag­in. Ynsk­i­ løtan, sum øll árini hevur ver­ið send seinnapartin, verð­ur nú flutt til fyrrapart, og mill­um klokk­an 10 og 12 kunnu lurt­ar­ar­nir senda heils­anir og ynski til Rás2. Eis­ini verð­ur gjør­ligt at ringja inn við ynskj­um og heilsanum hvønn fríggj­a­ dag. Rás2 fer frameftir at leggja nógv fyri seinna­part­ ar, og millum klokkan 13 og 17 fer Rás2 seinnapartur at bjóða aktuellar samrøður, við­kom­a­ndi innsløg, gott kjak, stórar kapp­ingar, bland­að­an tónleik og mangt ann­að. – Rás2 skal verða eitt al­t­ e­r­n­a­tiv til hinar út­varps­rás­ i­rnar, og við okkara nýggja kon­septi styrkja vit profilin sum tann livandi rásin, sum hev­ur tætt samband við lurt­ar­ar­nar, sigur Jonhard Ham­m­er, stjóri á Rás2. Vertir í nýggju send­i­ flatuni hjá Rás2 verða Rann­ vá Gaard Fossaberg, Mirjam Pæt­ur­s­dóttir, Jens Tummas Næss, Heri Simonsen, Evi Tau­sen, Trónd­ur Arge, Ragn­hild Ellings­gaard og onn­ur. Tíðindi verða fram­hald­ andi send kl. 11, 12, 15, 16 og 17. Rás2 hevur seinastu seks ár­ini verið partur av Miðl­a­ hús­i­num og er ein av trim­ um privat riknum út­varps­ støð­um í landinum. Rás2 hoyr­ist um tað mesta av land­i­num og sendir hvønn dag millum klokkan sjey á morgni og midnátt. Rás2 kemur við nýggjari skrá Á »Ársins Leiðaradegin«, sum Syn­ergi skipar fyri á Hotel Før­oyum fríggjadagin, skal ár­ins leiðari kjóast. Ein fyri priv­atu vinnuna og ein fyri tað almenna. – Men longu nú kunnu vit av­dúka tey seks, sum eru í upp­skoti, sum eru í uppskoti, sig­ur Synergi í tíðindaskrivi. Dómsnevndin, sum tekur enda­liga avgerð um, hvør verð­ur Ársins leiðari 2014, hev­ur funnið fram til tríggar sterk­ir topp-kandidatar inn­ an bæði tað privata og tað al­menna. Top 3 kandidatar innan tað priv­ata - í alfabetiskari rað­ fylgju: Atli Gregersen, HiddenFjord Eirikur Lindenskov, Miðlahúsið Johanna á Bergi, Faroe Ship Topp 3 kandidatar innan tað almenna - í alfabetiskari raðfylgju: Annika Sølvará, Granskingarráðið Eyðun Mørkøre, TAKS Jenny Christina Petersen, Tjóðpallur Føroya Almenningurin hevur havt møguleika at senda inn til­ nevningar, og hevur áhugin verið størri enn nakrantíð. Í 2013 gjørdist Ólavur As­ af­son Olsen, stjóri, KJ Hy­ drau­lik Ársins privati leiðari, og Hall­dis Joensen, leiðari, Heim­ið við Vallalíð Ársins al­ menni leiðari. Í dómsnevndini sita Ann­ ika Waag, virkis- og góð­sk­ uleiðari Føroya Bjór, Andras Ró­in, stjóri Bústaðir og Gunn­leyg Durhuus. fyrrv. dep­ils­stjóri Eldradepilin. Kjósa ársins leiðara Vil samstarva við Jørgen um tunnil men ikki samgongu